týsdagur 15. juni 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 110 — 15. JUNI 1999
tíðindablaðið
Suðuroyingar fingið 7
nýggjan prest
Sunnudagin varð Elsa Funding innsett sum nýggjur prest-
ur í Suðuroyar sunnara prestagjaldi
JOHN JOHANNESSEN
Sunnudagin innsetti Bjarni
Bæk, dómpróvstur, 56 ára
gomlu Elsu Funding sum
nýggjan kirjubóksfórandi
sóknarprest í Suðuroyar
Sunnara Prestagjaldi, ið
fevnir um kirkjurnar í Hovi,
Porkeri, Vági, á Leiti og í
Sumba. Prestagjaldið hevur
ligið í prestaloysi síðani
Heri Jógvan Joensen tók við
starvi í Suðurstreymoyar
Vestara Prestagjaldi í des-
ember í fjør.
Nógv fólk høvu leitað sær
í kirkju í Vági til prestainn-
setanina sunnudagin. Stóra
kirkjan var um hálvsett, og
millum gestirnar vóru trígg-
ir teir seinastu prestarnir í
prestagjaldinum. Hesir eru
Martin Restorf Jacobsen, ið
var prestur í Vági í sjeyti-
árunum meðan Elsa Funing
var prestur í Hvalba, Bjarni
Bæk, ið var prestur í Vági í
åttatiårunum, og Heri Jo-
ensen, ið var prestur í Vági
frá 1989 til á jólum í før.
Sum at koma heim
Eftir prædiku sína segði
Elsa Funding, at tað at vera
komin til aftur til Suðuroyar
kendist sum at vera komin
heim, og hetta merkti nýggji
presturin í Vági eisini eftir
guðstænastuna.
- Eftir innsetanina og
guðstænastuna fekk eg høvi
at heilsa uppá kirjufólkið úti
í forkirkjui. Tey fingu meg
veruliga at kenna meg væl-
komnan. Tey vóru so blíð,
og tað merktist, at tey vóru
glað fyri aftur at hava fingið
ein prest í bygdina, sigur
Elsa Funding og takkar
kirkjukórinum Ljómi fyri at
seta sín dám á guðstænast-
una við føgrum songi.
Fyri at bjóða nýggja
prestinum vælkomnum,
buðu kirkjuráðini í presta-
gjaldinum til samkomu á
Elsa Funding situr her í sofuni, hon fekk frá einum av vælnøgdu sóknarbórnunum, tå
hon gavst sum prestur í Hvalba fyrst í áttatiárunum
Bakkanum. — Hetta var ógv-
uliga hugnaligt, og eisini
her vóru fólk ógvuliga blid
og fyrikomandi, sigur Elsa
Funding og lovar, at hon
ætlar at røkja prest-
Mynd: Jens Krstian Vang
agerningin eftir sínum besta
fórimun!
Friðarlig Skálafjarðarstevna
Veðrið var gott og hýrurin var góður á Skálafjarðarstevnuni um vikuskfitið.
Men hóast nógv fólk var í býnum, hevði løgreglan ikki nógv at gera
JOHN JOHANNESSEN
Bert einaferð var neyðugt
hjá løgregluni at leggja seg
út í eina harðskapssak á
Skålafjardarstevnuni í ár.
Tveir mans vóru til illnar
komnir, og gjørdust teir so-
mikið østir, at heldur ógv-
usligur bardagi stóðst burt
urúr. Serliga var tað annar
teirra, ið var heldur ógvus-
ligur, og er hesin nú ákærd
ur fyri harðskap.
Løgreglan tók eisini ein
mann fyri at koyra rús
drekkaávirkaður, men ann
ars veit løgreglan í Runavík
at siga um eina sera friðar-
liga stevnu. Verðið var gott
og hýrurin somuleiðis góð
ur. Nógv fólk nutu góðveði
ið, og onkur var, ið hevði
drukkið somikið nógv, at
tey sovnaðu úti í góðveðri
num. Løgreglan koyrdi tveit
fullar mans til hús. Hetta
heldur sýslumaðurin kortini
ikki hava nógv uppá seg i
einari stevnu.
Herverk
Aðrenn Skálafjarðastevn-
una var tó ikki eins friðar-
ligt, sum á sjálvari stevnuni.
Hósdagin varð herverk
Ovanliga nógv ferdsluohapp
Seinastu tíðina hava óvanliga nógv ferðsluóhapp verið í høvudsstadarøkinum
JOHN JOHANNESSEN
Um vikuskfitið hava ikki
verið færri enn tíggju ferðsl-
uóhapp í hóvuðsstaðargki-
num. Av hesum tíggju
hendu ikki færri enn átta
fríggjadagin. Eitt av óhapp-
unum fríggjadagin hendi í
svinginum, har Hvítanes-
vegurin og Vegurin Langi
koma saman. Umleið trý
korter til fimm seinnapartin
kom ein bilur koyrandi suð-
ur eftir Hvítanesvegnum. Tá
hesin setta ferðina niður og
sneiddi til høgru, inn á Veg-
in Langa, merkti førarin, at
høgra síða á bilinum nam
vid eitthvørt. Hetta var ein
53 ára gamal maður á prutli,
ið var komin inn í síðuna á
bilinum. Tað er ikki vist,
hvussu stóran skaða tann 53
ára gamli fekk, men hann
varð fluttur við sjúkrabili á
skaðastovuna.
