Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 109 - 12. JUNI 1999 tíðindablaðið Tænastan nidurløgd: Eykagjald fyri ferðafólkaflutning Bygdaleiðir taka nú eykagjald fyri at koyra fólk, sum koma við flogrutuni, til Hotellini í Havn. Broytingin er gjórd, uttan at hotellini hava fingið høvid at siga sínum viðskiftafólkum frå Á Snarbussurin úr Eysturoynni go flogrutan hava ikki somu møguleikar at koyra ferða- fólk innanbýggja í Havn EDVARD JOENSEN Fólk, sum koma til Havnar við flogrutuni, verða ikki longur koyrd upp á pláss uttan gjald. Frá 1. juni kostar tað 180,- krónur hverja ferð, bussurin hjá Bygdaleiðum skal av farstødini til eitt av hotellunum í býnum. Sama er galdandi, um ho- tellid ringir eftir bussinum til at heinta fólk, sum skulu eitt nú vestur á flogvøllin. Hjørdis Zachariassen, virkandi stjóri á Ferðaráði Føroya metir tað sera 6- heppið, at tænasta, sum er lýst í bóklingum og fald- arum, send eru út í heim, bara verður avtikin uttan á- varðing at kalla. Eitt er, at tað knappliga kostar 180,- krónur eyka, at fáa bussin til hotellini í Havn. Annað er, at fremm- andafólk, sum koma hend- anvegin, kunnu fáa eina, fyri okkum, sera óhepna fat- an av føroyskari ferðavinnu og tilrættalegging. Heri Joensen, fólkaflutn- ingsleiðari hjá Strandfara- skipum Landsins, er ikki samdur við stjóranum á Ferðaráðnum í, at skotbráði var frá degi til dags. Tað var longri enn so, sig- ur hann, uttan tó at útgreina nærri, hvussu langt tað var. Samfylking kært Málið byrjaði við, at Aksturvinnufelagið Sam- fn kærdi Bygdaleiðir til Kappingarráðið fyri kappingaravlagandi virk- semi. Sagt varð, at Bygdaleiðir í tveimum fórum avlagaði kappingina við hýruvogn- arnar í Havn. Í fyrra lagi við at lata Snarbussin úr Eysturoynni koyra runt í Havn og seta fólk av við ávís arbeiðs- pláss. I øðrum lagi við at lata flogrutuna koyra fólk til og frá hotellunum heldur enn at seta tey av við Farstødina, haðani hýruvognarnir so kundu koyra tey víðari. Kappingarráðið metti, at tað er í lagi, at Snarbussurin koyrir runt í Havnini. Men flogrutan eigur ikki at gera tað. Grundgevingin fyri at lata snarbussin koyra, er sam- bært Kappingarráðnum, at hetta er natúrligur partur av kollektivu ferðsluni, sigur Terje Sigurðsson, skrivari hjá Kappingarráðanum. Men Kappingarráðið metir ikki, at flogrutan natúrliga eigur at koyra ferðafólkini til og frá hotell- unum. Her er talan um eina um- bidna tænastu, sigur Terje Sigurðsson. Skal fólk heintast ella koyrast til hotellini, verður biðið um tað, tí tað er ikki hvønn túr, at ferðafólk eru . Tí metir kappingarráðið ikki hesa tænastu sum natúrligt framhald av eini verandi rutu Fólkaflutningsleiðarin á Strandfaraskipum Land- sins, Heri Joensen, sigur, at hesum boðum valdi Strand- ferðslan at fylgja. Hinvegin kann Strand- ferðslan til einahvørja tíð leggja eina fasta rutu, sum koyrir millum hotellini, far- støðina og flogvøllin. Men Dimmalætting nýggjan stjóra Fyritókan Dimmalætting fær nýggjan stjóra 1. oktob- er. Tað er Hjalgrim Samuel- sen, sum i løtuni er menn- ingarleiðari í Føroya Spari- kassa. Hjalgrim Samuelsen er 35 ára gamal. Hann er út- búgvin cand. merc. frá Handilsháskúlanum í Ar- hus, haðani hann tók prógv í 1992. Hann skal vera stjóri fyri allari Dimmalættingar kon- cernini, sum umframt blað og prentsmiðju eisini um- fatar dOtturfeløgini Team 85 og Tór Data. Har arbeiða tildsamans umleið 50 fólk. Hjalgrím Samuelsen tað krevur, sambært Kapp- ingarráðnum, át rutan verð- ur koyrd hvønn túr. Eisini um einki ferðafólk er. e-mail: boøking&smyril-line.fo So loysnin tykist vera at seta steðgiskilti uttan fyri = fara hotellini. seg Men Heri Joensen, fólka- flutningsleiðari hjá Strand- skipum Landsins, sigur ikki hava hugsað um tann møguleikan sær Fráf. Tórshavn 18/6, 27/8, 3/9, 10/9, 15/9 Fråf. Hanstholm 19/6, 14/8, 21/8, 28/8. 4/9, 11/9 2 -= - æ 08 7 st Ps Í Hetlands | Íslands 16/6, 25/6, 11/8, 18/8, 25/8, 1/9, 8/9, 13/9 Fráf. Seyðisfjørður 17/6, 24/6, 26/8, 2/9, 9/9, 14/9 Skotlands folk i bili | 2 Ferðist bíliga, === Tórshavn - Hanstholm ella hinvegin Danmarkar Ferðist bíliga, Tórshavn - Bergen | ella hinvegin Ferðist bíliga, Tórshavn - Lerwick ella hinvegin 575,- fyri hvenn Ferðist bíliga, Tórshavn - Seyðisfjørður ella hinvegin 705,- fyri Ferðist biliga, Térshavn - Hetland- Skotland ella hinvegin 4. 1557 fyri rt