leygardagur 12. juni 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fór dampdrivni sleipibát-
urin Messenger, við stór-
um hjólum á síðunum,
togandi eina slupp út úr
havnini í North Shields.
Komnir útum vóru ongi
tekin til broyting í veður-
lagnum, og sleipingin helt
áfram. Komnir á fiskileið
varð bummtrolið skotið,
framvegis undir sleiping.
Hetta riggaði fínt, men
setti samstundis tann ein-
falda spurningin: Hví hetta
óneyðuga millumliðið,
sum sluppin í veruleika-
num var, millum maskin-
kraft og trol?
Tankin at tovva við
maskinkraft var ikki
nýggjur, tað hevði verið
roynt í eini 12 ár ymsa
staðni í Evropa, uttan tó at
tað hevði riggad serliga
væl. Men tá hesin sleipi-
báturin kom í havn, varð
hann gjørdur út við trol-
greiðum. Síðan løgdu teir
til havs aftur, og úrslitið
var hesa ferð so mikið
gott, at aðrir sleipibátar
gjørdu tað sama. Nú kom
rættilig gongd á. Damp-
drivin fór við skrúvu
vórðu bygd beinleiðis til
troling, og hóast byrjunar-
trupulleikar og mis-
eydnaðar fløgur, so vóru
nú dagarnir hjá slupp-
trolarunum taldir.
I 1880 árunum fóru
jarnbygdu damptrolararnir
at økjast í tali, fyrst spaku-
liga, síðan kom ferð á.
Men enn øktist slupp-
trolaraflotin eisini og kom
í hæddina í 1887. Tá vóru
í Grimsby bert 15 kol-
trolarar, men nú var eisini
púra greitt, at ógvusligar
broytingar lógu fyri
framman, tí Norðursjógv-
urin var við at vera niður-
fiskadur, har var ikki nóg
mikið til allar.
Summarið 1889 fóru
nøkur dampdrivin jarn-
skip, sum hoyrdu heima
vid Humberfjørdin, norður
i Atlantshav å kanningar-
ferð. Ikki ti, bretar høvdu
longi verið rættiliga kunn-
ugir bæði við Føroyar,
Ísland og New Foundland.
Føroya banki og onkur
banki eystanfyri vóru
Nr. 109 — 12. JUNI 1999
kendir longu í 18. øld.
Men tað, sum gjørdi hetta
til eina kanningarferð, var
at hesi smáu skip høvdu
trolgreiðir umborð, og tað
var ikki hent áður so langt
norðuri. Men hetta vóru
heldur línubátar við trolút-
gerð enn trolarar við línu-
útgerð, minni enn 100
fótur til longdar og við
eini maskinkraft upp á
einar 24 hestar. Teir fyrstu
koltrolararnir brutu onki
frá línubátunum í útsjónd
og útgerð umborð. Teir
kunnu samanlíknast við
Grana, sum varð keyptur
til Tvøroyrar í 1902 og
varð bygdur í 1896, sostatt
nøkur ár yngri enn áður-
nevndu skip.Teir høvdu
onki hvalabak, onki båta-
dekk. Stýrhúsið, sum ikki
var innilokað, stóð rætti-
liga aftarlaga við luftvent-
ilum og skorsteini framm-
anfyri. Afturmasturin var
klos í stýrhúsið, og jollan
stóð á dekkinum aftan fyri
hana. Teir høvdu ikki
gálgar, tí enn var lemma-
trolið ikki uppfunnið.
Maskinkraftin var lítil, tað
kravdist heldur ikki tað
nógva, hvørki til línu ella
bummtrol.
Bummtrolið var ætlað
og útviklað til deyðsiglara,
sum mitt undir tovving
kundi missa ferð ella heilt
steðga upp og reka øvugt-
an veg yvir aftur trolið. Tí
var tað konstruerað so-
leiðis, at tað altíð gapaði,
líkamikið hvor ferðin var.
