leygardagur 12. juni 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nú varð tóvað við maskin
Nr. 109 — 12. JUNI 1999
Ein novemberdag í 1877
fór dampdrivni sleipibát-
urin Messenger, við stór-
um hjólum á síðunum,
togandi eina slupp út úr
havnini í North Shields.
Komnir á fiskileið varð
bummtrolið skotið,
framvegis undir sleiping.
Hetta riggaði fínt, men
setti samstundis tann
einfalda spurningin: Hví
hetta óneyðuga millum-
liðið, sum sluppin í veru-
leikanum var, millum
maskinkraft og trol?
skrivar Jóan Jakku
Guttesen m. a. í gðrum
parti av greinarød um
troling i 100 år
kraft
Í 1898 høvdu trolarar roynt undir Íslandi í eini átta år, við so mikið góðum úrsliti, at bretar vóru farnir at smíða trolar-
ar, sum burturav vóru ætlaðir til fiskiskap í Norðuratlantshavi. Føroyingar vóru fullvisir í, at hesin veidihåttur ongan
møguleika og onga framtíð hevði á okkara leiðum. Tí kom tað sum ein øgiligur skelkur, tá trolarar í tíggjundatali
næstan frá einum degi til tann næsta løgdust á grunnarnar summarið 1898. Tað vóru nógvar gitingar tá, hvussu hetta
bar til, og somu gitingar hava verið endurtiknar síðani. Í hesi frásøgn verður roynt at greiða frá, hví trolingin byrjaði,
júst tá hon byrjaði, og hví hesin veiðiháttur ikki var møguligur fyrr enn tá. 2. partur um troling í 100 ár:
Jóan Jakku Guttesen
Um aldarskiftið búðu
70.000 fólk í Grimsby,
kanska størstu fiskivinnu-
havn í heiminum. Fólka-
vøksturin hevði alla staðni
hesa seinastu hálvu øldina
verið øgiligur. Ikki bert í
ídnaðarlandinum Bret-
landi. Eisini í Føroyum,
sum framvegis ikki var
leyst av gamla bóndasam-
felagnum, var fólkatalið
næstan tvífaldað og var nú
í 1901 15.230.
Hinumegin ánna, sum
bretar søgdu um Humber,
lá Hull, og aðra staðni við
fjørdin lógu skipasmiðju-
býirnir Goole, Beverly og
Selby, har teir flestu kol-
trolararnir, sum endaðu í
Føroyum, vórðu smíðaðir.
Her var ein øgilig ferðsla
og ein ótrúligur aktivitet-
ur. Her vóru skip við segl-
føring av ymiskum slag,
koltrolarar, farmaskip og
ísbátar. Hjóldrivnir sleipi-
bátar og loðsbátar. Stór
havnarløg við fiskamarkn-
aði og pakkhúsum og við
innsiglingarportrum at lata
upp og aftur. Her sigldu
hjóldrtvnir sleipibátar, við
hvert við fimm siuppum
upp á sleip í senn. Her var
alt, sum hevði við fiski-
vinnu at gera, savnað á
einum stað. Her var The
Great Grimsby Coal, Salt
and Tanning Co., heims-
kent fyri at framleiða ella
útvega alt, sum heyði við
sjógv og fisk at gera. Frá
netanálum og smæstu
maskindeilum til kol, salt
og ís. Ísurin var í stóran
mun framvegis natúrligur
ísur, fyri mesta partin
innfluttur úr Norra. Ísbátar
sigldu í pendulsigling um
Norðsjógvin fyri at nøkta
tann stóra tørvin. Fugla-
frami skrivar summarið
1898, at bara í juni mán-
aði var útflutningurin av
ísi úr Noregi til Bretlands
43.000 tons fyri 31.000
pund sterling.
Her var okkurt fyri bæði
eygað og oyrað, sum ikki
kundi annað enn hugtaka
tann, sum kom higar á
fyrsta sinni. Frelsunarher-
urin og gudsótti, pubbar
og druknir fiskimenn. Og,
sum tað sømir seg einum
slíkum Klondike býi, eis-
ini ein blómandi skøkju-
levnaður.
Jóannes í Klingruta-
garði, føddur í 1887, sigur
soleiðis um sín fyrsta túr í
Grimsby: "Mær dámdi so
væl í Grimsby, at eg minn-
ist, at eg hálvgræt, tá ið vit
fóru avstað aftur. Eg bað
skiparan lova mær at vera
eftir til at fara við einum
trolara, men Hanus í Ritu-
vík noktaði mær, sum tann
ungdómur eg var tá. Hann
var góður við meg, Hanus,
tað skal hann eiga."
