fríggjadagur 7. januar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2005
19
Fimleika-
felagið
Støkk
havt
aðalfund
Tann 23. november
hevði fimleikafelag-
ið Støkk aðalfund.
Tríggir nevndarlim-
ir stóðu fyri vali, og
tey vórðu øll aftur-
vald
Tey sum stóðu fyri aftur-
vali vóru Jastrid Weihe,
Arni Carlsen og Elsa Høj-
gaard, og tey stillaðu øll
uppaftur. Tann 1. des.
skipaði nevndin seg so-
leiðis: Arni Carlsen, for-
maður, Jastrid Weihe,
næstformaður,
Annie
Højgaard, kassameistari,
Elsa Højgaard, skrivari og
Kinna F. Olsen, nevndar-
limur. Eykanevndarlimir
eru Unn Steingrund og
Jákup Andrias Hentze.
Eisini hevði Støkk eyka-
aðalfund 29. des. 2004,
her var á skránni nýggj
Støkkhøll. Støkk hevur í
drúgva tíð arbeitt við at
betra umstøðurnar til
fimleikin og felagslív
annars. Nevndin er nú
komin so mikið áleiðis
við hesum arbeiði, at að-
alfundurin skuldi taka
støðu til um farast skal
fara víðari við hesum ar-
beiði.
Eykaaðalfundurin
tók
einmalt undir við teimum
ætlanum nevndin legði
fram, og gav nevndini
heimild at fara víðari við
projektering av hesum ar-
beiði. Eisini gav aðal-
fundurin nevndini heim-
ild at avhenda verandi
Støkkhøll.
Eykaaðalfundurin sam-
tykti eisini at heita á
nevndina at arbeiða skjótt
við hesum, soleiðis at
møguleiki kann vera hjá
Støkk at flyta alt virksemi
í nýggja høll tá felagið
fyllir
40
ár,
tann
23.11.2006.
Fimleikafelagið
Støkk
hevur í dag uml. 500
íðkandi limir, sum venja í
fýra ymiskum hallum.
Claus tímir ikki meir
Síðani hann javnaði
til 1-1 á Kypros og í
sama dysti breyt eitt
rivjabein, hevur tað
ikki eydnast fram-
rættaða spælaranum í
Coventry at sleppa á
liðið, og nú er tolið
hjá honum uppi
ÚTISETI
Jóannes Hansen
At tað kann ganga skjótt
hvønn vegin í fótbólti, eru
tað mong dømi um. Eitt er
Claus Bech Jørgensen.
Eftir at tað fyrsta kapping-
arárið hjá honum hevði
gingið rættuliga striltið at
sleppa framat í Coventry,
so sá tað eftir summar-
steðgin í fjør ljósari út.
Fyrst varð hann skiftur inn
nakrar ferðirnar, og tá ið
hann á flogvøllinum í Lut-
on hitti føroyska landsliðið,
sum var á veg suður á
Kypros, var lagið heilt gott,
og tað var ikki so undarligt.
Claus hevði júst vunnið sær
fast pláss á miðvøllinum í
Coventry, og góða máltevið
var komið til sín rætt.
Á Kypros tóktist tað
eisini skula ganga rætta
vegin. Í 1. hálvleiki javnaði
Claus til 1-1, og møgu-
leikar tóktust skula vera
fyri, at ferðin suður hagar
skuldi nýtast sum reklamu-
ferð. Men so var Claus
óheppin. Ein løstur undir
síðuni vísti seg at vera
álvarssamur. Rivjabein var
brotið, og eftir fyrru trý
korterini í Nicosia kom
Claus ikki á vøllin. Síðani
hevur hann spælt millum
lítið og einki.
Hóast tað var í landsdysti
fyri Føroyar, at Claus varð
skaddur, so er hann fram-
vegis hugaður at spæla á
landsliðnum.
– Eg havi tosað við Henr-
ik Larsen, og eg eri fram-
vegis sinnaður at umboða
Føroyar, sigur Coventry
spælarin, sum er kvalifiser-
aður at spæla fyri Føroyar,
tí mamman er ættað úr
Føroyum.
Ætlar at skifta felag
Á jólum var Claus framveg-
is eymur av skaðanum á
Kypros. Hann hevði tó vant
nógv, og hann helt seg vera
nóg væl fyri at spæla á besta
liðnum í Coventry. Men
hann slapp ikki framat.
– Nú er tolið uppi. Eg
havi gjørt av við meg
sjálvan, at eg ikki fari at
halda fram í Coventry. Tað
havi eg sagt venjaranum,
Peter Reid. Sáttmálaskeiðið
hjá mær her í Coventry er
liðugt í summar. Men venj-
arin hevur latið meg vita, at
um eg fái eitt tilboð nú í
januar, so fara teir einki at
krevja fyri meg. Alla
staðni, har eg havi spælt,
havi eg kent tað soleiðis, at
felagið hevur fingið bonus
fyri lønina, sum teir hava
rindað mær. Soleiðis kenni
eg tað ikki her í Coventry.
