fríggjadagur 11. juni 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 107 - 10. JUNI 1999
tíðindablaðið S0572 7
e-mail: emilasosialurin.fo
Herfølge ætlar
at selja Jakup
Stjórin í Herfólge BK roknar við og vónar, at fóroyski
landsliðsmálverjin seinni í ár verður seldur út av landi-
num
Sannlíkið er stórt fyri, at
føroyski landsliðsmálverjin,
Jákup Mikkelsen, eina ferð
í hesum árinum er at skifta
felag. Sáttmálin við
Herfølge BK er galdandi til
1. juli komandi ár, men tað
er ymiskt, sum bendir á, at
tíðin hjá Jákupi Mikkelsen
i Herfølge verður styttri enn
so.
Komandi summar verður
Jákup ein leysur maður, og
tað vil siga, at tá fær
Herfølge einki burturúr, um
eitt annað felag ger sáttmála
við Jákup Mikkelsen. Um
Herfølge selur málverjan í
sáttmálaskeiðnum, so
kunnu teir krevja pengar frå
felagnum, sum keypir, og
tað er hetta, sum telur.
— Jákup Mikkelsen er til
sølu. Í prinsippinum eru
allir spælararnir til sølu.
Spurningurin er bara, um vit
finna ein keypara, sum vil
rinda tað, ið vit halda er
rímuligt, og tá tað snýr seg
um málverjan hjá okkum,
so er prísurin á einum so-
vornum stødi, at møguligu
keypararnir í Danmark eru
fáir.
Hetta sigur Kenneth
Wegner. Í síni tíð var hann
á danska landsliðnum, men
nú er hann stjóri í Herfølge
BK. Nær Jákup fer at flyta
til eitt annað felag dugir
hann ikki at siga nakað um
í løtuni. Tað kann vera, at
tað verður um nakrar vikur,
men tað kann eisini vera, at
tað verður eina ferð seinni í
ár.
Rætti prísurin
Tá landsliðið var saman og
fyrirreikaði seg til dystin
móti Bosnia, spurdu vit Ják-
up Mikkelsen, um nakað er
í tíðindunum um, at hann
skal skifta felag. Málverjin
ynskti ikki at gera nakrar
viðmerkingar til prátið, men
hann segði kortini, at um
hann skal skifta til eitt ann-
að felag, meðan hann er
såttmålabundin við Herføl-
ge, so skal talan vera um
eitt rættuliga gott tilboð, og
so kunnu vit leggja tvey og
tvey saman og siga, at talan
skal bæði vera um eina ikki
so lítla peningaupphædd,
sum verður rindað spælara-
num, tá hann skrivar undir,
og um eina månadarløn,
sum er rættuliga stór.
Jákup Mikkelsen gongur
í læraraskúla, og hann fer
ikki bara soleiðis uttan víð-
ari at søkja farloyvi, skifta
skúla ella hvat annað møg-
uliga kann koma upp á tal,
og tí er væl skiljandi, at tað
skulu stórar upphæddir á
borðið.
Trupult við málverjum
Kenneth Wegner hevur gott
mót um, at tað skal eydnast
at selja Jákup Mikkelsen,
men hann sigur samstundis,
at tað ofta vísir seg at vera
torført at finna keyparar til
málverjar, sjálvt um teir eru
góðir:
— Vit hava fleiri dømir í
Danmark um hetta. Mogens
Krogh í Brøndby hevur
ynskt at koma út um land-
oddarnar, men tað eydnaðist
ikki, og nú verður tað neyv-
an. Og vit kunnu nevna Lars
Høgh, Ole Quist, Troels
Rasmussen og Ole Kjær,
sum i áttati árunum vóru á
landsliðnum. Tað ljóðaði
ofta, at teir skuldu flyta utt-
anlands, men tað spurdist
einki burturúr, fyrst og
fremst tí útlendsku feløgini
ikki eru so áhugað í at keypa
málverjar. Fokus verður
fyrst og fremst sett á álops-
spælarar og kanska miðvall-
arar, og málverjarnir koma
aftast í rødini. Men sum
sagt, so vóni og vænti eg,
at tað fer at eydnast at selja
Jákup, men eg kann ikki
enn siga tær, hvør keyparin
verður, tí tað veit eg ikki,
sigur Kenneth Wegner,
stjóri í Herfølge, og harvið
vil hann ikki vátta tíðindini,
sum hava ljóðað um, at okk-
urt skotskt felag skal vera
áhugað í málverjanum.
