Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 1999síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 109 - 12. JUNI 1999 tíðindablaðið 29 Viðmerking: 1) Føroyskt fekk 1 (ein) tíma aftrat! ?! 2) Tónleikurin skerdur! ?! Nú er so eitt ár liðið, síðani nýggja fólkaskúlalógin kom í gildi. Nógv gott er í hesi nýggju lóg, treyðugt so, men alt er ikki nóg gott, og okkurt er verri, enn tað var frammanundan. Móðurmálið Agangurin á móðurmálið er stórur í hesum teldu-, tøkni- og sjónvarpstíðum, nú um- heimurin bæði so og so floymir inn í skúlar og heim okkara. Eyðvitað er nógv gott at siga um hendan fagra nýggja heim, men vit eiga at vera á varðhaldi, ikki minst málsliga. Tú hevði væntað, at okk- ara aldagamla løgting fór at menna og styrkja móður- málið munandi við hesi nýggju lógini. Sera hug- stoytt var tó at siggja, at lærugreinin føroyskt bert fekk Í (ein) tíma aftrat, meðan enskt t.d. fekk heilar 4 tímar aftrat. Ikki skal tó dyljast, at hugaligt var at síggja broyt- ingina í 3. flokki, har lut- fallið millum føroyskt og danskt er broytt til tað betra. Løgtingid skal hava tøkk fyri hesa broyting, men hatta er als ikki nóg gott. Tað rætta hevði verið at flutt byrjanarundirvísingina í donskum úr 3. flokki upp í 4. flokk. Nåmsfrødiligar kanningar og royndir, bæði uttanlands og í Føroyum, benda á, at tað er ein fyri- munur bæði fyri móðurmál- ið og lutvíst eisini fyri 1. fremmandamálið, um byrj- að verður eitt ár seinni við fremmandamálinum. Her kann eg vísa á donsku kann- ingina >Tidligere engelsk- undervisning« (D.L.H. 1992). Har stendur millum annað; >Tað loysir seg ikki —— r T- Talva I | 1.flokkur | 2. flokkur 3. flokkur Danmørk | 8-10t. — | 8-9.t. 7-10 t. Svøriki | S-1lt | 8-10t. 9-11 t. | Føroyar 6-7 t. 6-7 í. 6 t. (#1 t. nú) at byrja vid fremmandamåli niðan fyri 5. flokk, tí lesi- førleikin eigur at fáa frið at mennast á móðurmálinum, uttan at aðrir tekstir við ødr- vísi ordamyndum — ør- kymla«. Og vit byrja i 3. flokki!?! Haraftrat kann eg visa å sendingina >Skúli og upp- aling« f Utvarpi Føroya 1997, har Thorben Johann- esen greidir frå kanningum i Føroyum, sum benda å tad sama. Annars taka flestu serfrødingar undir vid hesi áskoðan, ikki minst hin sera navnframi Mogens Jansen. Rådleggingarnevnd folkaskulans Rådleggingarnevnd fólka- skúlans hevði eisini síni til- mæli viðvíkjandi málundir- vísingini í nýggju fólka- skúlalógini. Nevndin fór enntá í tvíningar orsakað av 6semju um føroyskt/danskt. Ein meiriluti í rådlegging- amevndini mælti til at flyta danskt úr 3. flokki upp í 4. flokk og at lata enskt byrja í 6. flokki frammanundan. Hetta hevði styrkt móður- málið, soleiðis at okkara átta- nýggju ára gomlu børn fingu ein tryggari grundvøll at standa á, áðrenn farið varð undir at læra (í gásar- eygum) >fremmant< mál. Sum føroyingum líkt mátti ein minniluti í Ráð- leggingarnevndini = vera ímóti at styrkja stóðu móð- urmálsins í fólkaskúanum. Orsøkin til hetta var sjálv- andi ikki nåmsfrødilig, men hin í Føroyum so væl kendi og aldagamli politiski spurningurin um føroyskt/ danskt, t.v.s., danskt måtti ikki skerjast. Målstridid er sostatt ikki lidugt enn. Minnilutans nidurstøda — — — ss ØE REE var tó so neyðarslig og lítið sígandi, at tå sum skúla- maður mátti ógvast við og spyrja: »Sømir tað seg at lata slíka niðurstøðu av hondum, tá tú situr í slíkari ráðleggingarneynd<? Stoða løgtingsins Sera hugstoytt var at frætta, at okkara háttvirda løgting í stórri mun tók undir við minnilutanum í Ráðlegg- ingarnevndini. Orsgkin var sjálvandi ikki so nógv nåmsfrødilig sum politisk, og við tí politisku leiðslu, vit høvdu í farna valskeiði, var kanska ikki annað at vænta. Annars fekk eg varhugan av, at tað kann vera rættiliga tilvildarligt, um eitt mál fellur ella verður flutt upp í 4. flokk, um tann og tann tingmaðurin hevði verið á fundi tann og tann dagin. Mest harmaði tað meg tó, at flokkur Jóannesar bónda ikki vildi menna móðurmál- ið við at flyta danskt úr 3. flokki upp í 4. flokk. Hevði Bóndin vitað...!? Annars gjørdi tað brådl- iga nývalið sitt til, at ikki varð komið á mál hesum viðvíkjandi. Nú hava vit so eina nýggja sjálvstýrissam- gongu. Tískil er at vænta og vóna, at hetta landsstýrið fer at taka málið upp aftur og fer at geva móðurmálinum munandi betri sømdir í fólkaskúlanum. Móðurmálstímar í Norðurlondum Ofta samanbera vit okkum við