leygardagur 12. juni 1999síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablað
Ranafossur brennir
Hendan morgunin vóru teir farnir av
Tvøroyri. Teir skuldu á royndarfiski-
skap við línu fyri Fiskirannsókarstov-
una. Men áðrenn dagurin var av, vóru
teir aftur á Havnini sum ferðamenn
við danska ferðamannaskipinum >m/s
England<. Og Ranafossur lá mann-
leysur og brann eystur av landgrunn-
inum í ein landsynning úr Akrabergi
Tvøroyri, ikki
úir við tað fyrsta
n byrjaði sum so
gur annar heilt vanligur
dagur hjá føroyskum útróð-
rar- og fiskimonnum, men
hann gjørdist kortini ein
merkisdagur hjá teimum
tólv monnunum, sum vóru
við Ranafossi.
Hendan morgunin vóru
teir farnir av Tvøroyri. Teir
skuldu á royndarfiskiskap
við línu fyri Fiskirannsókar-
stovuna. Men áðrenn dag-
urin var av, vóru teir aftur á
Havnini sum ferðamenn við
danska ferðamannaskipi-
num >m/s England<. Og
Ranafossur lá mannleysur
og brann eystur av land-
grunninum í ein landsynn-
ing úr Akrabergi.
Martin sigur frá, at teir
fóru av Tvøroyri um morg-
unin og sigldu í ein land-
synning sunnan, til teir vóru
tvørs av Akrabergi. Síðan
varð siglt einar 25 fjórð-
ingar í ein landsynning.
Komnir út á umleið 140
favna vatn, varð farið at seta
niður i gjøgnum Hellingina.
Royndarfiskiskapur var,
sum sagt. so ikki var sett so
nógv. Bert einar 12 stampar
fyri at vita, um fiskur var.
Veðrið var av tí allarbesta.
Bert eitt fleyr. Men tungur
sjógvur var, so tað rullaði
rættiliga illa kortini.
Umleið klokkan tvey
seinnapartin var liðugt at
seta, og Martin varð sjálvur
verðandi eftir á brúnni. Tei
flestu av manningini tørn
aðu inn, meðan línan stóð
Charles
Bech av Tvoroyri, kom upp
á brúnna til skiparan at
práta, meðan ligið varð hjá
boyuni
Tá teir hava staðið og
práta soleiðis í umleið ein
tíma, kom ein ungur drong-
ur upp og segði, at tað var
sovorðin roykur í kokka-
húsinum.
Motorpassarin leyp niður
beinanvegin, men var skjót-
ur aftur og segði, at helst
var eldur í maskinrúminum
og spurdi, um nøkur royk-
kavaraútgerð mundi vera
umbord. Tað visti skiparin
ikki, men spurdi, um tad
mundi vera ålvarsligt.
Ju, ti ivadist motorpass-
arin ikki í, tí tað var ikki
hugsandi um at fara niður í
maskinrúmið fyri royki.
Martin fór so sjálvur niður
at vita, hvussu vorðið var,
men har var ikki hugsandi
um at koma nakran veg.
So varð purrað út, og
menn vóru á dekkinum,
sum eldur var í. Skiparin fór
so á brúnna aftur og sendi
neyðarkall. Ein enskur trol-
ari kom tætt framvið Rana-
fossi, men hóast teir sendu
rakettir, lætst bretin ikki um
vón og sigldi bara víðari.
Tórshavnar Radio hoyrdi
Ranafoss og fekk samband.
Teir fingu at vita, hvussu
vorðið var, og so varð bein-
anvegin farið undir at fá
teimum hjálp. Men tá var
stødan longu so mikið ålv-
arslig, greiðir Martin Ejdes-
lotorpassarin,
Hf ED
gaard frá, at hann bað
menninar fara fram á bakk-
an og taka bjargingarbát-
arnar við sær.
Sjálvur varð Martin verð-
andi eftir á brúgvavongi-
num. Ikki var hugsandi um
at vera inni í stýrihúsinum
fyri royki, so hann hevði
fingið sær telefonhornið út
gjøgnum vindeygað og fekk
sostatt hildið sambandið
haðani.
