Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 Jákup var ikki heilt nøgdur Málverjin tók ábyrgdina av fyrra málinum á seg, og iðraði seg um, at úrtókan úr nógvu møguleikunum ikki rakk til trý stig Føroyingar = hava tveir málverjar, sum teljast millum teir bestu í ávíkavíst Danmark og Íslandi. Hetta síðsta árið hevur Jákup Mikkelsen, sum mikukvoldið var á liðnum fyri 11. ferð, erið fyrsta valið, og tað man era s } 1 hevur Bos skoradu tvey g umframt tær báðu terð na var tað bara eina ettuliga vóru boð r tå stødan var 2-2, og Dosniaråarmmir KOMU leysir mitt Í málinum Jákup } jargaði frágera væl í tveimum umførum, og so eydnaðist tað Allani Morkore at sparka burtur á strikuni Jákup Mikkelsen tók — av Orøttum halda tey flestu ábyrgdina á seg fyri málinum, sum Skotland fekk leygardagin, men hesa ferð er tað kanska ikki so torført at halda við málverjanum, tá hann tekur ábyrgdina á seg fyri fyrra málinum. Hornasparkið lá so tætt at málinum, at eg átti at komið út og boka hann burtur. Onkur forðaði mær at sleppa framat, men tað er ikki ein haldgóð umbering hjá mær at koma við, staðfesti dåmligi málverjin. sum sunnudagin skal spæla å Eysturbrúgv i Keypmannahavn moti niðurflutta B93 Jåkup royndi at halda seg heitan, og tað var mest síni evni sum fotboltsspælari, at málverjin fekk loyvi at vísa, tá liðfelagarnir viðhvort spældu aftur til hansara Eg haldi, at hetta var ein dystur, sum vit áttu at vunnið Sammeta vit møguleikarnar, sum teir høvdu, við teir, sum vit høvdu, so verður úrslitið, at vit vóru tætt við nógv fleiri ferðir, staðfestir málverjin, sum harvið bæði er nøgdur við, at avrikini gerast alt meiri sannførandi, og iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa oll stigini hesa ferð. jh Óli fer kanska av landinum Aftasti maður á landsliðnum heldur. at uppgávan móti bosniarunum var lættari, enn hon var móti skotum Aftur og aftur er Oli Jo- hannesen millum berandi kreftirnar á føroyska lið- num. Hann ger ikki so nógv hóvasták burturúr í sínum spæli. men hann er drúgvur og trúgvur, hann ruddar væl upp. er sterkur við høvdi- num, er sannførandi i nær- dystunum, og so kemur tad eisini fyri, at hann roynir seg við langskoti Niðri í Bosnia var tað so óheppið, at eitt fríspark rakti í hælin á tvøråmanninum og snýtti Jákup Mikkelsen, og hetta heyði einasta málið í dystinum við sær. Hesa ferð var tað sjáldan. at Oli Jo- hannesen var undir stórum trýsti Eg kendi tað soleiðis. at boltførleikin hjá bosniar- unum var væl betur, enn hann var hjá skotunum. men teir megnaðu ikki at leggja so stórt trýst á okkum, tí teir vóru ikki serliga væl skip- aðir í verjupartinum, og tað gav okkum høvi at vera meiri við í uppspælinum og harvið gjørdist trýsti á okk- ara verju væl minni, sigur 26 ára gamli Oli Johanne- sen, sum — um alt gongur sum tað skal — fer at spæla landsdyst nummar fjøruti, tå Estland fyrst í september kemur til Føroya. Umhugsar framtidina Tveir av spælarunum å før- oyska liðnum gera í hesum døgum seg lidnar lærara- skúlanum. Teir eru Jóhannis Joensen, sum í komandi viku fer til síðstu provtøku- na, og so Oli Johannesen, sum longu undan