leygardagur 12. juni 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
leder,
hjá viðkomandi. Orðatakið
Navnið spillir ongan kann
bara brúkast við varsemi).
Opperman er ikki lýstur
sum ein ráðarík menn
iskja, men hann fær tað
kortini altíð, sum hann vil
hava tað. Tey flestu síggja
ikki, hvat ið býr í honum,
men halda, at nógv av tí,
hann ger, bara er fjákalót-
ir, og at hann annars er eitt
fitt fólk. Opperman hevur
serlig evnir at draga ødina
úr fólki og at káva út yvir
mótsetningar, men tá ið
hann neyðtekur Livu,
kemur tað veruliga lyndi
undan kavi.
Um Opperman kann
annars forteljast, at hann
eins og Didriksen sak-
førari í ”Noatun” er portu-
gisiskur konsul.
Svikafullur samhugi
Skæling blaðstjóri er ein
av stuðlunum hjá yvir-
stættini, og hann er í
nógvum kapitlum ein
týdningarmikil persónur,
ið greiðir lesaranum frá
hendingunum. Men høv-
undurin er f hesum brotum
minni enn so í parti við
sínum fråsøgumanni, og
teir drúgvu monologarnir -
og onkur dialogurin við -
eru eins og í bókunum hjá
Hans Scherfig merktir av
følskum ella svikafullum
samhugi. Ferð eftir ferð
letur Skæling seg úr fyri
eygum lesarans og av-
dúkar, hvussu lítil dugur
er í honum. Myndin av
Skælingi blaðstjóra, gerst
ein mynd av einum látur-
verdum, fáfongdum,
kommunistaræddum tápu-
lingi, sum billar sær inn,
at hann er partur av tí
intellektuellu elitini.
Domini, har Skæling
gevur seg sjálvan upp til
spei og háð, eru sum
murran. Einastaðni situr
hann og roynir at seta
minningarorð um Ívar
Berghamar saman, og
ávegis verða bæði hann og
ein minnisvarði, sum hann
er komin við hugskotinum
til, latnir upp til skutils:
"Det varmede dog hele
hans hjerte hver gang han
Nr. 109 — 12. JUNI 1999
besøgte det fredlyste sted
og sá hvordan minde-
pladernes antal voksede”!
I kirkjuni, undir jardar-
ferdini, er konan eisini
fyri skotum: ”Gud, hvor
er det pragtfuldt! Hvisk-
ede fru Skælling. Det er
næsten for meget af det
gode, ikke, Nikodemus?”
Medan Kiødt prestur
tosar, øsir blaðstjórin seg
um taluna, sum hann held-
ur vera innantómt tos og
skvaldur, meðan lesarin
frøist um, at ein møsnarin
leggur eftir øðrum. Á
kirkjugarðinum standa
blaðstjórahjúnini í fyrstani
ikki væl fyri, tí at limirnir
í ungmannafelagnum
"Fremad" troka seg fram
at grøvini, men eydnan er
við teimum, og tað lukkast
at koma í fremstu rgð.
Skal ein sjónleikur vera
væleydnaður, mást tú
síggja, hvat ið gongur fyri
seg!
Sum allir smáborgarar
er blaðstjórin bangin fyri,
at tað skal ganga afturá
sosialt, og tað hevur í
sínum lagi við sær, at
hann gert konservativur út
um alt rímiligt mark.
Einki má broytast, alt skal
vera sum tað er ella allar-
helst: sum tað var. Sum
tann einasti í skaldsøguni
leingist hann eftir tíðini
áðrenn fyrra veraldarbar-
daga, tá "hele verden nyn-
nede luxemburgvalsen ...?
Men reiðararnir eru ikki
samdir við blaðstjóranum í
hesum, teir eru nevniliga
fullkomiliga greiðir yvir,
at teir aldrin áður hava
forvunnið so nógvan pen-
ing sum nú, og ivaleyst
heldur aldrin fara at gera
tað. Fyri teir er hetta tær
góðu tíðirnar.