Bert hálvthundrað ár
frammanundan var Grims-
by ein fjarskotin, týdn-
ingarleysur býur, har færri
enn 4.000 fólk búðu. Men
tá jarnbreytin kom til
Grimsby í 1848 við sam-
bandi til London, vaknaði
býurin sum ein onnur
Tornurósa. Slikum vøkst-
uri, sum Grimsby tå var
fyri, var i Bretlandi ikki
sæddur ådur og heldur
ikki sidani. Grimsby var
vid eitt komin i samband
við ta stóru verð. Allur
fiskur fór, so hvørt sum
hann varð landaður, eftir
jarnbreytini til London, og
tað sá út, sum um markn-
aðurin ikki kundi mettast.
Um hetta mundið, mitt í
19. øld, hevði trolingin við
slupp og bummtroli rætti-
liga tikið dik á seg, tó enn
mest fram við landi, á
grunnum vatni og á sløtt-
um sandbotni. Hálvthundr-
að ár seinni, tá okkara
áðurneyndu landsmenn
royndu eydnuna har niðri,
vóru bæði slupp og
bummtrol at rokna sum
avoldað veiðiamboð.
Slupptrolarar
og móðurskip
Sum tíðin var liðin, og
sluppirnar vórðu fleiri og
stórri, og fiskiskapurin
minkaði inni við land,
spjeiddist sluppflotin kring
allan Norðsjógvin og kom
soleiðis longur og longur
burtur frá marknaðinum.
Stór feløg áttu heilar flotar
av sluppum, og í staðin
fyri at hvor einstøk slupp
skuldi spilla tíð upp á at
sigla tann langa vegin á
marknað, varð trolingin nú
skipað soleiðis, at ein
tilikur floti fiskaði saman
undir leiðslu av einum
admirali, sum teir søgdu,
og avreiddu á fiskifelti-
num til sokallaðar cutters,
skjóttgangandi seglskip,
sum soleiðis høvdu sama
leiklut, sum móðurskip
seinni í tíðini fingu.
I 1865 læt stórreiðaríið
Hewett & Co. í Barking
byggja tvey av teimum
fyrstu fýra flutningsskipu-
num úr jarni, við 50 hk
maskinu. Hesi skip arvaðu
heitið cutters frá segltíð-
ini. Eisini vórðu tey kallað
carriers, ella snøgt sagt
flutningsskip. Hesi skip
vóru útgjørd sum fiskiskip
og fiskadu møguliga ein
litlan part av årinum. So-
leidis skråsett sum fiski-
skip sluppu tey nógv bílig-
ari í havna- og landingar-
avgjøldum, enn um tey
vóru skrásett sum farma-
skip. Tí kann sigast, at
hetta vóru millum fyrstu
koltrolarar yvirhøvur. Men
tað var kortini ikki fyrr
enn nógv ár seinni, at
koltrolarar fingu nakran
sum helst týdning sum
fiskifør. Annað av hesum
fyrstu flutningsskipunum
bar tað fína navnið Lord
Alfred Paget, uppkallað
eftir einum nevndarlimi í
felagnum, einum parla-
mentslimi.
Av gllum dampdrivnum
fórum vóru flutningsskip-
ini tey, ið vórðu drivin
harðast. Tíðirnar aftur og
fram vórðu hildnar næstan
líka stundisligar sum á
eini jarnbreytarstóð. Tvær
ferðir um vikuna ferðaðust
hesi flutningsskip reisuna
av fiskifeltinum og á
marknaðin í Billinsgate
við London. Við fullari
ferð. Tí tað var altavger-
andi ikki at vera ov seinur
á flóðini, tað kundi skjótt
minka um virði á veiðuni
við nógvum pengum.
Fiskurin varð fluttur í
kassum og í miðal eini 50
tons av fiski hvørja ferð.
So skjótt sum skipið legði
at, varð byrjað at lossa, og
tá liðugt var at bunkra og
ísurin var komin umborð
saman við einum 3.000
tómum kassum, var klárt
at fara, og síðan varð aftur
full ferð sett á teir 50 hest-
arnar.
Ikki var altíð líka lætt at
finna aftur til flotan. Hann
kundi hava flutt seg á aðra
leið, ella toka kundi tarna.
Soleiðis sigldu teir - ár út
og ár inn. Lord Alfred
Paget var trolarin, sum
Ólavur á Heygum keypti í
1905, tann fyrsti trolarin í
føroyska flotanum. Og
soleiðis hevði 40 ára
gamli trolarin hjá Olavi á
Heygum siglt frá 1865 til
1899, tå ådurnevnda felag
Hewett & Co. gavst at
trola við slupp. Summarið
1899 vita vit, at Lord
Alfred Paget trolaði innan
fyri mark í Íslandi og
slapp væl frá tí, sum van-
ligt var. Hvat hann gjørdi
síðani er óvist.
Bummtrolið
Ein novemberdag 1877 í
dýrdarveðri og blikalogn