týsdagur 15. juni 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið S03/272 7
110 -15. JUNI 1999
Tað nýggja vágaskipið fekk eina syndarliga byrjan:
West Freezer hevur bara
fiskað fyri 3 mið. higartil
Mest umstrídda
fiskiskip í For-
ovum í nýggjari
tíð hevur verið
rakt av eini rød
av tekniskum
trupulleikum, um-
framt vánaligum
fiskiskapi, líka
síðani tað kom til
landið
yptu ein av
trystilinubátun
Noregi. Frøyanes
Tað. sum serliga loypti
ødi í, var, at politiski mynd-
ugleikin hevdi loyvt Frøya-
nes at koma i føroyska fiski-
flotan fyri triggjar útróðr-
rbátar og tí sjálvur fór í
bólk saman við útróðrarbát-
um, hóast hann er fleiri 100
tons til støddar
Men midvingar høvdu alt
sítt uppá tað turra og teir
duldu ongantíð fyri, at tað
var ein stórur dagur, tá ið
#01
LEE) #11!
I
Tad var ein stórur dagur í Miðvági, tá ið West Freezer stevndi flaggskryddur inn d
Miðvág fyri kortum. Men fyribils varð gleðin stokkut, tí flaggskipið hjá miðvingum
hevur roynst avbera illa síðani hann kom og nú er hann rýmdur undir Ísland at fiska
KGIVA
hetta stóra, stásiliga línu-
skipið, stevndi inn á Mið-
vág
Og síðani tá hevur friður
valdað um skipið og hann
tykist at hava funnið sítt
pláss í flotanum akkurát
sum allir aðrir. Lítið hevur
verið at sæð til hann og
ongin hevur følt seg traðk-
aðan á tærnar av honum.
Men tíverri fyri miðving-
ar må åsannast, at vónirnar
til skipið hava alt annað enn
hildið.
Tí tað hevur milt sagt
gingið á skriðuni til, síðani
West Freezer fór fyrsta túrin
tann 4. mars.
Og reiðarin, Tummas Jac-
ob á Løgmansbø ger einki
fyri at dylja vónrotið.
— Tað hevur gingið á
skriðuni til við skipinum,
sigur hann.
Hann sigur, at skipið
hevur riggað sera illa og teir
hava ferð eftir ferð verið
noyddir at koma inn við
tekniskum trupulleikum av
øllum møguligum slag.
Talan er um ymsar stýr-
ingar, umframt alt møguligt
elektriskt, sum hevur virkað
stak illa.
Harafturat hava skipasýn-
iskrøvini verið nógv stórri
og nógv dýrari enn væntað.
Allir hesir trupulleikarnir,
hava fyribils kostað teimum
næstan eina hálva millión,
umframt mista fiskitíð.
Av tí sama hevur fiski-
skapurin verið sera óeffekt-
ivur.
Hann dylur ikki fyri, at
hesir teknisku trupulleikar-
nir koma óvart á teir, tí bát-
urin er nýliga ístandgjørdur
og skuldi eftir øllum at
dóma verið í sera góðum
standi.
Og omaná alt er fiski-
skapurin nógv versnaður, so
hetta var kanska tann ring-
ast hugsandi tíðin hjá West
Freezer at koma í flotan.
Tummas Pauli á Log-
mansbø sigur, at tað er bara
at vóna, at fiskiskapurin fer
at batna aftur undir Føroy-
um.
Tó viðgongur hann, at
hann hevur ringar vónir, ti
hann sigur frå kønum
monnum, at gongdin tosk
inum viðvíkjandi er akku-
rát tann sama, sum tá ið
hann at kalla hvarv fyri
nøkrum árum síðani.
Tó sigur Tummas Jacob
á Løgmansbø, at tað er ong-
in vandi fyri bátinum.
Men tað er altíð eitt bakk-
kast, tá ið sjálv byrjanin
verður so nógv truplari og
dýrari, enn væntað, sigur
hann.
Gongur tað ikki undir
Føroyum, alla teir at fara út
á opið hav at royna.
Selt fyri 3 milliónir
Higartil sær samlaða rokni-
stykkið hjá West Freezer
soleiðis út, at hann hevur
verið tveir túrar undir Før-
oyum.
Hann hevur fiskað heilt
uttarliga, eitt nú hevur hann
roynt nógv á Føroya Banka.
— Tann fyrra túrin fekk
hann 130 tons og henda
seinna túrin fekk hann 70
tons.
Øll vektin er gjørd upp í
avhøvdadum fiski.
Allur fiskurin er seldur á
uppiboði í Føroyum.
Tilsamans hevur West
Freezer selt fyri tríggjar
milliónir.
- Høvdu vit ikki havt all-
ar teir teknisku trupulleik-
arnar, so vit kundu fiska eff-
ektivt, heyði tað ikki verið
av leið at vit høvdu havt selt
fyri eina, kanska tvær milli
ónir afturat, sigur Tummas
Jacob á Løgmansbø.
I miðal hevur prísurin
verið um 15 krónur fyri kilo
av avhøvdadum fiski. Skal
tað gerast um til runda vekt.
sigur Tummas Jacob á Løg-
mansbø, at 20% skulu
leggjast afturat. Sostatt
svarar hetta til einar 18
krónur fyri kilo í rundari
vekt.
