Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 • Leygardagur • 8. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo So byrjar endaspælið Um vikuskiftið verð- ur lagt til brots í endaspælinum í At- lantic Airways-kapp- ingini. Nú stigini eru koyrd í helvt, stendur á jøvnum millum Kyndil og VÍF HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sunnudagin skulu øll liðini í Atlantic Airways-kapp- ingini aftur í dyst eftir ein steðg upp á nakrar vikur um høgtíðina. Teir tríggir dystirnir eru samstundis teir fyrstu í endaspælinum í ár, og spenningurin í kapp- ingini er stórur. Kyndil ella VÍF Um vit skulu meta út frá grundspælinum, so bendir alt á, at tað verða teir báðir risarnir í føroyskum mans- hondbólti, Kyndil og VÍF, sum aftur í ár fara at berjast um gullkrónurnar, tí hóast munurin millum hesi bæði liðini og so hini liðini á stigatalvuni ikki er so stór- ur, so tykist tað sum um, at tey leikliga eru eitt vet bet- ur enn mótstøðuliðini. Kyndil, sum hevur ligið á odda at kalla alt kappingar- árið higartil, skal sunnu- dagin inn á Skála at spæla móti strandingum, og tað kann gerast ein spennandi dystur. Strandingar høvdu eina ógvuliga trilvandi byrjan upp á kappingarárið, men í seinastu dystunum í grundspælinum tóktust verða við at koma fyri seg. Um tað er nóg mikið til, at teir kunnu gera ein vørr móti kyndilsmonnum, vil tíðin so vísa. Í Vestmanna fær hitt oddaliðið VÍF vitjan av hoyvíkingum. H71 tók øll á bóli, tá ið teir í byrjanini av kappingarárinum lógu heilt frammi í oddinum, men so reyk liðið í ein aldudal og tapti fleiri dystir á rað. Vestmenningar hava hin- vegin verið rættuliga støð- ugir, men hava tó snávað í báðum dystunum móti arvafíggindunum og nærm- astu kappingarneytunum úr Kyndli. Í seinasta dystinum í grundspælinum hittust júst VÍF og H71 í Hoyvíks- høllini, og tann dysturin endaði við javnleiki. Tað var um reppið, at hoyvík- ingar tá fóru við sigrinum, men vestmenningurin hjá H71, Johnny Durhuus, brendi eitt brotskast, tá ið tíðin var farin. Botnuppgerð í Hoyvík Seinasti dysturin hetta um- farið verður í Hoyvíkshøll- ini, har kollfirðingar fáa vitjan av Neistanum. Hetta eru tvey av aftaru liðunum í fremstu mansdeildini, sum ikki av álvara hava fingið glið á spælið hjá sær í ár. Í mun til hvat varð væntandi, so kann ikki sigast annað, enn at árið í ár hevur verið eitt satt vónbrot hjá neistamonnum, og tað førdi eisini við sær, at leikandi venjarin, Damir Oros, gavst sum venjari. Nú er hann bara spælari, og tað tóktist hjálpa eitt sindur upp á støðuna, og so verður spennandi at síggja, hvønn týdning tað kemur at hava, tá ið Oros skal dystast við gomlu liðfelagarnar úr Kollafirði sunnudagin. Fýra dystir eru á skránni í Sunset- kappingini sunnu- dagin, og á pappírin- um sær út til, at størsti spenningurin verður í Vestmanna HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í Vestmanna fær VÍF vitjan av Søljuni, og vágakvinnur- nar hava verið óivað mest positiva yvirraskilsi í kvinnukappingini í ár. Tær hava ligið heilt frammi í oddinum, men eru dotnar niður á fjórðaplássið nú beint framman fyri VÍF. Vestmannakvinnnur hava í fleiri ár verið við í toppin- um av føroyskum