Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 109 — 12. JUNI 1999 Danska mentamálaráðið tryggjaði sær í mo tidindablad tilsøgnini frá 1977, at Kirkjubearstólarnir kundu koma heim, tå ið nýtilig og tíðarhóskandi framsýningarheli vóru fingin til vega. Á danska tjóðarsayninum hava Kirkjubøar- stólarnir staðið í eini trappuuppgongd, sum vit síggja á myndini Kirkjubgarstólarnir heim eftir drúgva útlegd Teir hava bíðað leingi eftir heimferðarløtuni, men um eitt lítið ár koma teir heim aftur, í fyrsta umfari á Føroya Fornminnissavn Turið Kjólbro Heimkoman av Kirkjubø- arstólunum á hvítusunnu næsta ár, byggir á eina tilsøgn frá danska menta- málaráðnum í 1977, um, at føroyingar skuldu fáa savns- og fornlutir aftur, sum vórðu fingnir til vega við innsavningum í Føroy- um alla farnu øld og sum vórðu sendir av landinum á søvn. Savnslutirnir hava allir sína serstøku søgu, men vit koma ikki uttan um, at Kirkjubgarstólarnir, ið eru frá fyrru helvt av 1400- talinum, eru nakað heilt serstakt í hesum hopi. Og líka síðani postskipið Di- ana stevndi úr Føroyum til Keypmannahavnar við hesum serliga kirkjuinn- búgvi um jóltíðir í 1875, hava føroyingar, ikki minst Jóannes bóndi Pat- ursson í Kirkjubø, arbeitt fyri at fáa føroyingum stólarnar aftur. Gott og væl hundrað ár skuldu ganga, áðrenn danska ríkisstýrið samtykti, at innbúgvið kundi flytast heim aftur, tó við teirri treyt, at tey komu í hósk- andi savnshús, og sløk fjórðingseld afturat, áður enn teir úr hesi drúgvu útlegd kundu verða latnum føroyingum aftur. Long sega Tað var undir stóru um- byggingini i 1874 av sóknarkirkjuni í Kirkjubø, á mannamunni Olavs- kirkjan ella Munkakirkjan, sum er elsta kirkjan og einasta miðaldarkirkja, ið enn er í brúki í Føroyum, at Kirkjubøarst6larnir vórðu tiknir av embætis- monnum og fluttir á tjóð- arsavnið í Keypmanna- havn at vera. Kirkjubøar- stólarnir, ið hava staðið í Magnusarkatedrálinum, tað vit í dag kalla Múri- num, eru myndskrýddir lutir av kirkjuinnbúgvi. Eitt stórt savn av træ- skurðarlist, hvors líki ikki er varðveitt aðrastaðni í Norðurlondum. Sambært bókini Kirkju- bøarst6larnir og Kirkjubø- ur eftir Knud J. Krogh, savnsvør0i á tjóðarsavni- num í Keypmannahavn, byrjar søgan um, hví gamla innbúgvið varð tikið úr sóknarkirkjni longu í 1806. Tá var vandi fyri, at sóknarkirkjan fórst av brimi. Stødan var so hættislig, at umhugsað varð at lata kirkjuna fara og í staðin fáa nýggja kirkju at hava gudstænastu í við at endurreisa eina aðra kirkju á staðnum, nevniliga stóru miðalda! dómkirkjuna. Málið kom so langt, at Føroya Løgting í 1863 samtykti at Múrurin varð gjørdur til sóknarkirkju. Næstu árini arbeiddi Dahl- erup, arkitektur, við at gera uppskot til, hvussu hetta kundi gerast, og við at útvega fíggjarligt grundarlag til tess, at upp- skotið kundi gerast til veruleika. Men ætlanin datt niður fyri hóast nær- um allur peningurin varð fingin til vega. Tí varð aftur hugsað um at fara at umvæla gomlu sóknar- kirkjuna. So varð, og stórt orðaskifti og brævaskifti millum ymisk, ið høvdu við málið at gera, stóðst av ætlanini. Undrunarvert Um hetta mundið í seinnu helvt av 19. øld var