Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Er NR. 107 - 10. JUNI 1999 Spælararnir Avrikið móti Bosnia var so sannfør- andi, at tað er ikki órímuligt at rokna við í hvussu so er einum sigri, tá Est- land og Litava koma hendavegin Enn eina ferð vónaðu vit, at tað skuldi ganga væl, og enn eina ferð lúrdi bivanin fyri, at tað skuldi ganga minni væl, men eftir lokið stríð kunnu vit staðfesta, at føroyskur landsliðsfótbóltur hevur lyft seg sjálvan í hvussu so er ein og kanska hálvan annan flokk upp, síðani fyrstu fetini vórðu tikin fyri tíggju árum síðani, og nú er tað vorðið soleiðis, at áskoðararnir fara ikki meiri enn hålvnøgdir av Svangaskarði, eftir javnleik móti fótbóltstjóð, sum tað bara fyri fáum árum síðani heyði verið óhugsandi at rokna við meiri ímóti enn einum heiðurligum tapi, og tað vil siga tvey ella trý null. Uppgerðin móti Bosnia var tað mest undirhaldandi, sum nakrantíð hevur verið á Svangaskarði, og tað er bara ein sannroynd, at av- rikið og úrslitið hjá spælar- Hagtøl unum ger, at nú verða før- oyingar roknaðir — bæði í Føroyum og uttanfyri land- oddarnar — sum favorittar, tá baltisku londini fyrst í september koma higar. Trilvandi byrjan Bosnia fekk eitt bíligt mál eftir horna úr vinstru, sum liðformaðurin Elvir Bolic, stútaði í kassan úr stuttari fjarstødu, meðan málverji og verja hugdu at. Tá var bara eitt lítið korter farið, og so var møguleikin har fyri skrædlinum, sum altíð kann koma. Men føroysku spælararnir vóru ikki skelkaðir. Teir hava drúgvar altjóða roynd- ir, og eftir eina eitt sindur tøvandi byrjan, hildu teir seg til avtaluna, sum teir frammanundan høvdu gjørt við venjaran um, at verju- garðurin skuldi setast rammarlaga á vellinum, frammarlaga á vellinum Føroyar-Bosnia/Hersegovina 2-2 (1-1) EM undankappingardystur Mikudagin 9. juni 1999 kl. 19.00 Á Svangaskarði 4.800 gjaldandi ásoðarar 0-1: Elvir Bolic 13 1-1: Uni Arge 38 2-1: Uni Arge 47 2-2: Elvir Bolic 49 Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, Herfølge - 9. Allan Mørkøre, HB, 7. Hans Fróði Hansen, HB, 2. Oli Johannesen, TB, 4. Pól Thorsteinsson, B36, 5. Øssur Hansen, B36 (14. Henning Jarnskor, GÍ, 65) - 3. Sámal Joensen, GÍ, 11. John Petersen, B36. 6. Julian Johnsson, Kongsvinger - 8. Uni Arge, Leiftur (12. Jóhannis Joensen, HB, 87), 10. Todi ADS, lidformadur, FCK Å beinkinum uttan at verða skiftir inn: 13. John Hansen, KÍ, 15. Jákup á Borg, B36, 16. Jens Martin Knudsen, Leiftur, 17. Fróði Benjaminsen, B68, 18. Jan Dam, HB ; Gult kort: Óli Johannesen Reytt kort: eingin Venjari: Allan Simonsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Liðleiðari: Petur Elias Petersen Lækni: Torbjørn Viderø Fyrsioterapeutur: John-Reid Skoralíð Bosnia/Hersegovina: 1. Mirsad Dedic, Sarajevo - 2. Edin Smajic, Iskra, 4. Mirza Varesanovic, Bursaspor, 5. Mirsad Hibic, FC Sevilla, 3. Bakir Beserivic, Osijek - 6. Almir Turkovic, Zadarkomerec (14. Omer Joulic, 63) 10. Edin Mujcin, Croatia, 8. Nermin Sabic, Croatia - 7. Senad Repuh, Bursaspor (17. Adnan Osmanhodzic, 78), 9. Elvir Bolic, liðformaður, Fenerbahce, 11. Marko Topic, Monza (16. Samir Muratovic, Zmaj od Bosne, 87) A beinkinum uttan at verda skiftir inn: 12. 