Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juni 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið SO NR. 86 - 8. MAI 1999 Fótbóltur: Hóast teir mistu ein mann beinanvegin, so hóttu teir alla tíðina NSI, sum ikki vísti serliga sannførandi avrik Mest óvæntaðu úrtekan higartil í ár er tann hjá vág- bingum. Teir eru ímillum aftastu liðini, og botnliðum líkt hava teir ikki margin- alirnar við sær VB hevur altíð átt góðar bóltspælarar, og í Runavík leygardagin var tað sjón fyri søgn, at vágbingar duga framvegis at spæla bólt, men teir megnaðu ikki at skora mál, og teir lótu eitt bíligt mál fara igjøgnum, og so fóru teir tómhentir suður aftur. Fyritreytirnar hjá VB at fáa nakað burturúr viknaðu beinanvegin. Tað vóru bara tólv minuttir farnir, tá teir mistu ein mann. Jónstein Petersen dró móti brots- teiginum í vinstru, og Dan Djurhuus, sum í útgangs-- støduni var vongverji i høgru í 5-3-2 uppstillingini, royndi at takla. Tað mis- eydnaðist, og Lassin Isak- sen fór í lumman eftir reyða kortinum. So var neyðugt hjá VB at sumskipa. Kryzsztof Pop- zynski, sum saman við Jón Paula Olsen hevði verið í álopinum, gjørdist meiri ella minni vongverji í høgru, og so varð vónað, at Jón Pauli Olsen einsamall- ur skuldi megna at gera mál. Tað gjørdi hann ikki, men tað var onkra ferðina tætt við, at VB fekk mál. Fimm minuttir undan steðginum sneiddi Milan Culjic fleiri av í høgru, men skotroyndin var ov jánkaslig, og í síðsta álopinum undan steðginum stútaði Jón Pauli Olsen frí- sparksinnlegg úr høgru í ytru síðuna av stólpanum. Tá VB í 2. hálvleiki var komið afturum, gjørdist spælið ofta ov fløkjaligt. Í onkrum stóðum eydnaðist Eyðun Jacobsen og hinir hjá VB hava ikki havt mar- ginalarnar við sær higartil í ár, og leygardagin taptu teir aftur, hesaferð 0-1 móti NSÍ í Runavík Mynd: Jonhard Hammer KI try stig afturat Næstbesta liðið hjá klaksvíkingum vann 2-1 á Royn, sum ikki hevur fingið serliga nógv burtur úr í ár. Uppflyting kemur ikki upp á tal í Hvalba í ár 2. deild: KÍ-Royn 2-1 (0-0) EMIL L. JACOBSEN Leikliga var tað einki at tá KÍ leygar- dagin vann 2-1 á Royn í reypa av, Klaksvík. Klaksvíkingar vóru ikki men tað teimum at fáa øll trý stig- burtur úr dystinum, sum annars hevði lítið upp mannaðir, eydnaðist so væl kortini ni å seg. Einki mål kom í fyrra seinna hálvleiki fekk veteranurin Olgar Danie'sen hol á, tá hálvleiki, men í hann setti høvdid á eftir hornaspark og eitt sindur av trunkaspæli. Klaksvíkingar tvífald- aðu leiðsluna, tá Helmar Lassen enn einaferð kom á dómaraseðilin sum mál- skjútti. Hann var staddur nakað uttanfyri brotsteig- in og var kroystur, men hann megnaði kortini at fáa skot á, og so stóð 2-0. Helmar Lassen er ein av raskastu málskjúttunum í 2. deild í år, og i løtuni kappast hann við eitt nú Mirek hjá LÍF og John Jo- hansen hjá FS Vágum um er vera ovast á málskjútt- aralistanum í næstbestu deildini. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Royn í ár, og uppflyting kemur ix upp á tal í Hvalba í ár. Venjarin Zoran Mancic spældi við KÍ í fjør og var sostatt aftur å gomlum gøtum leygardagin, men hann og liðfelagarnar noyddust suður aftur við ongum. Teir fingu kortini mink- að um munin stutt eftir seinna málið hjá KÍ. Royn fekk brotsspark, sum Njál- ur Niclasen setti í netið. Men teir megnaðu ikki at fáa fleiri mál, og sostatt blivu stigini verandi norð- uri í Klaksvík. KÍ liggur í miðjuni á stigatalvuni, meðan Royn í ár fer at stríðast um at sleppa und- an niðurflyting heldur enn at flyta upp í 1. deild, sum