Men eg haldi ikki, at eg
havi fingið høvi at vísa,
hvør dugur er í mær, segði
Claus Bech Jørgensen stutt
fyri jól við lokala blaðið í
Horsens, sum hann er
ættaður úr.
Droymir um Ongland
Hóast tað seinasta hálva
annað árið ikki hevur
hilnast væl, so sigur Claus
Bech Jørgensen seg ikki
ætla at stinga í sekkin og
flyta úr Onglandi og heim
til Danmarkar, har hann
kanska kundi fingið møgu-
leikan at spælt í bestu
deildini. Eitt nú hevur tað
verið nevnt á onkrum
heimasíðum, sum hava við
AaB at gera, at Claus Bech
Jørgensen kanska hevði
verið ein møguleiki fyri
styrki, nú tað í januar aftur
er loyvt at keypa og selja
fótbóltsspælarar.
Sambært lokalu pressuni
í Horsens var kona før-
oyska
landsliðsspælaran
sett til at eiga í dag, og um
tað gongst, sum Claus ætl-
ar, at tað skal gera, so fer
nýføðingurin at liva síni
fyrstu ár í Onglandi.
– Okkum hevur dámað
sera væl her í Onglandi. Vit
hava flutt ikki so lítið. Tað
sigur seg sjálvt, at vit hava
gjørt tað, tá ið eg í ellivu ár
havi umboðað átta feløg.
Vit síggja hetta sum ein
dreym og møguleika, og
tað hevur stóran týdning
fyri meg at búgva tætt við
felagið, sum eg umboði.
Tá ið Claus av danska
blaðnum verður spurdur,
um hann hevur fingið
nakað tilboð, so sigur hann
nei, og so leggur hann aft-
urat, hvat hann kundi
hugsað sær:
– Nú umboði eg eitt felag
í næstbestu deildini, og eg
hevði avgjørt einki havt
ímóti, at eg eisini í fram-
tíðini fekk høvi at umboða
felag í 1. deild. Men um tað
ikki fer at bera til, so vil eg
fegin enn eina ferð royna
meg í 2. deild. Tá ið eg um-
boðaði Bournemouth hiln-
aðist tað rættuliga væl.
Hósdagin varð Peter
Reid sagdur úr venj-
arastarvinum í Cov-
entry, har hann hevur
havt ábyrgdina síðani
í mai í fjør
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Um tað fer at bera nakran
glotta fyri føroyska lands-
liðsspælaran í felagnum,
Claus Bech Jørgensen, við
sær, er óvist. Men tað er ein
veruleiki, at Coventry í
fyrradagin skifti venjara.
Peter Reid og vit eru samdir
um, at vit skulu ikki halda
fram við samstarvinum,
varð sagt í tíðindaskrivin-
um, sum varð almanna
kunngjørt. Soleiðis plagar
tað at verða sagt, tá ið ein
venjari, sum felagið innast
inni heldur av, skal hava
sekkin, tí naggatódn er
komin í. Coventry er fjórði
aftast í næstbestu eingilsku
deildini.
Enn er eingin avgerð tik-
in um, hvør nú skal eiga
ábyrgdina. Fyribils skal
vinmaðurin hjá Peter Reid
seinastu tjúgu árini og
hjálparvenjarin hjá honum í
Coventry, Adrian Heath,
hava ábyrgdina. Tað skal
hann hava seinnapartin í
dag, tá ið Coventry í triðja
umfarinum í FA Cup skal
spæla móti Crewe.
Tað hevur ikki hilnast
nakað serligt hjá Peter
Reid, síðani hann kom til
Coventry. Teir hava spælt
31 dystir. Tíggju ferðir hava
teir vunnið, átta ferðir hev-
ur verið javnleikur, og trett-
an ferðir hevur Coventry
einki fingið burturúr.
Síðani hann fyri hálvum
øðrum ári síðani flutti til
Coventry, heldur Claus
Bech Jørgensen seg ikki
hava
fingið
rættuligar
møguleikar at vísa, hvør
dugur er í honum. Tí hevur
Claus gjørt upp við seg
sjálvan, at hann skal flyta
til annað felag nú beinan-
vegin og í seinasta lagið í
summar, tá ið sáttmála-
skeiðið
hjá
honum
í
Coventry verður liðugt. Um
tað fer at bera nakrar broyt-
ingar við sær fyri Claus, at
venjarin nú er farin úr
Coventry, veit søgan einki
at siga um enn.
Claus hevur fingið nýggjan venjara
Landsliðsleikarin Claus Bech Jørgensen hevur ikki hug til at halda fram í felagi sínum Coventry, og leiðslan í felagnum hevur
eisini boðað honum frá, at fær hann nakað tilboð aðrastaðnis frá, kann hann fara fyri einki.
savnsmynd