dystinum móti Skotlandi hevði gjørt burtur av sær á Frælsinum. Tað hevur áður ljóðað. at útlendsk feløg — eitt nú Lyngby úr donsku superlig- uni — hava verið framvið, fyri at fáa føroyska verju- skiparan at spæla fyri seg, men higartil hevur Óli Jo- hannesen hildið seg til barn- dómsfelagið TB (burtursæð frá í 1997, tá hann gjørdist FM vinnari við B36). Craig Brown segði leyg- ardagin, at hann metti Óla Johannesen sum ein spæl- ara, ið væl kundi staðið seg í bestu skotsku deildini. Tí spyrja vit Ola, um hann hev- ur itøkiligar fyrispurningar um sáttmála uttanlands, men tað hevur hann ikki: - Men eg umhugsi stød- una. Eg eri akkurát liðugur við útbúgvingina, og skal eg geva frítíðarítrivinum ein møguleika at verða meiri enn bara frítíðarítriv, so skal tað vera nú, og tí eri eg opin fyri møguleikanum at fara av landinum og royna meg á hægri stødi. Gongur tað væl, so er tað fínt, og gong- ur tað minni væl, so er tað eingin skaði, og so kann eg gera brúk av útbúgvingini. sum eg júst eri liðugur við. jh tíðindablaðið S NR. 107 - 10. JUNI 1999 Á landsliðnum er Todi frælsur sum fuglurin FCK maðurin hevur ikki slept dreyminum um at koma til Onglands at spæla fótbólt Eingin ivi var um, at mest eyðsýnda føroyska avriki- num á Svangaskarði bæði leygardagin og mikudagin stóð Todi Jónsson fyri. All- an Simonsen hevdi valt stjórnuspælaran til liðfor- mann, tann royndin eydn- aðist sera væl, og hagtølini siga, at FCK maðurin er 6- sigraður sum liðformaður'! Í gjár fóru útisetarnir í Danmark og Noregi aftur av landinum, og sunnudagin skal Todi Jónsson saman við FCK til Aarhus at spæla móti Fremad. Nú skulu vit ikki missa fótafestið, men tað er munur á í altjóða hopi at spæla móti skotum og bosniarum, og so at renna í stadion í Aarhus, har vøll- urin i vår aftur og aftur hev- ur verið sammettur við eina eplaveltu. Og so er tað ein annar stórur munur á hjá Toda. Á landsliðnum er hann stjørn- uspælarin, meðan tað væl kann vera, at hann sunnu- dagin verður settur á beink- in at hyggja at, meðan Dav- id Nielsen og Thomas Thorninger rekja álops- plássini. Fyri tey, sum hava sæð landsliðið hesa síðstu vik- una, og sum fylgja við í donsku superliguni, er tað Sámal er mað ilt at fata, at tað skal vera so stórur munur á. Todi sjál- vur hevur hesa viðmerking- ina: — Eg kenni meg nógv frælsari á føroyska liðnum, enn eg geri í FCK. A Svang- askarði veit eg, at liðfelag- arnir hava stórt álit á mær, tí eg dagliga spæli á hægri stødi, enn teir flestu av hin- um gera, og tað ger, at eg kenni stóra ábyrgd á mær. Í FCK eru tað aðrir, sum verða roknaðir at vera stuð- ulsspælarar. Og so hóvar mær betri mátan, sum landsliðið spælir uppá, enn tann mátan, sum vit spæla í FCK. Tað geri eg, tí eg haldi, at spælið hjá lands- liðnum hevur við sær, at sterku síðurnar hjá mær sum spælari koma betri til sin rætt her, enn tær gera i FCK, har tad er sera sjåldan, at eg fái bóltin langt úti á vellinum og havi møguleika at venda mær á og seta ferð á. Dreymurin er Ongland Hesar tíggju dagarnar, Todi Jónsson hevur verið í Før- oyum, hava fjølmiðlarnir verið á tremur við tíðndum úr FCK, og — sum