Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 4 - 7. januar 2005 Dagstovnurin Blákollan søkir eftir: Einum námsfrøðingi á 28 tíma viku og einum hjálparfólki 30 tíma viku, at byrja 15. februar 2005. Blákollan er ein Kommunalur stovnur, ið læt upp 1. januar 2001. Stovnurin var eftir 1. august 2004 nomeraður til 40 børn. Ein barnagarðstova við 25 børnum, ið hevur loft- arialið at ráða yvir, har eru 3 bólkarúm. Her verður søkt eftir námsfrøðingi og hjálpar- fólki. Í miðhæddini eru 15 børn í aldrinum 1–4 ár. Vit kunna bjóða ein stovn: • Sum er í menning, har tú fært møguleika, at seta tín dám á gerandisdagin. • 40 fitt børn,ið fegin vilja vera kreativ saman við tær. • Ein góðan foreldrabólk. • Eitt foreldraráð, ið er opið fyri nýhugsan. • Ein Ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymskum námsfrøðiligum evnum. • Eitt starvsfólkavikuskifti, har bæði tað fakliga og tað sosiala er á hásætinum. Vit vænta av tær: At tú hevur góð samstarvsevnir. At tú ert álítandi. At tú ert sjálvstøðug(ur). At tú tekur ábyrd. At tú hevur yvirblikk og umsorgan fyri at menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi á stovninum. At tú ert nærverandi,vísir áhuga og hugburð til títt arbeiði. At tær dámar at brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum. Lønar-og setanarviðurskiftir sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Umsóknir saman við avritum av prógvi og við- mælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. januar 2005. Meira fæst at vita við at venda sær til Blákolluna og tosa við leiðaran, Eydnu Frederiksberg, tlf. 458866-227347 Blákollan Kjalarvegur 30 700 Klaksvík Sosialráðgevi til Stuðulsskipanina fyri vaksin Eitt starv sum sosialráðgevi á Stuðulsskipanini fyri vaksin, undir Heimarøktini og Serforsorgini, verður hervið lýst leyst til setan sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Stuðulsskipanin fyri vaksin fevnir um stuðul til 97 heimabúgvandi brúkarar, svarandi til 40 fulltíðar- størv. Starvsuppgávur - At ráðgeva og vegleiða - Samskipa stuðulin, tá fleiri stovnar eru inni í myndini - Viðgera nýggjar umsóknir - Ráðgeva feløg og stovnar - Endurmeta ta hjálp sum er veitt einum brúkara Vit søkja eftir einum starvsfólki, ið: - Hevur vitan og royndir innan sosiala øki - Hevur áhuga at arbeiða við brekaðum - Dugir at skapa positivt og virðiligt samband við brúkaran - Dugir at arbeiða skipað og miðvíst - Dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og tvørfakliga - Er sálarliga væl fyri og dámar avbjóðingar - Er uppfinningarsamur og dugir at umstilla seg skjótt Vit bjóða - Eitt mennandi arbeiði, har nógv er at gera - Eitt arbeiðsumhvørvi har pláss er fyri látri - Vegleiðing - Supervisión Setanar- og lønarviðurskifti: Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálaráði og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Ser- forsorgina. Tænastustaðurin í løtuni er Stuðuls- skipanin fyri vaksin. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Stuðulsskipanina á tlf. 354020 og tosa við Regin Johansen ella við sosialráðgevi Odu M. Jóhans- dóttir. Umsóknir: Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum, viðmæl- um v.m. skulu sendast til: Stuðulsskipanin fyri vaksin Att.: Regin Johansen Løkjatún 1 160 Argir Umsóknarfreist: 24. januar 2005 Pedagogur til Sambýli á Líknagøtu Innan Heimarøktina og Serforsorgina við fyribils tænastu á Sambýlinum á Líknagøtu í Runavík er eitt starv leyst til setan 1. februar 2005 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt tænastumannastarv. Løn- og setunartreytir sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Føroya Pedagogfelag, lønarstig 24- 33 eftir lønartalvu pr. 01.10.04 Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skiftandi vaktir umframt arbeiði vikuskiftir og halgidagar. Uppgávan er at arbeiða í sambýli hjá trimum ungum monnum við autismu.Arbeiðið fevnir um at skipa gerandisdagin fyri hesar ungu menninar. Arbeiðið hevur m.a. við sær at gera kropsligt arbeiði, ganga túrar, svimja, gera fimleik o.s.fr. Starvsøkið er allur stovnurin, og tann setti kann rokna við at fáa aðrar uppgávur aðrastaðni í skipanini, um tørvur gerst á tí. Starvið er ætlað pedagogi, men um ongin skikk- aður pedagogur søkir, verður starvið fyribils sett við fólkið við aðrari útbúgving. Setanin verður tá sambært hjálparfólkasáttmálan millum Fíggjar- málaráðið og Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Oddfríðu Højgaard, leiðara á tlf. 226121. Umsóknarfreistin er. 21. februar 2005 og skulu umsóknirnar sendast til: Bústovnin á Rúnarvegi ATT.: Leiðarin Rúnarvegur 6 FO - 620 Runavík