Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SN Ábyrgdarblaðstjóri : | Marknaðardeild: Dagfinn Olsen menn: Postadr: Postsmoga 76, ) | Jan Muller Jonhard Hammer Johannessen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Álvur Haraldsen Telefon: 311820 Blaðstjóri: Fa uppseting og prent: Telefax. 314720 Eiríkur Lindenskov Blaðfólk: ítróttarskrivari: »/t Sosialurin etik SD internet: www.sosialurin.fo Aki Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Bustadur: i post Gsosialurin.fo Turið Kjølbro Argjavegur 26, Argir Fótbóltslandsliðið sjóvar okkum saman Oddagrein SO hendi tað, sum flestu okkara hava bíðað eftir: at foroyska fótbóltslandsliðið kundi vísa umheiminum, at tað er dugur í tí. Ikki færri enn tvær ferðir í somu viku eydnaðist tað føroyska landssliðnum í fótbólti at spæla javn- leik móti so frægum fótbóltstjóðum sum Skot- landi og Bosnina-Herzegovina, tvær tjóðir, ið liggja nógv hægri á hagtalsstiganum. Eftir tvey so góð úrslit fær ein líkasum hug at hyggja aftureftir og minnast aftur á, hvussu alt hetta byrjaði. Tað var tann tíð, tá ikki oll vóru so fegin um, at føroyingar í heila tikið fóru upp í altjóða fótbólt á hesum stoði, tí har hoyrdu vit ikki heima. Har fóru vit bara at gera okkum til skammar, og so fór hetta eisini at drena kreftir og pengar frá ti gerandisliga fótbóltinum her á klettunum TAÐ er sjálvandi so lætt at vera klókur nú aftaná. Sjálvandi var tað ein vandi í tí at bjóða seg fram millum aðrar professionellar fótbólts- tjóðir. Vit kunnu bara ímynda okkum støduna, um okkara landslið hevði tapt við tølum sum 8-0, 10-0 ella entå 12-0, nakað sum ikki hevur verið óvanligt fyri smátjóðir, ið hava bjóðað teimum stóru og professioneliu av. Men so- leiðis skuldi tað tíanbetur ikki ganga. Nú gongur tað beint ovugt av tí. EINGIN ivi er um, at tað er miðvíst arbeiði og trugvin uppá, at tað ber til, sum hevur skapt hesi góðu úrslit. Helst er tað eisini so, at altjóða luttoka okkara hevur smittað av uppá heimligu kappingina, sum so aftur hevur lagt lunnar undir hesa somu luttoku. Tað er líka- sum, at luttokan í bæði EM og HM og oðrum aljóða kappinginum hevur eggjað okkara fólki til at spenna seg út, til at royna at liva upp til hesar stóru avbjóðingar. Og kanska er tað eisini nakað psykologiskt í hesum eisini - hetta at vera lítil tjóð, sum veruliga vil stríðast fyri sær og sínum. Okkara fótbóltslandslið er nevniliga eisini vorðið eitt symbol - ein felags- nevnari fyri føroyska samleikan. Hetta er ikki ókent aðrataðni frá, har nettup fótbóltslands- liðið er tað, sum kann savna tjóðina uttan mun til allar aðrar forðingar og avmarkingar. VIT eiga so heldur ikki at gloyma tann týdning, sum okkara landslið hevur fyri Føroyar sum heild. Her hugsa vit bæði um føroyskan út- flutning og um ferðavinnuna. Nú kemur so Térsvøllur, sum uppaftur er ein nýggjur møgu- leiki í luttoku okkara í aljóða fótbólti. Tí við hesum vellinum fáa nógv fleiri foroyingar hovi til at vera við. Tað fer at hava stóra ávirkan á bæði áhugan og viljan til at rokka enn betri úrslitum. Góða eydnu tit á landsliðnum og gott í tykkum oll, sum hava gjørt hetta møgu- ligt. Vónandi fer alt hetta at geva åvøkstur soleiðis at tað bæði eggjar komandi ættar- liðnum og skapar teimum umsteður at venja og spæla. Uttan vøllin á Svangaskarði var alt hetta ikki møguligt. Ti eiga stigtakararnir har eisini tøkk uppiborna. Nú mugu vit so eisini taka lógvatak umTérsvøll. Hervið eiga Før- oyar tveir altjóða vellir. Sosialurin Olivia Joensen rekur Café Karsborg í Vágsbotni. Í góðveðrinum uttan fyri Café Karlsborg sita nakrir sviar og njóta ein góðan kaffimunn. Mynd: Jens Kristian Vang Cafe Karlsborg væl vitjað Hvønn dag borðreiðir Olivia Joensen, ið rekur Café Karlsborg i Vágsbotni, við heimabakstri og smyrjibreyði við góðum fóroyskum viðskera TuriD KJØLBRO Tað stendur ikki á hjá fremmanda ferðamanninum at fáa ein heitan