vanligt, tíverri — hevur tað ikki verið fyri tað góða. Ti er ikki av leið at spyrja føroyska lið- formannin, um hann ikki er troyttur av at vera í einum felag, har hann ikki er vísur í at spæla, og har tað hevur verið so nógv órógv. — Eg havi sáttmála við FCK, og hann eri eg sjálv- andi sinnaður at halda meg til. Eg havi ongantíð dult, at dreymurin er at sleppa til Onglands at spæla, og tað er hann framvegis. Hevur tú nakað boð um at fara hagar? — Eg veit ikki, hvørji boð felagið hjá mær, møguliga. fær, men tað er torført at gera vart við seg, tá tú ofta situr á beinkinum og íkki skorar og leggur upp til málini, sum tað verður roknað við, at ein álops- spælari ger, so er tað torført. Men kanska onkur fær eyga á mannin, sum hevur spælt í álopinum hjá føroyska lið- num hesa seinastu vikuna, droynir Todi Jónsson og gleðir seg longu til at hitta liðfelagarnar á landsliðnum aftur um knappar tríggjar mánaðir. jh Allani Landsliðsvenjarin metir miðvallaran hjá GÍ at vera av sama týdningi sum Jens Jørn Bertelsen hevði á liðnum, sum venjarin í áttati árunum var partur av Tað kemur vidhvørt fyri, at tað verður funnist at mið- vøllinum, og at hann er ov tunnur. Eisini eftir dystin móti skotum varð kikarin settur á midvøllin, og ta ferðina vóru tað fleiri, sum hildu, at Sámal Joensen ikki hevði verið nóg sannfør- andi. Men Allan Simonsen, landsliðsvenjari, er ikki samdur í, at Sámal Joensen ikki hevur verið sannfor- andi, og venjarin dylir ikki, at hann sær Sámal Joensen, sum hesi bæði seinastu árini hevur spælt tíggju lands- dystir, sum ein av týdning- armiklastu spælarunum á liðnum: — Í áttati árunum var eg sjálvu partur av einum góð- um donskum landsliði. Tað varð nógv tosað og skrivað um okkum, sum skutu mál og vóru framrættaðir, með- an summir av hinum ikki fingu so nógva umrødu. Ikki so sjáldan varð sagt, at Jens Jørn Bertelsen hoyrdi ikki heima á liðnum, men Sepp Piontek undirstrikaði ferð eftir ferð, at Jens Jørn var ein av týdningarmikl- astu spælarunum, og eg vil siga, at Sámal Joensen hev- ur sama leiklutin hjá okk- um. Hann bakkar upp, tá hinir fara framvid, hann vinnur nógvar bóltar, og tað er fantastiska ofta, at hann kemur ímillum samanspæl- ið hjá métstødumonnunum. Sámal er mín maður, og tað havi eg sagt honum, at hann er, uttan mun til hvat verður sagt og skrivað um avrikini hjá honum. Útlúgvaður Sámal Joensen heldur sjálv- ur, at úrslitini ímóti bæði Skotlandi og Bosnia komust av sera góðum liðavrikum: — Eg iðri meg um, at vit ikki vunnu í dag, men sam- stundis mugu vit vera real- istisk og ásanna, at um tað gekk heilt illa, so kundu vit havt tapt. Tú vart meiri eyðsýndur í dag, enn tú vart leygar- dagin? — Tað veit eg ikki, men talan var um tveir heilt ym- iskar dystir, tí métstødulid- ini høvdu hvor sín spælistil. Skotarnir spældu nógv í luftini, og tá er tað ofta tor- førari at vera miðvallar- spælari, enn tá mótstøðu - menninir fyri tað mesta halda bóltin á jørdini, so- leiðis sum bosniararnir gjørdu tað, er metingin hjá Sámali Joensen, sum var púra útlúgvaður, og sum hevur fingið at vita, at hann er maðurin hjá Allani Sim- onsen. jh OOA ILLS