týsdagur 15. juni 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
Summarstevnan hjá Javnaðarflokkinum:
tíðindablaðið SOSÍÐ/UrIR
NR: 110 - 15. JUNI 1999:
Væleydnað mentaløta í Miðvagi
Hóast åhoyrarafjøldin ikki var so stór, sum ynskiligt hevði
verið, so eydnaðist mentaløtan á summarstevnuni hjá Javn-
aðarflokkinum framúr væl
SVEINUR TRÓNDARSON
Eins og tey bæði undan-
rm ni skipaði Javnað
arfl ftur ir fyr
s ste
e sagt floksletds
K IKI e ft kið
DO
Íaoin
Verða SKUÍdI leygardas
góðveðrinum fin
Fjølbroytt mentatiltak
S yrjaði
so var åhoyrarafjøldin kort-
ini avmarkað
Bert fjøruti fólk høvdu
leitað sær í skúlan í bygdini,
og orsøkin kann vera ein
blandingur av tí framúr
góða summarveðrinum sum
legði seg um landið um vik
18,9 y 1
USKIMUð, og so tann
veru
Stefan Simonsen, Helga
Mouritsen, Janett Mourit
sen og Finnur Joensen
spældu lættan og góðan
horntónleik, og tað var ein
sera góð byrjan á stevnuni
Fjallboð í Nýpuni
Næsti parturin av mentatil-
takinum var, at Gutti Peter
sen fór at lesa yrkingar
Gutti er framúr góður
upplesari og dugir serstak-
liga væl at tulka yrkingar.
Henda dagin hevdi hann
valt sær yrkingar eftir Jó-
annes Nielsen og Mikkjal á
Hesum kom hann stak
væl frá. Seinni kom Gutti
uppaftur á pallin, hesaferð
]
V
lesa brot úr stóru rågvuni,
sum liggur eftir stóra há-
skúlamannin Rasmus Ras-
mussen.
Gutti valdi at lesa úr bók-
ini >Sær er siður á landi«,
og til dagin hevði hann valt
at lesa partin, sum Rasmuss
nevnir >Fjallboð í Nypuni«.
Her kann leggjast afturat, at
bygdarmaður Rasmussar,
D. P. Danielsen skrivar, at
júst fjalldagurin og løtan
frammanundan í urtagarð-
inum var við til at leggja
grundina undir tað ómeta-
liga stóra arbeiði, sum Ras
mus fekk frá hondini
Ferðabúgvið kór
Eisini Vágakórið var við til
mentaløtuna
Kórið, sum et
umtókt, fer til Islands i
summar og skråin hetta
kvøldid var ein partur av ti,
sum kórið fer at framføra á
ferðini.
Tey framførdu nakrar før-
oyskar summarsangir - væl
valt høvi, má sigast - og
tveir íslendskar sangir eis-
ini
Sum nevnt hugtekur kór-
ið altíð tá tað framførir, og
framførslan friggjakvøldid
var einki undantak í so
máta.
sera væl
Hugleiðingar um
sjálvstýrisamgonguna
Í 1964 skrivaði Jona Hen-
riksen nakrar hugleiðingar
ella dreymar um hvussu úr-
slitið av politikkinum hjá
Jóannes Eidesgaard, Jona Henriksen og Bergur Dam avmyndaði tá tey komu til bygda
húsið í Miðvági, har eisini skúlin heldur til. Á mentakvøldinum las Jona Henriksen sógu
sum hon sjálv hevur skrivað
táverandi sjálvstýrissam-
gongu fór at vera.
Urslitið var ein skemtilig
søga, sum kanska er serliga
stuttlig í hesum tíðum, tá vit
enn einaferð hava eina
sjálvstýrissamgongu sit-
andi.
Jona dugir væl at siga frá,
og friggjakvøldid visti hon,
at hon eisini eigur gávur
sum høvundi.
Kamartrio
og Ravnsfjall
Tað er sagt frammanfyri, at
horntónleikur og kórtón-
leikur var á skránni, men
hetta var ikki alt.
Fyrireikarunum hevði
eydnast at fáa Tórshavnar
Kamartrio at spæla, og tey
trý Berghild, Arni og Bjarni
komu sera væl frá fram-
førslu síni.
Mentakvøldid endaði við,
at Sámal Ravnsfjall fram-
førdi nakrar sangir.
Sámal er tónleikari og
dugir einastandandi væl at
framføra >bluessangir<.
Eisini dámar honum væl at
gera sangir sjálvur, og ofta
er úrslitið speirekandi, tó
uttan at vera siktað eftir
ávísum persóni. Samstundis
(Mynd: Andrass Henriksen)
er hann ikki smæðin fyri at
gera gjøldur við sær
sjálvum, og tað er ein góður
eginleiki at eiga.
Samanumtikið má sigast,
at tiltakið var sera væleydn-
að hóast avmarkaðu undir-
tókuna frá áhoyrarunum,
men hava vit veðrið í huga,
so er kanska ikki so nógv at
siga til, at fólk valdi at verað
í urtagarðinum ella har um
vegir, heldur enn at seta seg
inn í skúlan at lurta.
Men næsta ár verður aftur
høvi.
Folkafundur á Gróthústanga
Heldur enn at standa við sveittabrot inni í skúlanum í
Miðvági sluppu Jóannes Eidesgaard og hinir róðararnir
at halda rødu á Gróthústanga har fólkafundurin varð
hildin
SVEINUR TRÓNDARSON
Tá fólk skuldi fara til fundar
í skúlanum í Miðvági leyg-
ardagin var hugurin til tað
minni enn lítil.
Orsøkin var ikki, at evni
ikki var áhugavert, men har-
afturímóti, at føroyska nátt-
úran vísti seg í vakrasta
blóma. Veðrið var so gott
leygardagin, sum tað sjáld-
an er, og tí avgjørdu fyri-
reikararnir av summar-
stevnuni hjá Javnaðarflokk-
inum at flyta ein part av
tiltakinum út út hagar, sum
sólin skein.
Klokkan 17 leygardagin
varð skipað fyri fólkafundi
á Gróthústanga, sum liggur
við vatni, beint við vegin
millum Miðvág og Sørvåg.
Tað er á hesum stað at tey
gomlu gróthúsini við vatni
standa.
Fitt av fólki var saman-
komið á Gróthústanga at
lýða á meðan Jóannes Eid-
esgaard, floksformaður,
Ragnhild Olsen, Bergur
Dam og Hans Jørgensen,
stevnufyrireikari, fluttu
fram rødur sínar.
Millum hverja rødu
spældi og sang Sámal
Ravnsfjall, og tað gekk alt
upp á stás.
Verður aftur næsta ár
Sum nevnt aðrastaðni er
hetta triðja summarstevna
Javnaðarfloksins á rað, og
tað er nú púra greitt, at hon
er komin fyri at vera.
Hvar stevnan verður
næsta ár er ikki greitt í
verandi løtu, men greitt er í
øllum fórum, at hon verður.
Tó er tað eingin, sum vil
lova, at veðrið næstu summ-
arstevnu verður eins gott og
tað var hesaferð.
Men ein hevur altíð loyvi
at vóna ...
Einki er, sum at sita undir opnum lofti tá skýfrítt er. Veðrið leygardagin var so væl-
signad, at tað heyði verið ein revsing í sjálvum sær at skipað fyri nøkrum tiltakið und-
ir taki. Og áhoyrararnri mundu eisini verða glaðir við boðini um at fólkafundur skuldi
vera ístaðin