13. Adis Mucalic, Becirevic, Bosna, Ihtijarevic, Sarajevo Kenan 15. Faruk Gult kort: Nermin Sabic, Croatia, 24. min., Mirza Varesanovic, 45. min, Elvir Bolic, 53. min Reytt kort: eingin Venjari: Faruk Hadzibegic Hjålparvenjarar: Mehmed Janjos, Dino Durbuzovic og Enver Maric Lækni: Edib dr Jerlagic Fysioterapeutur: Radomir Cosovic Dómarakvartett úr Onglandi: Peter Jones, James Sheffield, Greame Atkins og Steve Dunn UEFA umboð: Svein Rustad úr Noregi tíðindablaðið = 17 leggja tryst å seg sjålvar har bosniararnir oftast plaga at fåa frid so at siga at hugna sær við bóltinum. Tað var týðuligt, at hetta var ikki nakað, sum hóvaði mót- stødumonnunum. Við Juli- ani Johnsson sum einari 6- metaligari drivmegi vardu og takladu føroysku spæl- ararnir, so tað sang eftir í, teir vóru væl skipaðir i verj- partinum, og m6tstødu- menninir, ið við Edin Mu- jein sum miðvallarovasta royndu at samanspæla og við tveimum álopsmonnum og einum sera framrættað- um miðvallara vónaðu at spæla seg til møguleikarnar, ið skuldu til fyri at fara av aftur landinum við ollum stigunum, fingu so at siga ongar målmøguleikar. Framrættaða spælið Føroyska liðið staðfesti enn eina ferð, at í verjupartinum kunnu teir spæla upp móti teimum bestu, og fyri bosn- iararnar hevði tað verið uppá sítt pláss, tá teir eina ferð koma til hús aftur, at teir settu seg frammanfyri sjónvarpið, hugdu at dysti- num móti Føroyum og har- við lærdu seg, hvussu skil- agott verjuspæl skal skipast. Elvir Bolic og Marko Topic vóru fremstu menninir hjá Bosnia, og teir máldu báðir umleið 190 centimetrar, men hetta tóktist ikki at bila í fóroysku verjuni, har Pól Thorsteinsson aftur var ein brandur, og har Oli Johann- esen og Hans Fr6di Hansen stóðu seg væl. Sum oftast hevur fram- rættada spælid verid meiri fåtæksligt, tå føroyingar hava spælt móti teimum, sum higartil hava verið mett at vera stór — í hvussu so er sammett við Føroyar. So- leiðis var ikki hesa ferð. John Petersen var á miðvall- arplássinum, sum hann hev- ur trivist væl á, og Todi Jónsson hevði aftur fingið Una Arge við síðuna av sær í álopinum. Sámal Joensen og Julian vunnu eina rúgvu av bóltum, onkuntið var tað órudduligt og eitt sindur av pingpong, men ferð eftir ferð eydnaðist tað at sam- anspæla skilagott, og so skoladu álopini móti måi- num hjá Mirsad Dedic, sum var sannur risi í bosniksa málinum. Todi Jónsson var frágera væl upplagdur. Hann megn- aði at fáa tak á bóltinum, so at siga uttan mun til, hvussu teir komu til hansara, hann sneiddi og snaraði mOtstød- umenn av sær, og hann hevði eyga fyri at leggja neyvar bóltar til liðfelagar- nar, og tá John Petersen á hálva tímanum snaraði um seg sjálvan og sendi diagon- alt til Allan Mørkøre, sum var púra leysur í høgru (ti- verri steðgaði ein mótstøð- umaður akkurát bóltinum, áðrenn hann kom til Allan), meðan bæði Todi Jónsson og Uni Arge runnu til vinstru, lá í luftini, at okkurt fór at spyrjast burturúr. Mál og meguleikar Fyrsta ferðin, at hetta gav úrslit, var, tá tað restaðu sjey minuttir av fyrra umfari- num. Stutt frammanundan vóru bosniararnir