Hetta gjørdi ein bjálki ella
planki, sum í hvørjum
borði var festur niður á
eina stálrammu, sum virk-
aði sum ein gangari. Úr
rammuni gekk ein hana-
fótur fram í trossan ella
veirin, sum togaði bjálka
og gangara við netinum og
posanum aftur úr sær sum
eina sletu eftir botni.
Plankin skuldi helst vera
úr almviði, og best var,
um longdin á plankanum
var í einum, og tjúkdin
sum ein heilur og natúrlig-
ur viðarbulur.
At byrja við var netið
bert ein posi, men tað
heyði longu nú stórt sæð
fingið tað skap, sum helt
sær til væl eftir seinna
kriggj. Høvurlinan var fest
í bjålkan, vengrimir í
rammuna og grunnurin vid
sjålvar gangararnar.
Grunnurin var vid hvørt
ein keta, men oftast var
hann gjørdur burtur år
gomlum tilfari, onkrum
gomlum trossa, vid hvørt
vavdur við onkrum øðrum
gomlum tilfari at verja
móti sliti og við onkrum
tungum knýttum uppii,
einum ketustumpi kanska,
fyri at grunnurin skuldi
grava seg so mikið niður í
tann bleyta botnin, at tað
órógvaði fiskin og fekk
hann at koma upp úr sand-
inum. Grunnurin var, eins
og seinni, longri enn høv-
urlínan og hevði ti ein
slækka afturúr sær. Av
hesum rendi fiskurin seg
upp og inn í netið, tá hann
royndi at flýggja. Trolið
var fyrst og fremst ætlað
at veiða flatfisk, gapið upp
og niður var bert tríggjar
til tríggjar og ein hálvan
fót. Grunnurin varð gjørd-
ur burtur úr gomlum til-
fari, tí tað var her tað stóð
á, um trolið kom um ein
kneysa ella skølt ella okk-
urt heilt triðja. Tá var tað
ikki meiningin, at grunn-
urin skuldi halda, tvørtur-
ímóti, tí annars kundi
henda tað, at sjálvur sleip-
itrossin ella trolveirurin
reyk, og tá reyk alt trolið
sum tað var.
Hetta var eitt tungt,
klossut og óarbeiðsligt
veiðiamboð, og tað var
ónýtiligt í vánaligum lík-
indum. Men tað var eff-
ektivt á grunnum vatni,
har botnurin var slættur,
sum niðri í Norðursjónum
og í støðum tætt undir
landi í Íslandi. Bjálkin var,
tá trolað varð við deyð-
siglara, einar 25-40 fótur,
við dampskipi 50-80.
Beamtrawl kallaðu bret-
ar hetta slag av troli. Ís-
lendarar umsettu orðið
beinleiðis og søgdu bjálk-
avørpa. Beam merkir
bjålki ella planki, men å
føroyskum fór heitið at
verða, sum so ofta fyrr og
seinni, ein tillagan av
ensku úttaluni. Beamtrawl
varð til bummtrol.
Dampdrivnir línu-
bátar á kalvaveiðu
Tá hesir ådurnevndu línu-
bátarnir við trolútgerð
komu heim aftur, høvdu
teir funnið nýtiligan trol-
botn við Ísland, men ikki
við Føroyar. Men úr Før-
oyum vistu teir at siga frá
góðum kalvamiðum, ser-
liga á Føroya Banka. Tað
hevur ikki verið ókent í
Bretlandi, men eftir hetta
byrjaði trolingin undir
Íslandi og línuveiðan við
dampdrivnum fórum við
Føroyar tók seg upp.
Hetta samsvarar sera
væl við tað, sum Føringa-
tíðindi vita at siga 9 ár
seinni, eftir at trolingin
við Føroyar knappliga
hevði tikið seg upp summ-
arið 1898. Har verður
sagt, at føroyingar eru
nakað skjótir at skýra gll
dampførini, sum her
royna, trolarar. “Firr enn í
ár hava tey tó ikki borið
navnið av røttum, tí tey
hava fiskað við línu."
