Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 109 — 12. JUNI 1999 Nr. 109 — 12. JUNI 1999 ladir, kátir fiskimenn Modell av nýggja Christiani í Grótinum Eingin ivi um, at tað vóru bæði glaðir og kátir fiskimenn, ið floyttu bát í svimjihylinum í Klaksvík um norðoy- astevnuna. Roksiparar, ið eru høgt í metum millum fólk, lótu gerandisdagin liggja eina løtu og spældu sær við bátum eina løtu. Men tó var okkurt, ið gav eina ábending um, at talan var um rættuligar skiparar og ikki smá- dreingir. Leikabátarnir vóru ikki vanligir leikabátar, telgdir úr sneisum, men kostnaðarmikil modell gjørd eftir tekningum veruligum skipum Orð og myndir: John Johannessen Umleið 1.000 til 1.200 tím- ar, gott tilfar, handalag og gott tol. Tað er tað, ið krevst fyri at ogna sær eitt prýðiligt modellskip at spæla sær við í onkrum vatni ella í svimj- ihøllini, tå høvi býst til tess. Ein annar møguleiki er tó at keypa sær eitt slíkt skip, men tá eigur tú ikki gleðina av, at sjálvur hava skapt tær hetta stórbæra og kostnað- armikla leika. Men hóast alt, so er eitt modellskip 6- iva stuttligt at spæla sær vid, um tu so sjålvur hevur gjørt tað ella ei. Ein teirra, ið eigur eitt slíkt modellskip, er skiparin á Christiani í Grótinum, Jón Rasmussen. Hann hevur eitt modell, ið líkist Christiani í Grótinum niður í hvønn smálut, og sjálvandi ber hetta skip eisini sama navn. A nordoyastevnu var Jón og floytti modellskipið í svimj- ihøllini í Klaksvík. Hetta helt hann vera avbera stutt- ligt, soleiðis at standa uppi á turrum og stýra prýðiliga farinum runt í svimjihyli- num, samstundis sum aðrir skiparar leiktu við modell- um av sínum skipum. Megnar arbeiði Jón Rasmussen hevur ikki sjálvur bygt modellið av Christiani í Grótinu, men hann er glaður fyri tað kort- ini. Maðurin, ið hevur dugn- aliga handalagið er Hilmar Johannesen, sum býr í Havn. Hann hevur tvær ferðir fyrr gjørt modell av nótabáti. Fyrstu ferð gjørdi hann bert eitt modell eftir sínum egna høvdi. Men tå hann einaferð kom inn á skrivstovuna hjá reiðarínum hjá Christiani í Grótinum og sá tekningina av nýggja skipinum hanga á brósti- num, fekk hann hugskotið um at byggja eitt modell av hesum skipinum. Hann so gjørdi, og í november í 1997 stóð eitt modell av Christiani í Grótinum klárt í støddini 1 : 40. Afturfyri tekningina av skipinum, fór Hilmar Jo- hannesen undir at gera eitt modell til reiðaríðið, og er tað hetta, ið nú stendur heima hjá skiparanum, Jón Rasmussen. Hetta modellið er bygt í lutfallinum 1 : 50. — Eg haldi, at maðurin hevur gjørt eitt megnar ar- beiði, og eg eri sera glaður fyri skipið, sigur Jón Ras- mussen, ið hevur goymt skipið væl heima hjá sær sjálvum. Hann heldur tað nevniliga ikki vera ráðiligt at hava skipið standandi frammi í stovuni meðan børnini eru smá. Eftir ætlan skal skipið tó inn á skriv- stovuna hjá reiðarínum at standa fyrsta dagin. Nýtt felag Framsýningin í Svimji- høllini í Klaksvík á norð- oyastevnu var tann fyrtsta hjá nýggja RC felagnum í Klaksvík. Stigtakararnir eru menn, ið sjálvir hav gjørt sær modellskip og flogfør og sum ymskja at leika við hesum í felag. Trupulleikin er bert tann, at einki vatn er í Klaksvík, har til ber at sigla við mod- ellskipum. Einasta loysnin er at sigla í svimjihøllini, men hetta ber ikki altíð til. Ein møguleiki er tó at fylla gamla svimjihylin úti í Grøv, men modellskipini Jón Rasmussen, skipari á Christiani í Grótinum spælir sær við modelli- num av skipinum, og Mortan Olsen, fyrrver- andi skipari á Hans Eriki, spælir sær við einum modelli av skipi- num, hann plagdi at føra er tung at bera heilt oman til hylin. Ti heldur Jón, at tað kanska hevði verið eitt hugskot at gjørt ein hyl onkustaðni í Klaksvík. Men tó væntar hann ikki, at hetta verður fyrr enn einaferð í vetur, tí um summarið hava menn ikki stundir at hugsa um slíkt.