komnir framvið Hans Fróða Hansen i høgru, men Marko Topic rakti ikki, tå hann úr góðari støðu skuldi flukta inn- leggið móti málinum, og so var tað, at Føroyar skoraðu. Hans Fróði Hansen vann bóltin aftanfyri miðstrikuna, spældi John Petersen, sum sendi Toda avstað í vinstru, FCK maðurin setti ferð á í brotsteigin, kom næstan oman til strikuna, men varð- veitta eyga fyri møguleika- num at spæla, og tá hann trillaði bóltin fyri føturnar á Una Arge var tað meinlíkt støduni, tå Uni Arge fyri tveimum árum síðani skor- aði móti Malta. Utjavnandi málið setti ferð á. Askoðararnir lyftu spælararnar upp, og beint fyri steðgin var um reppið. at Føroyar komu framum. Fyrst áttu Pól Thorsteinsson og Allan Mørkøre uppspæl- ið, Todi var framvið, bólt- urin støkk framvið målverj- anum, og Uni Arge smekk- aði til, men vinkulin í høgru var ov spískur, og so var tað, at Julian Johnsson á baklinj- uni í vinstru stakk millum beinini å verjumanni, spældi út frå til Toda Jóns- son, sum heilfluktaði, men bólturin streyk omanfyri málið. Tað lá í frágera góða summarveðrinum, at Før- oyar skuldu koma á odda, og tað gingu bara tveir min- uttir av seinna umfarinum, so var stødan 2-1. Allan Mørkøre, sum hesa ferð var vongverji og spældi við stórum myndugleika, legði høgt og langt innfyri, eftir at John Petersen hevði vunnið bóltin, og Uni Arge og Sámal Joensen høvdu verið við í uppspælinum, og Arge maðurin var longu komin stunandi í brotsteigin og var púra leysur eitt sind- ur til vinstru, tá innleggið frá Allani var har, og net- meskarnir spílaðust út, tá bólturin við nógvari ferð varð sendur millum mál- verjan og nærra stólpan. Tíverri var konsentr- atiónin ikki nóg góð lítlu lotuna aftaná, og tað gjørdi Elvir Bolic sær dælt av, tá hann gjørdist púra leysur aftanfyri Óla Johannesen og millum Pól Thorsteinsson og Hans Fróða Hansen. Brotssparkið og framtíðin Sjálvandi var hetta eitt vón- brot, men føroyska liðið var Frødin var stór, tá Uni Arge skoraði fyrra málið ikki meiri skelkað enn so, at teir bara tveir minuttir seinni megnaðu at tiltuska sær eitt brotsspark. Ossur Hansen, sum hesa ferð ikki var so kámur, sum hann var móti skotum, legði innfyri úr vinstru, Todi Jónsson fekk tak á, dró eitt sindur frá málinum og lá skerflat- ur, tá ein av mótsteðu- monnunum nært við beinini á honum, og eingilski dóm- arin vísti á ellivu metra blettin. John Petersen tók ábyrgd- ina á seg, men hesa ferð miseydnaðist, og tað var spell. Føroyska liðið skal hava rós fyri, at teir megnaðu at halda guvuni uppi. og tað var ikki fyrrenn síðstu tíggju minuttirnar, at mødin rættuliga fór at gera um seg Tað eydnaðist at halda tætt, og tað var gott, tí ein tepur ósigur hevði hesa ferð verið botn órættvísur. Tá vakri summardagurin gjørdist til eina av hesum sumarnáttunum, sum bara kunnu upplivast, kendist tað harmuligt, at nú verða tað næstan tríggir mánaðir, áðr- enn næsti EM undankapp- ingardysturin er á skránni, men hann kunnu vit gleða okkum til. Tí sannlíkið er sera stórt fyri, at tá fara For- oyar at vinna. Talan verður um tvær rondir, og føroy- ingar fara í hvussu so er at vinna eina ferð! jh