Menn eru eisini farnir at
tosa um sjálvstýri, og tað
líkar avgjørt ikki tí sam-
bandssinnaða blaðstjóra-
num:
"Nu ville de barbarer i
ramme alvor gøre disse
øer til et suverænt rige
hvor de kunne skalte og
valte efter deres eget for-
godtbefindende! I hoved-
staden gik bølgerne højt,
den lovlige danske øvrig
hed blev kritiseret og an-
grebet på det frækkeste,
halvstuderede røvere,
dumpekandidater og mis-
sionærer mente sig kom-
petente til at sætte sig i
amtmands og dommers
sted.”
William Heinesen segði
seg eins og Jørgen-Frantz
Jacobsen at brúka livandi
fyrimyndir til persónarnar,
tó so at hann blandaði teir
saman, at fólk ikki skuldu
kenna. Lítil ivi man vera
um, at blaðstjórin fyri ein
part er evnaður eftir G.L.
Samuelsen, sum í nærum
tveir mansaldrar var blað-
stjóri á Dimmalætting.
Verðin er eitt sláturhús
Samfelagskritikkurin er í
stóran mun undirskiltur í
avmyndingini av teimum
ráðandi — serliga krógvað-
ar eru atfinningarnar kort-
ini ikki — men haraftrat
verður hann beinleiðis
orðaður av Ívari og tí
kúluta prentaranum Jens
Ferdinandi. Tað er Ívar,
sum eigur lívið í Kvann-
húsinum. Hann er skipari,
siglir fyri Opperman og er
lýstur sum ein virkin
menniskja, ið tíðum hó-
reiggjar sær, tá ið hann er
í landi. Tað er bara hend-
ingaferð, at Ívar verður
avmyndaður uttan ein
ginnfløsku ella eina øl, og
tað er lítil ivi um, at hetta
er tekin um eina flýggjan
inn í gloymskuna, burtur
úr vandunum og ræðsluni.
Ívar sær væl, hvussu sam-
felagið er sett saman, og
hann átalar, at kríggj verð-
ur til eina góða forrætn-
ing:
"Vi er sjanghajet med
ud í krigsslaveriet, som
Jens Ferdinand siger. Det
er ingen løgn. Og det er de
andre der skummer flød-
en. Det har han ogsá ret i.
Vi tror vi bliver lønnet
som grever, men andre får
det femdobbelte, det tid-
obbelte for at sidde hjem-
me og bestemme over os."
Prentarin Jens Ferdinand
er intellektuellur og vin-
strahallur — og hann er
kúlutur. Hann er forelsk-
aður í Livu, sum er trúlov-
að við beiggja hansara, ið
liggur á tuberklasjúkrahúsi
at doyggja. Alt uttan Liva
tykist Jens Ferdinandi
ónleyst og ljótt, og hana
hann er tann hann er, og tí
hon av berum vónloysi er
arin upp í Kringlumein-
gheitina. Jens Ferdinan
roynir at doyva sína van-
lagnu við brennivíni og
átalar javnan lív og levnað
í Grýtuni. Hann er tann,
sum man vera næstur at
vera málgagn hjá høvund
anum — og hann tekur
lívið av sær. Bjartskygd er
skaldsøgan ikki
Hvørki Ivar ella Jens
Ferdinand gera nakad fyri
at broyta støduna. Ivar
sigur mótfallin: "Ná, det
rager nu ellers ikke mig”;
og i Jens Ferdinands føri
verður tað heldur ikki til
annað enn orð — uttan ta
evstu ferðina.
Sublimering
Aftrat allari aðrari kúging
kemur bronglað trúgv
eisini upp í leikin og ger
fólki fortreð. William
Heinesen brúkar týðuliga
sålarfrødiligar teoriir um
hyljan, umskaring og sub-
limering i persónlýsingu-
num, og dentur er serliga
lagdur å Livu. Mangir
tråkkast eftir henni, og
tveir teir itastu eru Opper-
man, sum vil hava henn-
ara likam, og Simun bak-
arin, sum vil hava hennara
sål - og kropp? Liva er
vidbrekin frammanundan,
og i felag lukkast tad hes-
um bådum at spilla hana,
so at hon vid skaldsøgulok
ikki longur er í ordan.