hini Norðurlondini. Um vit til dómis kanna, hvussu nógvir móðurmálstímar eru í 1. fl. til 3. fl. í Svøriki og Danmørk, so síggja vit týðuligan mun. Ja, munur er á, og danir eru annars í ferð við at styrkja/økja sína móður- málsundirvísing. Hvussu mikið meir umráðandi man tað so ikki vera hjá okkum - i at menna okkara viðbrekna móðurmál? Skelkandi próvtel Eitt tilvildarligt ár (1996), vóru próvtglini í føroysk- um, donskum og enskum hesi (allar framhaldsdeildir í Føroyum: Stílur (10. flokkur) Føroyskt 4 11-tøl Danskt 23 11-tøl Enskt 16 11-tøl Fyrisøgn (9. flokkur) Føroyskt 20 11-tøl Danskt 101 11-tøl Ja, hatta eru tøl, ið tala! Síðani spyrja vit: Hvat ger nýggja fólkaskúlalógin við hes asjáldsomu stóðu? Jú, føroyskt fær ein tíma aftrat!! Sig so tað! Hetta man kallast okkurt slag av heimsmeti!?! Enskt i 5. flokki Frammanundan byrjadu vit við enskum í 6. flokki. Nú byrjar enskt í 5. flokki við 2 tímum. Hetta ger, at onkur kanska himprast við at flyta danskt úr 3. flokki upp í 4. flokk. Royndir vísa annars, at tað ber til at byrja við 2 fremmandamálum ár um ár. Danskt er skert við I tíma í 4. flokki og 5. flokki, mill- um annað tí at enskt nú byrj- ar í 5. flokki. Sjálvur undir- vísi eg í donskum í 5. flokki í ár. Eg kundi satt at siga hugsað mær handan eina dansktíman aftur, til dømis til skrivligt danskt. Sum ensklærari fari eg tí- skil at mæla til heldur at byrja við enskum í 6. flokki, og so lata enskt fáa hasar báðar tímarnar (ella meir) aftrat í 6. til 10. flokk, um so er, at enskt í 5. flokki forðar fyri at flyta danskt úr 3. upp í 4. flokk. Lat okkum nú íkki gloyma, at enskt er annað fremmandamål í Føroyum, men fyrsta fremmandamål i Danmørk. Enskt koma vit at duga ivaleysa væl, sjålvt um vit ikki hava hasar báðar tímarnar í 5. flokki Egnar royndir Sjálvur havi eg ávísar royn- dir viðvíkjandi føroyskum/ donskum. Mín núverandi 6. flokkur hevði ikki danskt í 3. flokki Teir 5 dansktímarnir brúktu vit soleiðis: Føroyskt fekk 2 tímar aftrat, tónleikur 1 tíma, evning Í tíma og | tími varð brúktur til fagur- skrift. Hetta seinasta ljóðar kanska ikki so nýmótans í hesum teldutíðum, so í dag høvdu vit møguliga kunnað brúkt handan seinasta dansktíman til teldulæru!?! Annars eri eg als ikki í Iva um, at tað er ein fyri- munur, bæði so og so, at gera um leið soleiðis, sum vit gjørdu á Argjum. Aðrir skúlar hava roynt nakað tað sama. Steða móðurmálsins í dag Góðu politisku myndug- leikar! Stødan viðvíkjandi móð- urmálinum/rættskrivingini er als ikki nóg góð í dag. Skúlarnir eru eitt, fjølmidl- arnir eitt annað. Hyggið t.d. í føroysku blødini, lesið brøv, ið verða send frá yms- um fyritðkum/stovnum/ myndugleikum, í vissan mun eisini skúlamyndug- leikum! Lurtið eftir mál- burðinum hjá bæði leikum og lærdum! Vita tit annars, at næstan einasti føroyski tekstur, ið summir føroyingar lesa, stendur í Dimmalætting og Sosialinum? Gevid okkum ti føroyskan tekst í Sjón- varpi Føroya! Nei, 1 (ein) føroysktimi munar ikki nógv! Tónleikurin skerdur Vit føroyingar hava eina sanggleði, sum eg hugsi, onnur munnu øvunda okkum. Kortini er okkurt. sum bendir á, at hendan sanggleðin ikki er heilt tann sama millum skúlabórn nú á døgum. Spice Girls, Mic hael Jackson, og Dr. Bom bay hava kanska fingið ov stórt rásarúm í hugaheimi barnanna! Kortini gjørdist eg posit- ivt ovfarin fyri einum 3 vik- um síðani, tå vit vóru inni á Svangaskarði/Runavík til skúlaítróttardag við 6 flokkunum. Í einum bussi, sum koyrdi okkum millum itrottarøkini, fóru nakrir næmingar knappliga at syngja/kvøda »I Gøtu ein dag«, øll ørindini å tamb, uttanat. Hesir næmingar søgdu seg koma úr Klaks- vík, so onkustaðni glógvar to I Men aftur til nyggju fólkaskúlalógina. Sambært Skúlablaðnum 2/99 er tón- leikurin munandi skerdur í nýggju lógini. Hetta má sig- ast at vera púra burtur úr vón og viti. Hvat hava fólk hugsað fyri sær? Eins og við móðurmálin- um mugu vit vera á varð- haldi á tonleika-/sangøkin- um, soleiðis at vit ikki missa tann dýrabara arv, vit hava fingið. Aheitan á politisku myndugleikarnar Mín álvarsama og inniliga áheitan á håttvirda Føroya Landsstýri og háttvirda For- oya Løgting verður tiskil: Mennið og styrkið undirvís- ingina í føroyskum og tón- leiki munandi, nú vit fara inn í eina nýggja øld og eitt nytt ártúsund! Við vón um vælvild! A Borg 7/6-99 Eyðun á Borg fø-, en-, da-, tó-lærari Argir