Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 1999síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 107 - 10. JUNI 1999 tíðindablaðið SOS 27 Uni Arge hevur júst skorað til 1-1. Seinni legði hann eisini Feroyar á odda 2-1 Mynd: Jens Kristian Vang Era vonbroti til at vera middepil Uni Arge er bara annar føroyski spælarin, sum hevur skorað meiri enn eitt mål í einum og sama dysti Tað var ein ovurfegin Uni Arge, sum saman við liðfel- øgunum sessaðist við døg- urðaborðið á Svangaskarði eftir lokið stríð. Tríggjar minuttir fyri leiklok sá tað eitt sindur álvarsligt út, tá tvífaldi málskjúttin var bor- in av vøllinum, men sam- bært Arge mannin sjálvan, so komst hetta av, at hann hevði verið so troyttur, at vøddarnar í tjúkkanum knýttu seg. — Vit skulu spæla í Akra- nesi sunnudagin, og eg verði klárur at spæla, stað- festi Uni Arge. Saman við Jens Martini Knudsen og Allani Mørkøre skuldi Uni Arge fara til Islands i dag, og tað er einki at ivast í, at vælkoman verður hjartalig á Ólafsfirði, har teir fylgja væl við, hvussu tað gongur Leifturs monnunum, ið royna seg í altjóða fótbólti. Uni Arge er bara annar føroyski spælarin, sum í ein- um og sama dysti skorar fleiri enn eitt mál. Tá Før- oyar mikudagin 11. oktober 1995 vunnu 3-1 á útivglli móti San Marino, skoraði Todi Jónsson gll málini, og hvorki fyri ella síðani er tað komið fyri, at ein spælari hevur skorað fleiri enn eina ferð. Men í 59. altjóða skrá- setta landsdystinum eydn- aðist tað. Uni Arge segði einki um tað leygardagin, men miku- kvøldid fingu vit hann at ásanna, at hann var sera vónbrotin, tá tað leygardag- in var hansara lutur at sita á beinkinum, og at hann ikki kom inn fyrrenn heilt seint í dystinum: — Hesa ferð høvdu vit tveir menn heilt frammi, og eg haldi sjálvur, at tað rigg- aði væl móti einari verju, sum ikki var alt ov væl skip- að. Avgerandi sendingarnar til málini komu frá Toda Jónsson og Allani Mørkøre. Í sambandi við seinna mál- ið, so er tað at siga, at Allan Simonsen í sínum uppleggi til okkara bað okkum hava eyga fyri tómu økjunum og at senda langar bóltar í tey, tí hetta er ikki rættuliga stíl- urin hjá bosniarunum, og hetta riggaði væl, og tað var lítið annað hjá mær at gera enn at skora, segði ein glað- ur Uni Arge, sum við mál- veitsluni líka sum tók for- skot uppá silvurbrúdleypið saman við landsliðnum. Tað verður 4. september, tá Est- land kemur at vitja, og Uni Arge uttan iva fær møgu- leikan at spæla á landsliðn- um fyri 25. ferð. — Mær dámar so sera væl at spæla á landsliðnum. Lagið er gott í hópinum, vit fáa fínan stuðul frá áskoð- arunum, og tá so úrslitini eru góð, so kann tað næstan ikki vera betur. jh Tað var tann tíð, tá Jens Martin Knudsen og Jan Dam so at siga vóru botnurin á føroyska landsliðnum. Teir eru framvegis í hópinum. Vit hava so ofta sagt, at Jens Martin Knudsen hevur ongantíð verið betri, enn hann er júst nú, og venj- arin hjá honum í Leiftri, Páll Guðlaugsson, hevur sagt, at hann hevði ikki verið í iva at brúkt Jens Martin á landsliðnum, um hann framvegis var venjari. Men nú er tað Allan Simonsen, sum er venj- ari, og hann hevur valt mannin í superliguni framum tann í bestu deildini í Íslandi, og hann hevur eisini gjørt av, at Jan Dam, sum var liðfor- maður fyri einum ári síð- ani, skal sita á beinkin- um. Bæði Jan Dam og Jens Martin Knudsen hava tað til felags, at teir fegn- ir vildu verið millum teir fyrstu ellivu, og teir eru báðir skilaguðir menn, sum duga at gera sínar metingar. Tá Spania í 1996 vann 6-2 á Svangaskarði, eftir at føroyingar heilt leingi høvdu hildið tætt, gav Jens Martin ilt av sær, tí hann helt, at ov nógvir av lidfeløgunum vóru íkki Nú fer eingin niður við nakkanum Tveir av royndastu monnunum sótu á beinkinum og staðfestu broytingarnar, sum hava verið á landsliðnum nóg væl fyri: — Nú er heilt ødrvisi, og tað hevur sínar nátúr- ligu orsøkir. Inntil fyri bara tveimum árum síð- ani vóru tað nógvir spæl- arar, sum ikki vandu meiri enn tríggjar ferðir um vikuna, og vóru teir burturfrá eitt kveld, so vandu teir bara tvær ferðir hvørja viku. Nú venja flestu spælararnir mest sum hvgnn dag, og eru teir burturfrá eina ferð, so venja teir sjálvir, og sjálvandi sæst hetta aftur í avrikinum á landsliðnum, er metingin hjá Jens Martini Knud- sen. Jan Dam er púra samdur við liðfelagan- um: — Og so skal tað leggj- ast afturat, at nú hava mest sum allir spælarar- nir eina rúgvu av altjóða royndum, og tað sæst aft- ur í avrikunum. Fyri meg er tað eitt upplivilsi at vera við, og nú fáa vit ferð eftir ferð pengar burturúr, tí årtøkan er so mikið góð. Tað hava vit ikki fingið áður, kemur tað skemtandi frá Jan Dam, sum hevur spælt 36 landsdystir. Hann hevur ikki verið á vøllinum síð- ani 5-0 tapið í Tallinn 4. juni í fjør. jh