Seinni um kvøldi, klokk-
an trý korter til midnátt,
hendi aftur eitt ferðsluó-
happ, ið elvdi til fólkaskaða.
Hesuferð var talan um ein
bil, ið kom koyrandi vestur
eftir Sverrigøtu, oman frå
Kondittaríðnum hjá Res-
torff. Førarin gav sær ikki
far um hávatennirnar, ið eru
har vegurin kemur saman
við Torsgøtu, við tí úrsliti,
at hann rendi á eitt prutl, við
einum átjan ára gomlum
førara og einari fjúrtan ára
gamlari gentu sitandi aftan-
fyri. Førarin fekk bert små-
vegis snuddir, men gentan
breyt vinstra bein av stoyti-
num.
Tey bleytu fáa skaðan
Stødleidarin á løgreglustød-
ini í Havn sigur, at hesi bæði
ferðsluóhappini eru dómi
um, at bilførarar ikki sýna
teimum veikaru í ferðsluni
ans. Hetta heldur hann vera
sera óheppi, tí tað eru altíð
tey bleytaru, nevniliga
gongufólkini og fólk á
súkklu ella prutli, ið fáa
skaðan. Tískil heitir hann á
bilførarar um at vísa hesum
stórri ans í ferðsluni.
Nógv herverk
Eisini vórðu nógv herverk
framd í Havn um vikuskift-
ið. Eitt tað ógvusligasta er
helst tað, at ein rútur í lista-
skálanum varð knústur
leygarnáttina. Talan er um
ein rút á 100 x 180 cm.
Somuleiðis varð eisini ein
handilsrútur upp við Hoy-
víksvegin knústur, við at
eitthvørt varð tveitt inn
gjógnum hann.
Annars sigur løgreglan í
Havn, at skelti og busskýli
í Kollafirði als ikki fáa frið
at standa. Tað kemur í
FA
— Tad skemmir bygdirnar og er ikki til stuttleika fyri
nakran, ti skilji eg ikki, hvi slikt verdur gjørt, sigur Suni
Vinther, stødleidari å politistødini i Havn um herverkini
móti bussskýlum og vegskeltum
heilum fyri, at skothol eru í
skeltunum og busskýlini er
traðkað sundur. Hetta held-
ur stødleidarin vera ógvu-
liga býttar gerðir, og undrast
hann á, hvussu tað ber til,
at fólk tíma at skemma sína
egnu bygd við slíkum gerð-
um. Hann skjýtur upp fyri
teimum, ið dáma at skjóta
til máls eftir busskýlum og
vegskeltum, um heldur at
seta dunkar upp burtur frá
bygdum øki, og síðani held-
ur skjóta til máls eftir teim-
um.
framt móti einum persónbili
í Runavík, móti busskyli-
num í Søldarfirði og móti
bygninginum, har Rús-
drekkasølan heldur til
I øgreglan í Runavík sig-
ur, at herverk eru ein trup-
ulleiki fyri løgregluna, ið
óheppi. Tey, ið fremja
herverkini skemma jú sína
egnu bygd til onga nyttu, og
tí heitir løgreglan á fólk, ið
síggja herverk verða framd
um at siga løgregluni frá,
so hon kann få:
afturvendandi trupulleika
i Dast hesum
stingur seg upp við jøvnum
millumbilum. Serliga eru
tað busskýli, parkeraðir bil
ar og handilsrútar, 10 ikki
fáa frið fyri ótangum. Hetta
heldur løgreglan vera sera
Starvsfólk
til Statoilstødina
í Gundadali
Her eru allir møguleikar fyri at fáa eitt
spennandi, fjøltåttad og krevjandi arbeiði. Tú
skalt avgreiða, ráðgeva og vegleiða kundum
okkara inni á stoðini og uttanfyri. Somuleiðis
skalt tú verða við til at halda stoðina í
toppformi
Vit halda, at tú ert 24-37 ár, sjálvstoðug/ur
hevur ábyrgdarkenslu og gjarna eina
bakgrund í dagligvøru/småsølu-fakinum. Tú
skalt hava hug at arbeiða saman við einum
bólki, har lyklaorðini eru dygd, tænastu
góður hýrur og áhugi í góðum úrslitum
Vit sokja eftir tveimum starvsfólkum
1) Skiftandi arbeiðstíðir, sum liggja ímillum
kl. 07.00 - 18.00.
Arbeiðsvikan er 37,5 tímar
Tú kemur at hava ábyrgð
handlinurr
Í av avtsum Ookjur
td. bilegging vr
2) Skiftandi arbeiðstíðir, sum liggja ir
kl. 12.00 - 23.30
Arbeiåsvikan er 37,5 tímar
Upplysingar um st
Statoilstødina í Gundadali tel. 314770 (Rógv
rvini kunnu fáast við at nngja á
>
i ; stø
J send t Í
eina skrivliga umsókn til Statoil !
Í
Umsøknin skal verða okkum í hendi í seinasta |
lagi mánadagin 28. jun |
Statoilstødin í Gundadal |
Hoydalsvegur 44 |
100 Torshavr
Att: Leidarin
Viðm. umsókn |
Gundadalur