Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablað Deyðadansurin um gullkálvin Skaldsøgan við lepanum til føroysku lesararnar Jógvan Isaksen Føroyar undir seinna ver- aldarbardaga eru karmur um skaldsøguna "Den sorte Gryde”, sum kom út i 1949. Enska hersetingin, vandaferðirnar við fiski, teir nógvu pengarnir — alt er partur av fråsøgnini Bara í 1941 sukku ella hvurvu 20 skip, undir øllum krígnum 37 skip, og teir knøppu fjúrtan dagar- nar ímillum 23. mars og 5 apríl 1941 blivu 14 skip álopin. Fyri føroyska sigl- ing vóru hetta vanda- miklar tíðir Pápi William Heinesen, Zacharias Heinesen, heyði bygt eina stóra handilsfyr- itøku upp, og í 40'unum var sonurin í roynd og veru leiðari av hesari. Jagstranin eftir vinningi undir krígnum vakti eitt sovorðið mótboð í Willi- ami Heinesen, at hann yvirtalaði pápan, sum í grundini var religiøsur, at selja tvey góð skip, so at teir ikki skuldu vera við í gullkálvsvalsinum. Men hvat? Menninir, sum høvdu keypt skipini løgdu mitt í vaðið, og so vóru Heinesen feðgarnir at kalla í sama stað Betri bleiv tað ikki av, at Zacharias Heinesen, hóast sonurin mótmælti, keypti tvey onnur skip. Annað gav eitt lemjandi undirskot, hitt sleit og bleiv vrak og var av mis- gáum ikki tryggjað. Stutt seinni doyði pápin, og nú sat sonurin við allari á- byrgdini, men eisini við tilfarinum til "Den sorte Gryde”. Til lesarar minar i Føroyum ”Den sorte Gryde” og ”De fortabte Spillemænd” eru skrivaðar lið um lid og inn ímillum hvørja aðra. Høv- undurin var farin undir at skriva ”Den sorte Gryde” i 30'unum, og hon skuldi snúgva seg um tað strævna lívið hjá tí før- oyska sjómanninum, men kríggið setti fót fyri hesi ætlan. Tey fyrstu árini undir krígnum skrivaði William ístaðin "De for- tabte Spillemænd", men konsulenturin á Gylden- dal, Paul la Cour — hetta er aftan á kríggið — vildi hava hann at broyta ym- iskt. Imeðan skrivar hann so "Den sorte Gryde” lidna, men nú er hon gðr- vísi enn av fyrstan tíð ætlað. Sambært høvundin er grundin til, at "Den sorte Gryde" kom út áðr- enn "De fortabte Spille- mænd” tann einfalda, at evnið var hildið at hava stórri áhuga. Tá ið "Den sorte Gryde” kom út, varð inn í tey eintøkini, sum fóru til Føroya lagdur ein lepi við heitinum: Til lesarar min- ar í Føroyum. Har greiðir høvundurin f stuttum frå, at Grytan er ikki ein åvis- ur býur, og at eingin av persónunum er gjørdur yvir livandi fyrimynd. Synd er kortini at siga, at fólk í Førøyum fegnaðust um bókina. Kúganin nívir Í bæði "Blæsende Gry” og "Den sorte Gryde" var fråsøgnin so dånt objektiv, men soleiðis er ikki í "Den sorte Gryde”. Upp- aftur og uppaftur ger frå- søgumadurin vart við seg og sína hugsan, og longu í inngangslåsingini verður sipað til, hvat lesarin hev- ur í væntu. Tí Grýtan er "en benádet plet midt í krigens hærgen, et ly for udasede sømænd, et hvile- sted for afspørede flygtn- inge, en yngleplads for religiøse sekter, en lun rede for allehånde profit- magere”. ”Den sorte Gryde” er ein kaleidoskopisk kollek- tiv skaldsøga, 10 sigur frå tí sivila partinum av ein- um kríggi. Í tí yðjandi og tysjandi Grýtuni ferðast tann milda Liva og sam- bindir í erva og í neðra. Hon arbeiðir hjá tí gávu- milda reiðaranum og spek- ulantinum Opperman, sum er ein dupultmenniskja, ið at síggja til er góðvarin og sjarmerandi, men sum í síni kynismu er lívsfarlig- ur á øllum økjum. Í bókini eru eisini djarvir sjómenn, svakir predikantar, ein kollveltingasinnaður prentari, ein sjålvgladur blaðstjóri, mannfólkagalin konufólk og eitt brenni- vínstyst danskt-norskt par, sum heldur drykkjugildir umborð á einum modelli av Gokstad-skipinum. Satiran, harmurin, vreiðin, samkenslan eru fullkomi- liga greið, men ongantíð klisjé-kend, og tær poet- isku náttúrulýsingarnar saman við upp í leypum av humori gera eina visi- onera heild. Tað søguliga tíðarskeið, sum lýst verður, er sjálv- sagt við til at avgera høv- uðstema í skaldsøguni: tey kúgaðu mótvegis teirra kúgarum. Men bókin snýr seg ikki bara um peninga- liga kúging, men eisini um religiøsa og sosiala fjøtr- an. Samfelagið er greidliga hierarkiskt