Og tað heldur hann vera
á einari leið, hóast hann við-
gongur, at prísurin er heldur
lægri, enn teir høvdu vænt-
að.
Tó hava teir fingið at vita
frá keyparunum, at fiskurin
er avbera góður.
Av tí, at fiskiskapurin
undir Fóroyum hevur verið
so vánaligur, er West Freez-
er nú farin undir Íslands at
fiska kalva.
Teir komu ikki á fiskileið
fyrrenn sunnudagin, so enn
ber onki til at siga um fiski-
skapin. 16 mans eru við
West Freezer.
Teir seinastu tvær vik-
urnar bjargaðu túrinum
Vesturvón fekk 522 tons av flaki í fýra mánaðir og tað er brúkiligt, sigur reiðarin
Vesturvón her flaggskrýddur við bryggju. Síðani hann kom fyri 12 árum síðani. hevur
hann verið
I .
lands, er
ein av teimum heilt frægu føroysku fiskiskipuum og fiskurin, teir føra til
víðagitin fyri dygd. Henda túrin hóvdu teir 522 tons í flaki
AKI BERTHOLDSEN
Nú um dagarnar kom Vest-
urvón heim av túri í Bar-
entshavinum.
Men hann er longu farin
avstað aftur til Grimsby at
selja.
Hetta bleiv ein brúkiligur
túrur hjá flakatrolaranum í
Sørvågi, hóast tað leingi
ikki sá út til at blíva nakað
serligt, tí fiskiskapurin var
so vánaligur, sigur Ólavur
Petersen, reiðari.
Hann sigur, at prísurin á
flaki er hampiliga góður og
hartil støðugur. Og haraft-
urat hjálpir tað væl uppá
støðuna, at enska pundið er
so sterkt.
Akkurát, hvussu góður
prísurin er, vil hann siga.
Vesturvón hevði 522 tons
av flaki tá ið avtornaði og
tað er brúkiligur fiskiskap-
ur, sigur hann.
Men tað vóru hesir sein-
astu 14 dagarnir, sum bjarg-
aðu túrinum, tí bara hesa
tíðina fingu teir 135 tons av
flaki í lastina
Annars hava teir verið
burtur í fýra mánaðir og alla
tað fyrstu tíðin var fiski-
skapurin smáligur.
Hendan túrin hava teir
fiskað í norska partinum av
Barentshavinum. Men O-
lavur Petersen sigur, at nú
er kvotan í norskum sjógvi
uppi, so tá ið Vesturvón
hevur landað, fara teir tí í
russiskan sjógv og upp til
Svalbard at fiska, har teir
tilsamans hava eina kvotu
uppå 1.800 tons av rundum
fiski. Tå id tad er uppi,
væntar hann, at tad er so
mikið langt útliðið, at stórt
meiri gerst ikki í ár.
Eru lagaligari nú
Seinastu tíðina hevur verið
nógv frammi um, at føroysk
skip føla seg forfylgd av
norska fiskiveidieftirlitum
Og ikki minst hevur Vest-
urvón fingið tað stranga eft-
irlitið av følt, tí tað er eitt
av teimum føroysku skip-
unum, sum hevur eina ring-
astu royndir av norðmonn-
um í so máta.
Fyrst í mai mánaða var
Vesturvón nevniliga tikin
fyri ólógligan fiskiskap.
Vesturvón hevur eina
kvotu uppá yvir 200 tons av
hýsu í norska partinum av
Barentshavinum.
Tó mátti hon í mesta lagi
hava 49% av hýsu í hvørj-
um háli.
Men norsku fiskivinnu-
myndugleikarnir funnu út-
av, at hon hevði brotið hesa
reglu í fimm fórum.
Og í teimum fimm hál-
unum heyði hon havt til-
samans 959,5 kilo ov nógv
av hýsu.
Afturfyri fekk Vesturvón
eitt sektaruppskot uppá til-
samans 160.000 kr. Skip-
arin fekk 30.000 kr. í bót,
reiðarin fekk 120.000 kr. í
bót og harafturat skuldu
10.000 kr. betalast í sak-
armálskostnaði.
Vildu teir ikki taka av
uppskotinum, fór málið í
rættin.
Olavur Petersen, reiðari,
sigur, at eftir at hava um-
hugað støðuna, gjørdu at
enda av at taka av uppskot-
inum, fyri at fáa tað av veg-
num sum skjótast, tí teir
hildu, at tað loysti seg íkki
fara í rættin við málinum.
Annars heldur Ólavur
Petersen, at viðurskiftini við
norðmenn eru blivin frægari
síðani Vesturvón varð tikin.
Hann sigur, at eitt nú hev-
ur norska eftirlitið ikki verið
so ofta umborð á Versturvón
í seinastuni, sum teir vóru í
fyrstuni.
Sostatt hevur Vesturvón
fingið betri frið at fiska í
seinastuni, enn teir høvdu í
fyrstuni.
Tá ið teir eru umborð,
fara teir kortini fram sum
teir plagdu, tí teir hava sinar
reglur at ganga eftir.