Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Um vikuskiftið verður árliga Mjølnir-kapp- ingin hjá teimum eldru leikt í Klaksvík. Vinnararnir av kapp- ingunum í meistara- deildini hjá bæði kvinnum og monnum tryggja sær samstund- is sess í steypafinaluni FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Afturvendandi flogbólts- kappingarnar, sum á hvørj- um ári verða fyriskipaðar kring landið, hava fingið ein nýggjan dám, síðani Flogbóltssamband Føroya gjørdi av, at liðini, sum vunnu ávíkavíst FK-kapp- ingina hjá Fleyr og Mjøln- ir-kappingina, samstundis vunnu sær sess í steypa- finaluni. Mjølnir er í báðum finalunum Tann fyrra av hesum báð- um kappingum, nevnliga FK-kappingin hjá Fleyr, var spæld í Havn í heyst, og tá gjørdu klaksvíkingar bart í høvuðsstaðnum. Mjølnir vann nevnliga bæði meist- aradeildina hjá kvinnum og hjá monnum, og tískil eru klaksvíkingar við í báðum steypafinalunum, sum verða leiktar á Hálsi tann 12. februar. Nú skulu hinir finalistar- nir so finnast, og tað verður gjørt í Klaksvík um viki- skiftið, tá ið árliga Mjølnir- kappingin er á skránni. Tey mongu liðini, ið skulu taka lut í Mjølnir- kappingini, leggja til brots tíðliga leygarmorgunin og spælt verður allan dagin, bæði í KÍ-høllini og í fim- leikahøllum í býnum. Sunnudagin verða so final- urnar á skránni. Spælt verður í seks deild- um, meistaradeild, 1. deild og 2. deild hjá bæði kvinn- um og monnum. Steypafinalistar skulu finnast Nr. 4 • fríggjadagur • 7. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Leygardagin verður skipað fyri stuttleikakapping fyri íslandsross í høllini hjá Berg hestum við Oyggjar- vegin. Kappingin byrjar seinnapartin leygardagin, og lagt verður til brots klokkan trý. Kappast verður í fet, spakuligt tølt, trav og øltølt. Luttøkugjaldið er 50 krón- ur, og boðast kann frá lut- tøku á tlf. 316896, 226211 og 222906. tn Stuttleikakapping fyri íslandsross Real Madrid vann upp á 7 minuttir Mikukvøldið vóru sein- astu sjey minuttirnir av dystinum millum Real Madrid og Real Sociedad leiktir. Dysturin bleiv fyrr í vetur avblástur sjey min- uttir fyri tíð, tí at ein bumbuhóttan var á leik- vøllinum. Tá var støðan 0-0. Spanska fótbóltssam- bandið avgjørdi, at teir seinastu sjey minuttirnir skuldu leikast mikukvøld- ið, og tá eydnaðist tað Real Madrid at fáa eitt mál. Brasilski framherjin Ronaldo bleiv koyrdur um koll, og fraklendingurin Zinedine Zidane settii brotssparkið í netið. Kapping um Schwarzer Bæði Arsenal og Man- chester United leita í hes- um døgum eftir einum nýggjum málverja, og nú sigst, at feløgini bæði hava vent eyguni móti sama manni. Talan er um málverjan hjá Middles- borough, Mark Schwarzer. Avstralski málverjin sigur alment, at tað er ikki óhugsandi, at hann flytir til annað felag í hesum mánaðinum, og at talan allarhelst verður um eitt størri felag enn Middlesborugh. Pellegrino til Liverpool Argentinski verjuleikarin Mauricio Pellegrino skrivaði mikudagin undir ein seks mánaðar langan sáttmála við enska felagið Liverpool FC, við møgu- leika fyri at longjan sátt- málan við einum ári. Pellegrino kemur úr spanska felagnum Valencia, har hann hevur leikt síðani á sumri í 1999. Í Valencia leikti argentinski miðverjin undir núverandi Liver- pool-venjaranum Rafael Benitez, og teir báðir fara nú sostatt aftur at sam- starva. Chelsea vil hava Ferdinand Manchester United fer eftir øllum at døma at bjóða landsliðsverjuleik- aranum Rio Ferdinand ein nýggjan sáttmála í næst- um, sum er verdur slakar 300 milliónir krónur. Tal- an er um helst størsta sátt- málan í søguni hjá enska felagnum, men tað kann verða, at tað ikki er nóg mikið. Tað ljóðar nevn- liga, at Chelsea, sum jú hevur ein rættuliga stóran pengapung, stendur til reiðar við einum enn betri tilboði til Rio Ferdinand. Størsti lottovinningur í danskari søgu Størsti lottovinningurin nakrantíð í danskari søgu gjørdist veruleiki miku- kvøldið. Tá vann ein heppin dani nevnliga heil- ar 32,4 milliónir krónur á einum snarseðli, sum við- komandi hevði keypt í einari lítlari sølubúð á Amager í Keypmanna- havn. Talan er um nógv tann størsta vinningin nakran- tíð i Danmark, tí gamla metið var upp á 22 milli- ónir krónur. tn Flogbóltskappingin í Klaksvík um vikuskiftið fer at avgerða, hvørji lið skulu dystast við Mjølnir í steypafinaluni hjá bæði kvinnum og monnum savnsmynd Liverpool-treff á Eiði Leygardagin 15. januar 2005 skipar felagið »Liv- erpool Føroyar», sum er felag fyri fjepparar hjá enska felagnum Liver- pool FC, fyri einum spennandi treffi á Eiði í samband við heimadystin móti Manchester United. Skráin fyri dagin er, frá klokkan 9 á morgni til middags verður spælt innandura í ítróttarhøllini á Eiði. Frá klokkan 12 verður fótbóltur á stór- skíggja í EB-húsinum, og frá klokkan trý seinna- partin verður døgurði og kaffi á Hotel Eiði. Tiltakið er bert fyri limir í felagnum, og meira kann lesast um tilmelding á heimasíðuni hjá felagn- um – www.liverpool.fo. Tað er Leif Berg frá Berg hestum, ið skipar fyri stuttleikakappingini fyri íslandsross savnsmynd