kaffimunn ella ein bita í høvudsstad- num. Ongantíð áður hevur útboðið av kaffistovum og matstovum í Havn verið so stórt sum nú, og ein tann nýggjasta kaffistovan er Café Karlsborg í Vágsbotni. Tað er Olivia Joensen, sum rekur kaffistovuna. Fiski- mannafelagið eigur húsini, og í ovaru hæddunum er handil. Nógv fólk hava vitjað inn á gólvið á Café Karlsborg síðani latið varð upp fyri lítlum mánaði síðani. - Eg eri stak væl nøgd við undirtøkuna. Her kemur alt slag av fólki, fitt av útlend- ingum, og av tí, at eg ikki havi skeinkiloyvi koma nógv eldri fólk og børn, sig- ur Olivia Joensen. Hvønn dag borðreiðir Olivia Joensen við te, kaffi, kakao, heimabakstri og heimagjørdum mati, køk- um, vaflum, og smyrji- breyði við føroyskum við- skera. Sodavatn, ís og góð- gæti ber eisini til at keypa. Tað eru serliga føroyingar, ið keypa smyrjibreyð, men eisini onglendingum dámar føroyska viðskeran. - Utlendingunum dámar betri laks, rækjur og fisk uppá breyð enn skinsakjøt og rullupylsu. Eg royni meg fram í útboðnum av mati og havi ongantíð tað sama, sig- ur Olivia Joensen, ið ger allan matin sjálv. Afturat sær hevur hon eina rasku kvinnu til at heita á, tá ið nógv er at gera. Nógv fólk, ið hava grindi í Vágsbotni og útlendingar, ið leggja leiðina inn við báti, eru sera fegin um, at kaffistova er latin upp á havnalagnum. Í Café Karls- borg ber til at keypa polett til vaskimaskinu og brúsu, sum Bátafelagið eigur. Café Karlsborg letur upp yrkadagar kl. 9.00 og er op- in til kl. 8.00 á kveldi. Tá ið ferðamannaskip liggja á Havnini letur hon upp nak- að fyrr. Olivia Joensen hey - ur ikki í hyggju at selja før- oyskar ferðaminnislutir, gávuhandil er í erva, men um onkur hevur hug at sýna fram smærri listaverk, ber tað væl til. Í Café Karlsborg eru 44 sitipláss, men í góðveðri ber eisini til at sita uttanfyri, har borð og stólar eru. Katuaq er húsið hjá grønlendingum Katuaq - mentanarhús Grønlands er ein miðdepil í grónlendska hóvuðsstað- num, eitt týðandi stað í tí stóra landinum, og eitt serstakt stað í heiminum TurID KJØLBRO Katuaq-mentanarhús Grøn- lands, sum hevur tvey år å baki, hevur júst givið út faldara um stovnin. Stjórin í Katuaq, Jan Kløvstad, ið fer frá nú, hevur leitað sær hjálp úr Føroyum til at gera faldaran, frá Gunnari Hoy- dal, rithøvundi. Faldarin er skrivaður á fimm málum, grønlendskum, donskum, føroyskum, íslendskum og enskum. Hetta er fyrstu ferå, at ein mentanarstovnur uttan fyri Føroyar prentar ein faldara á føroyskum og tað er fyri at gera vart við góða sam- starvið millum Føroyar og Grønland. Gunnar Hoydal hevur ábyrgdina av før- oyska, danska og enska tekstinum í hesum litríka faldaranum um størsta mentanardepilin í Grøn- landi. Íslendsku útgávuni hevur Einar Már Gud- mundsson, sum hevur fing- ið B6kmentavirdisløn Norðurlandaráðsins, staðið I Katuaq-mentanarhúsi Grønlands er nógv virk- semi. Har verður skipað fyri konsertum, sjónleiki, lista- framsýningum, fyrilestrum og upplestri, fundum, skeið- um og stórum ráðstevnum. Harumframt hittast fólk har dagliga at práta í kaffistov- uni, Cafétuaq. Árliga keypa meira enn 130.000 gestir at- gongumerki til tiltøk í hús- inum, og ráðstevnudeildin er vertur fyri heimligum, landsumfatandi ella altjóða ráðstevnum við meiri enn 8000 gestadøgum árliga. NAPA/Norðurlandastovn- urin í Grønlandi, býarork- estrið í Nuuk og sjónleikar- bólkurin Silamiut hava fast tilhald í húsinum. Katuaq-mentanarhús Grønlands, er húsið hjá grønlendingum sjálvum. Við stødi í húsinum verður skipað fyri rundferðum um alt Grønland við grøn- lendskum og útlendskum listafólki, og grønlendska útvarpið og sjónvarpið flyta nógv tiltók beinleiðis hiðani til allar grønlendingar. Kat- uaq er samstundis grøn- lendska vindeygad móti umheiminum við serstøkum denti á Norðurlond og á in- uitfólkið í Kanada, Alaska og Chukotka í Sibiria. Húsið varð tikið í nýtslu 15. februar í 1997.