leygardagur 12. juni 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 109 - 12. JUNI 1999
tíðindablaðið S0S'2 UT
13
Her er nýggja flaggskipið hjá Ejleri
Tá ið nýggja Krúnborg kemur til
landið seinni í ár, verður hon eitt tað
stásiligasta fiskiskipið í Norðanlond-
um
AkKI BERTHOLDSEN
Her er tað, nýggja flagg-
skipið í føroyska fiskiflot-
anum.
Tað er sjálvandi nýggja,
stásiliga nótaskipið, sum
Ejler Jacobsen, reiðari í
Havn, byggir í Noregi.
Tá ið Krúnborg kemur til
Føroyar í heyst verður hon
uttan samanbering stásilig-
asta, mest nýmótans og eff-
ektivasta fiskiskip, sum
nakrantíð hevur verið í før-
oyska flotanum.
Og í stødd eru tað eisini
fá, sum hava kunna lagt
hana afturum, og nú á døg-
um er eingin stórri.
Men hon fer eisini at telj-
ast ímillum mest nýmótans
fiskiskipið í norðanlondum.
Liðugur í oktober
Nýggja Krúnborg verður
liðig í Oktober, og tá kemur
hon henda vegin.
Skrokkurin verður bygd-
ur í Póllandi, og har varð
eisini nýggi motorurin sett-
ur
Tá ið tað arbeiðið var lið-
ugt í mai, varð hann sleip-
aður til Noregs, har hann nú
verður gjørdur liðugur.
ÁKI BERTHOLDSEN
Í næstu viku kemur tann
ríkasti og kendasti danin
til Fóroyar at ferðast.
Talan er um sjálvan
Maersk Mckinney Møll-
er.
Tad eru ikki so fåir før-
oyingar, sum hava arbeitt
hjå A.P. Møller millum
år og dag, einamest eru
tað nógvir føroyingar,
sum hava siglt við Ma-
ersk og tí hevur gamli
Møller leingi viljað
sloppið til Føroyar.
Og nú, hann er 84 ára
gamal, bleiv ferðin veru-
leiki.
A Føroya Ferðini ger
hann eisini eitt legg til
Suduroyar, har Tvøroyr-
ar Byråd verdur vertur
hjá danska stór-vinnu-
lívsmanninum.
Men vitjanin á Tvør-
oyri verður stutt.
Hann kemur við Tyrlu
til Frodbiar kl. 8.20 hós-
At síggja til líkist hon
nógv nýggja nótabátinum
hjá klaksvíkingum, Christ-
iani i Grótinum. Men
nýggja Krúnborg er væl
breiðari enn klaksvíksbátur-
in og tekur tí munandi meir.
Krúnborg lastar 2.500
tons. Hann er 74, 25 metrar
langur og tað er nakrar
sentimetrar longri enn
Christian í Grótinum.
Men hann er 14 metrar | |
breidur og tad er 1,4 metur
breidari enn Christian, sum
er 12,6 metrar breidur.
Motorkraftin i Krúnborg
er øgiligi. Hon hevur motor
uppá 7. 500 hestar og tað
gevur henni eina ferð uppá
18 míl.
Ejler Jacobsen hevur fyrr
sagt, at tað hevur sera stóran
týdning at nótabátarnir sigla
skjótt, tí tað gongur skjott
at fylla teir og tað ræður um
at brúka so stutta tíð sum
gjørlt at sigla.
Umframt at fiska við nót,
er Krúnborg útgjørd til at
fiska við flótitroli.
Sostatt verður hon eitt
avbera effektivt fiskifar.
Men tað krevst eisini, skal
Ejler Jacobsen megna at
svara hvørsum sítt við
Tvørafolk hitta
ríkasta danan
- Tvøroyrar Býráð gevur øllum teimum, sum arbeiða
og hava arbeitt hjá A.P. Møller, og sum búgva á Tvør-
oyri, høvi at hitta sjálvan Maersk Mckinney Møller
morgunin og hann fer av-
stað aftur longu kl. 11.
Maersk M.Møller hevur
serlig áhugamál á Tvøroyri,
tí tað er júst har, at eit av
hansara dóttirfelógum,
Danbor Service hevur gjørt
av at leggja ta komandi
oljuhavnina í Føroyum.
Páll Vang, býráðsformað-
ur, sigur, at Býráðið fer fyrst
at vísa honum modellið av
teirri komandi oljuhavnini
og síðani verður farið yvir
á Drelnes, so at hann kann
síggja sjálvt staðið, har
komandi oljuhavn Føroya
verður.
Á vegnum verður koyrt
framvið skúlanum og ítrótt-
arhøllini í Trongisvågi, tí
tað er tiltak, sum ein stuð-
ulsgrunnur hjá honum hev-
ur stuðlað, og so fær hann
at síggja, havt hann hevur
fingið fyri pengarnar.
Bjóða arbeiðsfólki
kaffi
Aftaná er ætlanin at bjóða
Her er tað, nýggja Flaggskipið burturav í Føroyska fiskiflotanum. Talan er sjálvandi um nýggju Krúnborg hjá Ejler
Jacobsen í Havn. Tað er norska fiskivinnublaðið Fiskaren, sum hevur avmyndað hana við bry ggju við skipasmiðjuna í
Ølensvåg í Noregi, har hon nú verður gjørd liðug. Krúnborg kemur til Føroyar í Oktober
ein kaffimunn, áðrenn
hann fer avstað aftur.
Tað eru ikki so få
tvórafólk, sum arbeiða
og hava arbeitt hjá Ma-
ersk og onkrum av hans-
ara felógum millum og
dag, ikki minst hava
nógvir mans siglt við
skipum hansara í AP
Møller.
Og f sambandi vid vitj-
anina, fer Tvgroyrar Bý-
ráð at geva teimum høvi
at hitta arbeiðsgevara sín.
Talan er bæði um tey,
sum arbeiða nú, og sum
hava arbeitt hjá donsku
stórfyritókuna, og sum
búgva í Tveroyrar
Kommunu.
Tey verða øll boðin til
kaffi hósmorgunin sam-
an við danska vinnulívs-
manninum. Men fyri at
vita, hvussu nógv fólk á
Tvøroyri, talan er um,
heitir byrådid å tey sum
koma um at siga býráðn-
um frå skjótast tilber.
henni.
Ti nyggja Krinborg kost-
ar heilar 118 norskar milli-
ónir. Tað eru knappar 110
milliónir føroyskar krónur.
— Skipið var upprunaliga
fíggjað í Noreg. Men síðani
ymisk légfrødilig viður-
skifti fingust í rættlag í Før-
oyum, hevur Realurin her
heima yvirtikið fíggingina.
Tað verða einir 14-16
mans við nýggju Krúnborg.
Eitt skip sum nýggja
Krúnborg kann leggja øgi-
ligar nøgdir uppá land.
Roknast kann við, at eitt
skip sum nýggja Krúnborg
kann fiska eini 60.000 tons
um árið, um tað gongur sum
ætlað.
Ejler Jacobsen byggir
bátin saman við Norðmonn-
um, sum eiga 30% í honum.
JUNI
…letur Guðrun O.
á Olsen upp nýggja
Í hárfríðkanarstovu
aw
í J. Patursonar-
getu 18, har
Hárkvilt var fyrr