stórur ansur ikki veittur fornlut- um aðra staðni í Norður- londum, og nógv virðis- mikið fór av teirri grund fyri skjeyti. Knud J. Krogh, savnsvørður, undr- >> ast á, hvussu stórur dentur varð lagdur á at varðveita tað gamla innbúgvið í kirkjuni. Tað bar prógv um ein fyri samtíðina sjáldsama stóran ans fyri fornlutum hjá teimum, sum høvdu málið um hendur Tá ið umbyggingin av sóknarkirkjuni var liðug, var hon ikki til at kenna aftur, og í endurminning- um Jóannes bónda, Tættir úr Kirkjubøar søgu, skilst, at sóknarfólkið var ikki so fegið um broytingina. Tá ið kirkjan aftur varð um- væld fyri gott og væl tríati árum síðani, fekk hon sítt upprunaliga snið og sína útsjónd aftur Til avlops Eftir umbyggingina í farnu øld komu fólk, eitt nú V U. Hammershaimb, próst- ur, til ta sannføring, at gamla kirkjuinnbúgvið hóskaði ikki til nýgotiska stílin, sum sóknarkirkjan hevði fingið. Hammers- haimb vildi frá danska Kirkju- og kenslumála- ráðnum hava at vita, hvat skuldi henda við hesum innbúgvi, ið nú var til avlops, "disse ubrugelig Sager, som ere tagne fra den gamle Kirke og for Tiden opbevarne i Lag- tingets Udvalgsværelse” Soleiðis komu Kirkju bøarst6larnir til Danmark ar i februar i 1876 å Det Kongelige Museum for de Nordiske Oldsager, núver- andi tjóðarsavnið, har teir hava verið síðani. Til fyri ikki so nógvum árum síðani vóru stóla- og pult- avangarnir og somuleiðis biskupsstólurin við í føstu framsýningunum hjá danska tjóðarsavninum. Kirkjubøarst6larnir hava 19 verið á framsýningum í Onglandi og Noregi, og eina ferð í Føroyum. Tað var í sambandi við her- ferðina Føroyar í fokus í Keypmannahavn í 1986, at Føroya Fornminnissavn í Listaskålanum i Havn visti hetta søgulig inn- búgvið fram fyri Føroya fólki. Men tå ið eingi framsyningarhøli framveg is vóru til taks, sum tilsøgnin frå danska ment amálaráðnum frå 1977 åsetti, máttu Kirkjubóar stólarnir eina ferð enn av landinum at bíða eftir heimferdarløtuni. Henda løtan er loksins komin Avtalan, ið hósdagin varð undirskrivað millum Signar á Brúnni, landsstýr- ismann í mentamålum, og Elsebeth Gerner Nielsen, mentamålarådharra, ber við sær, at hópur av forn- lutum, ið í síni tíð eru tiknir úr Fóroyum á søvn í Danmark, koma heimaftur Har teljast Kirkjubøarst6l- arnir avgjørt millum teir fremstu. Spurningurin er so, hvussu leingi stólarnir verða í varðveitslu á Før- oya Fornminnissavni í Hoyvík, til teir koma aftur til Kirkjubøar, haðani teir vórðu tiknir og fluttir á sinni. Men stendur tað til landsstýrismannin í ment- amálum og fólk í Kirkju- bøar sókn, koma stólarnir aftur á staðið, teir vórðu tiknir. Sum Páll Patursson, bóndi í Kirkjubø, segði við Sosialin igjår - Navnið stendur á stól- unum. Tað, sum lænt er, eigur at berast aftur. Kirkj- ubostólarnir hava verið í Danmark til láns og teir skulu aftur til Kirkjubøar at standa. Fyrr eru teir ikki komnir heim. Tað var ein søguligur dagur hósdagin 10. juni í 1999, tå ið landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, og Elsebeth Gerner Nielsen, undirskrivadu avtalu um, at savnslutir år Føroyum kunnu koma heim aftur eftir 125 ára útlegd. Mynd: Jens Kristian Vang