Liva verður lýst positivt
— navnið! — og hon er
natúrlig, vøkur, virkin og
kerlig, so tað er lætt at
skilja, at nógvir eru úti
eftir henni. Hon er kortini
trúgv ímóti sínum sjúka
trúlovaða, og tað verður
fortalt, hvussu eydnusom
og lívsglað hon var, tá ið
hann var frískur. Hon er
blivin religigs, samstundis
sum sjúkan er komin, og
tað er greitt, at trúgvin er
komin í staðin fyri tað
løstada kenslulívið. Men
tað er ikki bara hjá Livu,
at tað sansaliga er avloyst
av trúgv, men burturi er
tað holdbundna minni enn
so, sum tað sæst á fundu-
num hjá Kringlumeinig-
heitini. Ein av limunum,
Jónas, verður ákærdur fyri
ikki bara at hava syndað í
kjøtinum, men fyri at hava
gjørt tad deydasynd at
arga — les: víst fyri — í
hvussu er trimum gentum
og einari giftari konu.
Jónas ákærir afturímóti:
"Liderlige er Í alle sam-
men ... Í gár omkring med
en eneste stor kløe efter at
kramme på hinanden ….!
Endin er sjålvandi, at
Jónas fellur til jarðar og
verður fyrigivin — inntil
næstu ferð.
Símun bakarin verður
drigin at Livu, og hann er
ikki í iva um, at tað er
Sátan, sum býr aftanfyri,
kann hann ikki fáa, bæði tí
og at hann tískil má stríð-
ast ímóti bæði kenslum og
gimd. Viðurskiftini ímill-
um tey bæði eru annars
lødd við erotikki, og tå ið
tann trúlovaði er deyður,
og Símun kemur til Eyst-
urvágar eftir Livu, er hon
tilreiðar
"Det varer lidt fór hun
opdager Simon sá
pludselig, tændes et blankt
lys í hendes blik og to
afgrænsede pletter af rød
me springer frem på
hendes kindhofter. To røde
blomster! Ja det kan nok
være at hun springer ud
som en rosenbusk! Og idet
hun nærmer sig Simon gør
hun et ligesom kuldg)
Í hoved
og lukker øjnene
Han rejser sig og tager
sende Kast me
hendes hånd, hun bøjer
hovedet og han lægger
munden ind til hendes
hår.”
Tá ið trúgv verður
bronglað sum í Kringlu-
meinigheitini, hevur
skaldsøgan lítið gott at
bera henni, og hverja ferð
Liva tosar um Jesus halda
systkin og onnur, at hon
sær ónd og fremmand
ut.
Handilskirkja
Kirkjan hevur einki at
seta afturim. Sti sektu-
num, og tað verður illa
nokk gjørt gjøldur við
henni, hon er týdning-
arleys. Presturin, Kiødt
er blidur, men hann
hugsar bara um tað,
sum hesumegin er.
Navnið er á tað borð-
ið, og heima hjá
honum er tað sum í
einum handli, so
nógv er inni av
øllum handa slag.
Og einastaðni situr
hann og hugsar um
handlar, hann hevur
gjørt, og hvussu
teir kunnu um-
setast í traktatir,
og alt tað góða
hesar
skulu
birta i:
"Mens
for-
retn-
Ings-
manden
hviler,
arbej-
der
hans
trak-
tater,
siger
et gam-
melt ord,
og man
kunne pá
samme máde
sige: mens
præsten hvil-
er, arbejder
hans traktat-
er.“ Kiødt
prestur tekur
aloftast ikki
dagar imillum
pengaheimin
og Bibliuna.
”Den sorte
Gryde” er
svartskygd og
stuttlig hvørt
um annad,
afturfyri er hon ikki ser-
liga vónrík. Pers6narnir
eru ikki longur góðir ella
óndir, nei, teir eru iva-
samir allir sum ein. Hetta
veitir sjálvsagt persónlýs
ingini nógv brigdir, men
bjartar myndir eru ikki
lættar at finna i skaldsøg
umi. Er so ein
in glottin ?
Jú, í øllum skaldsøgunun
hjá Williami Heinesen er
tað altid onkur
sum ber
vonina um eina
framtið, og sol
kasta saman. Hóast Magd
alena er einkja við fleiri
børnum og hevur hug a
vera lættiiVandi, so ger alt
hetta ikki Fríðriki mun, og
ímillum teirra verður tann
holdsligi og tann andaligi
kærleikin ein heild. Teirra
samband er tað einasta,
sum ikki er kryplað