Men, heldur blaðið fram:
"O. u. 11 ár herfiri royndi
ein skotskur maður at
brúka "trawl” (botn-
dragsu-nót) á vårgrunnu-
num í vesturhavinum.
Hann fekk góða veiðu
firsta raksturin, men í aðru
atløgu setti hann í botn, so
nótin fór í lepar. Síðan
hevur Ferja leiðin haft orð
firi at vera 6møgulig firi
trawling; tí botnurin er so
óslættur."
Við Føroyar var tað
serliga kalvaveiðan, sum
bretar høvdu áhuga fyri.
Dampskipini undir Før-
oyum vera eisini nevnd
kalvaskip, sum til dømis
tå Føringatidindi i 1894
hava frætt úr Íslandi "at
Danska krígsskipi “Diana"
hevur tikið fleiri Eingilsk
skip, sum so hava latið
stóra bót fyri at fiska ov
nær landi. Vit hopa, at
skiparin, kaptein de Fine
Skibsted, sum vísur seg at
vera dugnamaður, kann
fáa eydnu til eisini at
annáma okkurt av kalva-
skipinum, sum nærkast ov
mikið upp at Førjalandi-
num.” ,
Men undir Íslandi hepn-
aðist trolingin ólíka betur.
So mikið væl, at mitt í 90
árunum fóru onglendingar
at byggja stórri trolarar
serliga ætlaðir til fiskiskap
í Norðuratlantshavi. Teir
vóru nú 120-130 fótur.
Maskinorkan øktist og
harvið eisini spælorkan.
Ferðin var nú 10 míl, og
bunkringin strekti til
tríggjar vikur í sjónum.
Stýrhúsið varð flutt fram
um skorstein og luftventil-
ar og var nú vorðið ein
Slupp tóvar við
bummtrolið
f
Posin er komin at borði,
og menn eru væl negdir
við feingin
verulig brúgv við skapi av
veranda rundanum. Enn
var onki hvalabak og onki
bátadekk.
Føroyingar vóru full-
vísir í, at hesin veiðiháttur
onga framtíð hevdi á okk-
ara leiðum. Og rætt var
tað, tí bummtrolið var
ónýtiligt. Tí kom tað sum
ein øgiligur skelkur, tå
trolarar i tiggjundatali
næstan frå einum degi til
tann næsta løgdust å
grunnarnar summarið
1898. Í februar árið eftir
skrivar A. Sámalsson í
Føringatidindum, at
“....inntil í fjør hevur verið
almindilig meining, at tað
var Ogjørligt at trawla við
Førjar, og at slík meining
studdi sær við misslukk-
aðar royndir."
Í Bretlandi heyði verið
tosað nógv um, at okkurt
mátti gerast fyri at bjarga
Norðursjónum. Friðingar-
tiltøk av ymsum slag, her
undir at banna troling
nærri enn 10 fjórðingum
úr landi, høvdu verið upp
á tal. Men hesar røddir
tagnaðu, so hvørt sum
bretar funnu nýtiligar
trolleiðir á fjarleiðunum.
Frá fyrst í øldini so mikið
langt norðuri sum út fyri
norðurrussisku strondini
og so mikið langt suðuri
sum út fyri afrikansku
strondini. Hesar røddir
tagdu nú, tí um bretar fóru
at krevja fiskimarkið á
heimligu leiðunum út, so
var sjálvsagt, at øll hini
londini fóru at krevja tað
sama, har sum teir nú
lógliga trolaðu inn at trim-
um fjórðingum úr nærm-
asta landi og ólógliga inn
at klettinum.
Heimildir:
Føringatidindi 1894, 1899
Fuglaframi 1898
J. Símun Hansen: Havið og vit
Siglingarsegan
Edgar J. March: Sailing Traw-
lers - The Story of Deep-Sea
Fishing with Longline and
Trawl.
Gils Guðmundsson: Togara-
eldin 1.
Jon Th. Thor: British Trawlers
in Icelandic Waters