kvinnu- hondbólti, men missurin av fleiri lyklaleikarum undan hesum kappingarárinum hevur ført við sær, at tær nú ikki longur teljast millum medaljukandidatarnar. Lætt hjá teimum fremstu Tey trý fremstu liðini í Sun- set-kappigini, Stjørnan, VB og Neistin hava øll trý á pappírinum lættar uppgávur sunnudagin. Oddaliðið Stjørnan skal til Runavíkar at dystas við avgjørda botn- liðið Tjaldur, og tað hevði verið einki minni enn ein sensatión, um tað skuldi eydnast Tjaldrinum at fáa sítt fyrsta stig í hesum kapp- ingarárinum í tí dystinum. Nærmastu kappingar- neytarnir hjá Stjørnuni eru vágskvinnur, og VB fær sunnudagin vitjan av StÍF í Vàgi. Her er eisini lagt upp til ein stórsigur til heima- liðið, sum serliga á heima- vølli ofta renna mótstøðu- liðini um koll. StÍF hevur tó viðvhvørt gjørt ein vørr móti onkrum av fremru lið- unum, men at tær skulu gera nakað við VB í Vági tykist ógvuliga lítið sannlíkt. Í Havn verður granna- uppgerð millum havnarfel- øgini bæði, Kyndil og Neistan, og her eru neista- kvinnur greiðir favorittar. Neistin liggur í løtuni á einum bronsuplássi, meðan Kyndil er næstaftast, og munurin á hesum báðum liðum hevur verið týðuligur í innanhýsis dystunum fyrr í ár, og tað verður hann óiv- að eisini sunnudagin. Mest spennandi í Vestmanna Dystir um vikuskiftið Hondbóltur: Sunnudagin 9. januar: Kl. 14.30 VÍF-Sóljan Sunset-kappingin Vestmanna Kl. 14.30 Kyndil-Neistin Sunset-kappingin Hálsi Kl. 15.00 Tjaldur-Stjørnan Sunset-kappingin Runavík Kl. 15.00 VB-StÍF Sunset-kappingin Vági Kl. 16.00 KÍF-Neistin Atlantic Airways-kappingin Hoyvík Kl. 16.00 VÍF-H71 Atlantic Airways-kappingin Vestmanna Kl. 16.00 StÍF-Kyndil Atlantic Airways-kappingin Skála Vestmenningar stuðla Reyða Krossi Vestmanna Ítróttarfelag hevur avgjørt, at inntøkurnar av dystunum í Atlantic Airways og Sunset kappingunum í Vestmanna, sunnu- dagin 09.01.05, verða latnar Reyða Krossi, í samband við innsavnanina til tey neyðstøddu eftir flóðaldu- vanlukkuna í Fjareystri. Vanligt atgongugjald verður kravt til dystirnar, men hava fólk áhuga í at lata meira, eru tey vælkomin til tað. Stuðulsfelagið hjá VÍF fer undir dystunum, at sam- skipa innsavnan pening, umframt at dómararnir til dystirnar, Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, hava játtað, at ásetta dómarasamsðning teirra eisini skal latast Reyða Krossi. Á hendan hátt vil VÍF sýna samkenslu við teimu raktu og stuðla eftir førimuni. vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 0 0 - 0 - 0 308 238 70 8 2 VÍF 0 0 - 0 - 0 295 259 36 8 3 H71 0 0 - 0 - 0 297 293 4 5 4 KÍF 0 0 - 0 - 0 241 271 -30 4 5 StÍF 0 0 - 0 - 0 267 303 -36 3 6 Neistin 0 0 - 0 - 0 268 312 -44 3 vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 10 10 - 0 - 0 267 198 69 20 2 VB 10 9 - 0 - 1 309 192 117 18 3 Neistin 11 8 - 0 - 3 321 233 88 16 4 Søljan 11 6 - 0 - 5 313 261 52 12 5 VÍF 11 5 - 0 - 6 266 249 17 10 6 StÍF 10 2 - 1 - 7 215 261 -46 5 7 Kyndil 11 1 - 1 - 9 197 312 -115 3 8 Tjaldur 10 0 - 0 - 10 177 359 -182 0 Vestmenningar hava vanliga gott tak á H71, tá ið hoyvíkingar vitja VÍF í Vestmanna savnsmynd Í Sunset-kappingini verður grannauppgerð á Hálsi sunnudagin, tá ið Kyndil og Neistin hittast savnsmynd