Tað gekk ein lítil løta, so
rópti danska ferðamanna-
skipið England og segði, at
hann var staddur stutt frá
Ranafossi og var farin at
sigla til teirra. Tað gekk ein
tími, til hann var hjá teim-
um. Men tá var vorðið so
heitt á brúgvavonginum,
sigur Martin, at tað bar ikki
til at vera meira. So hann
segði dananum, at nú sleit
hann sambandið og fór fram
á bakkan til restina av
manningini.
Men tað var heldur ikki
bara sum at siga tað at
sleppa burtur. Alt afturskip-
ið brann, so ikki slapst niður
rr
vanliga veg. Men teir funnu
ein langan stiga, sum teir
settur upp móti vonginum
frammanfyri, og tann vegin
fór so skiparin av brúnni.
Manningin hevði borið
skjótt at, tá útpurrað varð.
Teir høvdu bjarga sær klæð-
um og øðrum og fingið við
fram á bakkan.
Martin sigur, at hann bað
bestamannin, Magnus Joen-
sen úr Fámjin, fara við
manningini av Ranafossi
umborð á England. Teir
tóku eisini klæðini við, men
tá teir vóru komnir umborð
á England í øllum góðum,
og báturin skuldi takast um-
borð, koppaði hann, og alt
fór í havið. So tað kundi tað
sama farið við eldinum um-
borð á Ranafossi.
Eftir á Ranafossi vóru so
bara skiparin og motorpass-
arin við øðrum bátinum. Tá
var so heitt har afturi, greið-
ir Martin frá, at hvørja ferð
skipið legði seg á bakborð,
gløddi sidan, og tå hann so
legði seg aftur á stýriborð,
kókaði alt.
h #2
Martin Ejdesgaard
Danska sjóverjuskipið
sendi tyrluna út til Ranafoss
við eini pumpu. Hon var
frammi, áðrenn skiparin og
motorpassarin vóru farnir
av skipinum. Men tað var
ikki bara sum at siga tað at
fáa lorað pumpuna niður á
skipið, sum tað rullaði. Men
teir báðir menninir, sum eft-
ir vóru, fingu hana niður og
surraða til mastrina. Tá teir
vóru lidnir at surra pump-
una, veitraðu teir av Eng-
landi eftir teimum at koma
umborð, tí teir skuldu víðari
til Havnar við ferðafólkun-
um. Tyrlan fór avstað aftur,
og teir fóru av skipinum yv-
ir á England. Tað var rætti
liga spennandi, sigur Martin
frå, tí tað var øgiliga høgt
at fara upp eftir síðuni í ein-
um loðsleytara.
Men teir vóru blíðir um-
borð á Englandi. Martin var
Útbrendur á Havnarvág
= RA
Ranafossur varð sleipaður til Havnar, har hann varðliggjandi, til h
Nr. 109 — 12. JUNI 1999
uppi á brúnni, og áðrenn teir
fóru frá Ranafossi, var hann
úti á brúgvavonginum og
hugdi at skipinum.
>Tað var ein ræðuligur
brandur,< minnist Martin,
»har brann alt afturskipið.
sum tað var.<
Seinni fór fólk av danska
sjóverjuskipinum umborð
og sløkti eldin, og Rana
fossur varð sleipadur til
Havnar
Tryggingin seldi Rana
foss, sum varð umbygdur til
trolara eini tvey ár seinni
Men lítið er kortini eftir av
gamla Ranafossi Allur
yvirby gningurin er ny ggjur
og stórir partar av dekki og
síðum varð skiftur út, tí tað
var bólgnað av hitanum.
Eftir at Ranafossur var
umbygdur,var hann fyrst á
Tvøroyri undir navninum
Sjúrðarklettur. Síðan varð
hann seldur til Havnar og
fekk navnið Skansatang!l.
ann seinni varð umbygdur til trolara
TEE TE