jh
Landsliðsmálverjin Jákup
Mikkelsen
K
Hagtølini standa fyri falli
Fyri fyrstu ferð hevur tað eydnast at sleppa undan tapi i triggjar dystir á rað og fyri fyrstu ferð hevur tað eydnast í
einari undankapping at fáa stig móti trimum tjóðum
Blíði byrðurin, sum lands-
liðið hevur havt hesa síðstu
tíðina ger, at nýggj met
verða sett so at siga hvørja
ferð landsliðið spælir, og
javnleikurin móti Bosnia
var einki undantak í so
máta.
Fyri fyrstu ferð, síðani
Føroyar í 1989 fóru upp í
altjóða fótbólt, hevur tað
eydnast at spæla tríggjar
dystir upp í slag uttan at
tapa. Í fyrstu 56 dystunum
taptu føroyingar ofta, men
nú hevur einki tap verið síð-
ani í Skotlandi í oktober.
Føroyar hava spælt tríggjar
javnleikir á rað (móti An-
dorra, Skotlandi og Bosnia),
og hetta eru samstundis
triggir av fimm javnleikum
i alt. Tann fyrsti var móti
Estlandi í venjingardysti á
Kypros í 1996 (2-2), og tann
næsti var í Litava í oktober
í fjør (0-0).
Javnleikurin móti Bosnia
hevði eisini við sær, at Før-
oyar hava fingið stig móti
trimum tjóðum í hesari und-
ankappingini. Landsliðið
hevur megnað javnleik móti
Litava, Skotlandi og Bosn-
ia, og tað hevur ongantíð
áður gingið so væl móti so
nógvum tjóðum.
Góða inntøku
Týsdagin skrivaðu vit, at
Uni Arge hevði spart FSF
fyri eina útreiðslu uppá 80
túsund krónur. Nú mugu vit
staðfesta, at Uni Arge hevur
givið FSF eina eyka út-
reiðslu uppá 82 túsund
krónur. Tað vóru nítjan
spælarar í hópinum, og teir
fáa fýra túsund krónur í part
fyri hvønn javnleikin. Og tá
vit leggja dagpengarnar,
sum eru 850 krénur fyri
hvønn dagin, afturat, so
koma vit til, at spælararnir
í part í hesa vikuna hava
fingið knappar 14 túsund
krónur, og tað er ikki so
lítið.
Leggja vit útreiðslurnar
til spælarar og starsvfólkini
saman, so verður samlaða
útreiðslan hjá FSF 334 tús-
und krónur. Tá eru bonus
pengarnir, sum Allan Sim-
onsen fær, ikki roknaðir
uppí, tí vit kenna ikki tann
partin av avtaluni millum
FSF og venjaran.
Runt roknað hava áskoð-
arainntøkurnar í sambandi
við hesar báðar heimadyst-
irnar verið eina staðni mill-
um seks og sjey hundrað
túsund krónur. Tofta Ítrótt-
arfelag skal hava sín part í
leigu fyri vøllin, men eitt
sindur verður eftir til FSF,
sum plagar at siga, at eina
ferð við landsliðnum uttan-
lands kostar umleið eina
fjórðings millión. Bara ein
uttanlandsferð er á skránni
í ár. Hon gongur niður til
Prag í oktober jh