Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2005 17 Orcades Viking farin triðja túrin Um nýggjarsleitið landaði trolarin, Or- cades Viking, sum roynir út fyri Vestur- afriku, stívliga 800 tons av rossamakreli. Hetta er annar túrur- in, síðan P/F Ækon keypti skipið FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Um dagarnar fingu vit hesa frálíku myndina av teimum trimum føroyingunum, sum eru við trolaranum, Orca- des Viking, sum felagið Ækon nú eigur. Teir, ið standa aftanfyri felagið, eru Bjarti Mohr, sum er reiðari og ein vinmaður hansara í Íslandi. Tríggir føroyingar 44 mans eru við Orcades Viking, sum roynir út fyri Mauritaniu í Vesturafriku. Av manningini eru tríggir føroyingar, Páll Jóhan Poulsen, sum er skipari, Heðin Hansen, sum er maskinstjóri og Knút Ol- sen, sum er trolmaður. Bjarti Mohr, reiðari, sig- ur, at meginparturin av manningini eru russar, og hann letur ógvuliga væl at teimum sum sjómenn. – Teir eru ógvuliga dugnaligir trolmenn, og hetta eru fittir menn, sigur hann. Bjarti Mohr vísir á, at enn er hetta projektið so nýtt fyri teir, men sum skilst á reiðaranum, er ætl- anin, at fleiri føroyingar skulu umborð á Orcades Viking sum frá líður. Triði túrurin Ocean Viking er nú farin á triðja túrin, síðan P/F Ækon keypti skipið. – Tann fyrsta túrin høvdu teir umleið 900 tons, og hendan seinna var veiðan stívliga 800 tons. Bjarti Mohr sigur, at meginparturin av veiðini er rossamakrelur, men nakað er eisini av vanligum makr- eli, sum kortini ikki er hin sami, ið fær her um okkara leiðir. – Nú í januar byrjar se- songin í mauritanskum sjógvi, og vit eru spentir upp á, hvussu hendan tíðin fer at roynast. Heilfrysta umborð Øll veiðan verður skild í støddir og heilfryst um- borð. Bjarti Mohr sigur, at tá ið veiðan verður landað, verður ikki farið til lands. – Skipanin er á leið hin sama, sum hjá russum, sum liggja í Nólsoyarfirði. Lagt verður inn í eina vík, har farmaskip kemur eftir fiskin- um, sigur reiðarin, sum legg- ur aftrat, at landingin ikki fer fram úti á opnum havi. Myndin er tikin á dekkin- um á Orcades Viking í besta veðri – og undir brennandi sól á nýggárinum! Tá ið næmingarnir høvdu sæð skipið, fingu tey nekarakyss og sunkist í messuni SKÚLI OG VINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein dagin í hesi vikuni vitj- aði ein skúlaflokkur av Venjingarskúlanum í Havn umborð á havrannsóknar- skipinum, Magnusi Heina- son. Hetta var ein 3. flokkur, sum hevur havt evnisviku um fisk. Fólk frá Fiskirannsóknar- stovuni vístu børnum og lærarum skipið, og tá ið tey høvdu verið ein forvitnis- ligan "rundtúr", endaðu tey í messuni, har øll børnini fingu nekarakyss og sun- kist. Mourits Mohr Joensen, sum starvast á Fiskirann- sóknarstovuni og vísti børnum og lærarum skipið hendan dagin, sigur, at tað var stuttligt at hava børnini umborð. – Tey vóru stak fitt, og eg haldi, at tey hugnaðu sær hesa løtu, meðan tey vitj- aðu umborð, sigur fiski- frøðingurin. Sosialurin royndi at fáa fatur á læraranum, Rubek Lilaa, í gjáramorgunin, men telefonin hjá honum svaraði ikki. So, hann hevur helst verið upptikin við evnisvikuni og børnunum í skúlanum. Hetta er annað lív enn tað, vit kenna í føroyskum sjógvi um vetrarnar. Her síggja vit føroysku garparnar umborð á Orcades Viking, fv.: Páll Jóhan Poulsen, skipari. Hann er strandingur, sonur Jóhannus Poulsen, sum førdi Roc Amadour. Síðan kemur Heðin Hansen, maskinstjóri, sum er sonur handilsmannin, Gabriel Hansen í Nólsoy. Triði maðurin á myndini er Knút Olsen, sum er havnamaður og sonur Magnus Olsen, sum hevði Báruna. Myndin er tikin nú á nýggjárinum Skúlaflokkur umborð á Magnusi Heinason Mourits Mohr Joensen vísir næmingunum, hvussu tekniska útgerðin á brúnni virkar Lív er í, og hóast ungir á aldri, rætta næmingarnir fingurin upp, tá ið fiskifrøðingurin spyr