skipað: Ovast er ein lítil yvirstætt av reiðarum og hægri em- bætismonnum og so nakrir frá hersetingarvaldinum. Teimum á baki koma handilsmenn, blaðstjórin, apotekarin o.s.fr. Niðast eru arbeiðsfólk, sjómenn, knæbøndur og onnur. Uttanfyri hetta sosiala hierarki sveimar ein rød av persónum, sum ikki týðuliga hoyra til her ella har: tað íslendska landa- strokið Engilbert Thom- sen, limir í Kringlumein- igheitini hjá tí galna Sím- un bakaranum, og sveim- ararnir Myklebust og Thy- gesen - tað eru teir við Gokstad-skipinum. Zoom Skaldsøgubygnadurin er kollektivur, men fitt av óheftum søgubrotum koma fyri, og hesi verða samanbundin av trimum av systkjunum í Kvann- húsinum: Ívari, Livu og Magdalenu. I fleiri fórum brúkar fråsøgnin filmmál. Í fyrst- ani verður panorerað út yvir Grýtuna, síðani verð- ur tað zoomað inn á post- boðið, sum lesarin fylgir ein tein á leiðini. Á henda hátt verða býurin og teir týdningarmestu íbúgvarar- nir pallsettir. Ein vanligur teknikkur í filmi er at lata søgugongd- ina glíða frá einum per- sóni til annan, tá ið hesir hittast, og soleiðis er tað javnan í "Den sorte Gry- de”. Einaferð sita sýslu- maðurin og Opperman og skifta orð um Ívar, so kemur Verlandsen skúla- stjóri í somu grindum, og tá ið hann heldur fram á leið, fer lesarin við hon- um. Í næstu løtu er hann líka við at blíva yvir- koyrdur av Tarnoviusi konsuli, og so er tað hon- um vit fylgja. Undir einum flogálopi verður alt í fyrstani sæð úr erva, og síðani verður tað zoomað inn á hendingar- nar, og undir jarðarferðini hjá Ívari verður Skæling blaðstjóri brúktur sum kameralinsa. Fråsøguhått- urin speglar sostatt — fyri ein part — nútíðina. Eyðræning "Den sorte Gryde” kann Nr. 109 — 12. JUNI 1999 býtast sundur upp á ymsar mátar og ein er at hyggja nærri at tveimum aðaltem- um: búskaparligari eyð- ræning og avlagaðari trúgv - og upp í hetta blandar seg so tað for- bidna kynslívið. Opperman er ein av oddamonnunum í Grýtuni Sum skaldsøgupers6nur er hann spennandi, tí tú ong- antíð veitst, hvat ið hann finnir uppá, og nógva staðni í skaldsøguni er tað hann, sum hevur fasta- tøkur á lesaranum. Opperman er nylingurin, sum ikki heldur seg innan åsettar karmar, og nettup ti er hann ikki snobbutur. Tå ið tú lesir bókina, fært tú ta fatan, at Opperman er sjónleikarin, sum altíð megnar at spæla sín leik- lut. Hann dugir at vera eyðmjúkur saman við sýslumanninum, at syrgja við jarðarferðina hjá kon- uni, at være reinlyntur, at vera litillåtin o.s.fr. Eitt annað lyndiseyð- kenni — um hetta orð yvir- høvur kann brúkast um Opperman — er, at atburð- urin hjá honum mótvegis øðrum altíð er stýrdur av handilsligum hugsanum, at býtislutfalli altíð er frammarlaga. Alt, hann letur frá sær, er væl gjøgn- umhugsað og er honum loksins til vinning og frama. Hvat kenslum við- víkur, so er illa statt. Hann heldur, at hann kann ugga onnur við at bjóða teimum pengar, tá ið sorgin rakar, men tað ber bara til í ross- ahandlum við t.d. sýslu- mannin. Frú Opperman sigur viý Livu, at um Sátan er til, so er hann Max Opperman, men so leggur hon aftrat, at hann á ein hátt ikki er so óndur, sum hann er barnsligur. Og móti enda- num sigur Tønnesen lækni, at Opperman líður av moral insanity: "Han er moralsk usammenhæng- ende, opløst. Derfor går han heller ikke i stykker. Han har det ligesom en regnorm der kan hakkes i flere stumper og alligevel lever videre i bedste vel- gående...” Opperman gerst nevniliga aldrin illur, hvat enn ið fólk siga við hann, so letur hann tað um seg ganga. Opperman og kapital- isman verða lýst á sama hátt. Kapitalisman vil eisini, at alt skal kunna metast í pengum ella sam- svarandi virðum, og úrslit- ið er kensluloysi og avlag- ing av menniskjansligum virðum. Í skaldsøguni umboða tískil Opperman og hinir pengamenninir ta gelda, tað deyða, meðan tann vakra Liva umboðar tað menniskjansliga og tað livandi. Í endanum neyð- tekur Opperman Livu, og tað kann fatast sum at deyðin vinnur á lívinum. (Í skaldskapinum hjá Williami Heinesen eru nøvnini á persónunum ikki tilvildarlig, men siga ofta frá einumhvørjum brigdi VU je eee |