leygardagur 12. juni 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 109 - 12. JUNI 1999
tíðindablaðið
Helena Dam á | Neystabø, landssty riskvi inna:
Læknaumhvørvio
skal mennast
- Fåa læknar eyguni upp fyri, at tad vidkar um teirra fak-
liga førleika at koma higar at arbeiða og granska, verður
lættari at bjóða størvini í Fóroyum fram sum åhugaverd,
sigur Helena Dam å Neystabø
- At umhvørvid hjá læknum verður ment, er avgerandi fyri um vit kunnu útvega nóg
nógvar læknar um nókur ár, sigur Helena Dam á Neystabó
TURIÐ KJØLBRO
At Føroyar eru í stórum
vanda fyri at tómast fyri
læknar um nøkur fá år, er
landsstýriskvinnan í al-
manna- og heilsumálum,
Helena Dam á Neystabø,
væl greið yvir. Í blaðnum í
gjár førdi formaðurin i
Læknafelagnum, Sølvi
Winther Olsen, id er komm-
unulækni i Havn, fram, at
um vit lata standa til, verður
stórt trot á læknum í Føroy-
um um eini fimm ár. Innan
stutta tíð er talið á yngri
læknum á sjúkrahúsunum
farið niður í helvt, nógv ser-
læknastørv eru ómannað,
og um fá ár fara fleiri
kommunulæknar frá fyri
aldur.
At lønarlagid er lægri og
at arbeiðs- og vaktarbyrðan
eru stórri í Føroyum enn
aðra staðni, eru bert partur
av grundini fyri, at læknar
ikki eru so altráir eftir at
koma higar at arbeiða.
Londini rundan um okkum
hava eisini trupult við at
útvega nóg mikið av lækn-
um, og tað er har vit re-
kruttera læknar.
- Maður kemur í mans
stað, men eg veit, at útlitini
eru vánalig fyri at fáa nóg
nógvar læknar henda vegin
um nøkur år. Tí eiga vit at
satsa á fleiri økjum, eitt nú
at menna umhvørvid hjá
læknum soleiðis at tað verð-
ur ein avbjóðing fakliga at
koma hendavegin. Har
kemur granskingin inn, og
fáa læknar eyguni upp fyri,
at tað víðkar um teirra før-
leika at koma higar at ar-
beiða og granska, verður
lættari at bjóða størvini í
Føroyum fram sum áhuga-
verd.
- Tá ið tað umræður yngri
læknar, kunnu sjúkrahúsini
í Føroyum metast sum å-
hugaverd lærupláss, tí lækn-
arnir sleppa víða um og fáa
møguleikan at royna seg í
einum fjøltåttadum um-
hvørvi við nógvum ymisk-
um uppgávum og avbjóð-
ingum. Tað ger útbúgving-
ina meiri verda, sigur Hel-
ena Dam á Neystabø.
Barnaansing
Formaðurin í Læknafelag-
num vísti í blaðnum í gjár á
dómi, har læknar, ið hava
havt ætlanir um at koma
hendavegin, hava givið
skarvin yvir, tá ið teir sóu
stóra trotið á stovnsplássum
til børn í Føroyum.
- Samanbera vit vid onnur
lond eru vit ikki eftirbåtur,
tå ið tað snýr seg um at hava
nég mikid av stovnsplåss-
um. I Havn er 70% av tørvi-
num nøktadur. Men eg veit
væl, at tað kortini er ein
trupulleiki, og eg havi verið
í sambandi við Tórshavnar
býráð fyri at vita, um tað er
møguligt at nøkur heilt få
pláss kunnu eyðmerkjast til
fólk innan heilsuverkið, ið
koma uttaneftir og ikki fáa
børnini ansað. Men higartil
hevur einki úrslit spurt burt-
urúr. Vit mugu sjálvsagt um
somu tíð verða greið yvir,
at hetta kann fatast sum um
vit gera mismun á fólki.
Tað hevur verið frammi
áður, at eitt so stórt arbeiðs-
pláss sum Landssjúkrahús-
ið, sjálvt eigur at gera egnan
barnagarð.
- Sum er er figgjarliga
orkan ikki til staðar, at tað
kann gerast veruleiki. Men
vit fara at kanna, um tað ber
til at seta ein barnagarð á
stovn á Landssjúkrahúsi-
num innan fíggjarkarmar-
nar, sum vit hava. Nær og
um hetta fer at lata seg gera,
dugi eg ikki at siga nakað
um enn. Landssjúkrahúsið
er eitt serligt arbeiðspláss
sum veitir tænastu døgn
runt og vit vita, at flestu
starvsfólkini eru konufólk.
Nógv starvsfólk arbeiða á
Landssjúkrahúsinum eitt
stutt skifti, nógv koma í út-
búgvingargrindum og fara
síðani av stað aftur. Tey
koma úr útlandinum og
hava tí ikki somu fortreytir
og møguleikar sum onnur
at skriva síni børn upp til
stovnarnar. Hini sjúkrahús-
ini hava somu trupulleikar,
men vit taka eitt mál í senn.
- Privatar fyritøkur og ar-
beiðspláss kunnu undir ver-
andi skipan ikki fáa neyð-
ugu góðkenningarnar.Ein
arbeiðsbólkur situr í løtuni
og útgreinar greiðar reglur
fyri ábyrgd og uppgávubýti
millum land og kommunu
innan barnaansingarøkid.
Tað ger altíð støðuna 6-
greiðari, tá ið bæði land og
kommuna eru inni í mynd-
ini, men kortini loysir tað
ongan trupulleika her og nú
í og við, at eingi tók stovns-
pláss eru, sigur Helena Dam
á Neystabø.
ul Grønland - Hotel Narsarsuaque
+ Billund- Danland Feriehotel Søndervig - 1 vika
Søndervig liggur vid Vesturhavid
skamt frå Ringkøbing, og bert ein tima
i bili frå Billund.…
Íbuðirnar eru góðar og hava allar neyðugar
hentleikar. Á hoteløkinum eru matstovur
subtropiskt baðiland, hitarúm, solarium
borðtennis, billiard, vaskari o m.a
Íbuðir (4 fólk)
Fyri hvønn vaksnan
Fyri hvørt barn
Fráferð ur Føroyum hvønn hosdag og leygardag
fra 20/6 - 15/8
C Íroknað prísin er flogferð vid ferdaavgjøldum og innivist í íbuð í eina viku
8 dagar
Møguleiki er fyri at velja millum 8
spennandi útferðir, harímillum
siglitårur gjøgnum ísin á Eiriksfirði
Flogið verður um Reykjavík beinleiðis til
Narsarsuaque
Innivist í 7 nætur á Hotel Narsarauaque við
morgunmati og lunsj. Og eina nátt á Ørkini í
Reykjavík á heimferðini
Í dupultkamari í 1 viku
Fyri hvonn...Kr.12.11 ed á
31/8
hoknad prísin er flogterð við ferdaavgjøldum og innivist á hotelli í Grenlandi og Íslandi
= Ísland - Kring Ísland á Edda hotellum - 1 vika
Síggj jørðina remba sær...
Her er tín møguleiki at ferðast tann 1400
km. langa túrin eftir Ringvegi 1 framvið
íslendsku strondini
Gisti á Edda Hotellum, ið liggja um alt landið
Á dupultkamari við hándvaski
Fyri hvønn.Kr. 6.01 1,-
= Íroknað prísin er flogferð við ferdaavgjøldum og innivist á Edda hotellum og Omnibuspass.
Út í heim við Atlantic Airways...
Sí annars øll okkara
góðu tilboð í blaðnum
"Út í heim"
Tað er óneyðugt at ferðast túsundtals
kilometrar og standa í kv heitum
floghavnum og bíða i timavis fyri at fara út
verðina at ferðast
Norðurlond og Bretland eru
grannalagnum, og har er alt, sum ei
ferðamaður yvirhøvur kann droyma um
A
Verðin er i grannalagnum oc
Ferdirnar kunnu bileggjast
å øllum ferdaskrivstovum
kring landid
S
Atlantic Airways
Tel 333 900 - Fax 333 380