teir í fjør leingi høvdu góðan møguleika fyri. at samanspæla, og Tórður Holm hevði eitt fínt skot, sum Dejan Milanivoc sneiddi út um samankom- ingina, men tað knípti ov ofta at velja lættastu loysn- ina, og sum tað leið móti endanum var tað sjón fyri søgn, at vágbingar høvdu sligið seg til tols við, at teir enn eina ferð skuldu vera við undirlutan. Lítið avgjørdir Heimaliðið fekk øll trý stig- ini, og tað fer stevnusteypið, sum teir eisini vunnu, altíð at minna teir á. Men hvat spælinum viðvíkur, so fara teir í NST ikki at síggja aftur á henda dystin sum ein av teimum mest minnisríku. Vit hava onkuntíð fyrr nevnt, at NSI fær fá kort. Hesa ferð fingu teir okkurt gult kort, men tað var merkisvert, hvussu lítið avgjørdir teir vóru at takla. Omanfyri er møguleikin hjå Milan Culjic nevndur. Ta ferðina slapp hann at renna framvið trimum ella fýra mótstøðumonnum, sum fittir og hampuligir runnu við síðuna av honum uttan at gera minstu roynd- ina at takla. Tað er ikki altíð, at eitt lið megnar at fáa so nógv burt- urúr einari fleirtalsstødu. Soleiðis var tað hjá NSI leygardagin. Tað lætnaði, tá teir sjey minuttir eftir steðgin fingu einasta málið. At teir megn- aðu at fáa mål í ti støduni, má fyrst og fremst málverj- in hjá VB taka á seg. Jón- stein Petersen sendi høgt og langt fríspark inn úr vinstru, bólturin dalaði niður í brotsteigin, og Helgi L. Petersen fekk høvi ótarnað- ur at renna til og seta høvd- ið á. , NSI hevði onkran annan møguleika, og Bjarni Jo- hansen hálvbjargaði sera væl, tá Gert Langgaard var einsamallur ígjógnum, men heildarmyndin var, at hóast teir vóru fleiri enn mót- stødumenninir, so høvdu teir á heimaliðnum tað tor- ført móti VB verjuni, sum við røsku tvíburðunum Eyðuni og Magna Jacobsen á odda stríddist væl. Ofta spældu teir á heima- liðnum høgt og langt, og tað er ikki serliga heppið, tá tú á midvøllinum hevur ein fín- an bóltspælara gangandi, sum eitur Ian Højgaard. Tå NSÍ hevur lagt seg meiri eftir at fáa nyttu burturúr honum, fer fótbóltsspælið at hanga betri saman, enn tað gjørdi leygardagin. jh NSÍ-VB 1-0 (0-0) 1-0: Helgi L. Petersen 49 NSÍ: Dejan Milanovic - Kåri Sigvardsen, Dånial Hansen, Arnfinn Lang- gaard, Sjúrður Jacobsen — Helgi L. Petersen, Eyðstein Skipanes, lan Højgaard, Jónstein Petersen — Gert Langgaard, Christian Høgni Jacobsen VB: Bjarni Johansen — Dan Djurhuus, Jón Gærdbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Petur Óli Samu- elsen — Tórður Holm, Milan Culjic, John Eystberg - Kryzsztof Popzynski, Jón Pauli Olsen Aksel Højgaard bleiv næstelsti spælarin og elsti mál- skjúttin í 1. deild í fjør. Eftir at 40 ára gamli toftamað- urin skoraði sunnudagin ímóti B71, bendir alt á, at B68-veteranurin verður tann elsti aftur í ár, um tað ikki verður so, at 42 ára gamli venjarin hjá IF, Piotr Krakowski, aftur fær brúk fyri sær sjålvum á vøllin- um, heldur enn á beinkinum. Tað næsta venjaraskiftið í 1. deild í ár hendi í Sumba, har Birgir Jórgensen eftir semju við nevndina hjá felagnum, legði venjarastarvið frá sær. Sum nógv minnast, fekk j K ju goslavin Milan Cimburovic ; fyrr í ár sekkin í NSÍ. Í fjór fóru tríggjar venjarar úr sínum størvum áðrenn kappingin var liðug — allir frá feløg- unum í Suðuroy, og allir jugoslavar (Spasojé Biberd- zic úr Sumba, Milan Milanovic úr VB og Zoran Pavlovic úr TB). Í øllum fimm fórum var talan um spælandi venjarar. Meðan tríggir hinir fyrrverandi venjarar fóru úr sínum feløgum við alla, eftir at teirra venjaraskeið var liðugt, halda bæði Spasojé Biberd- zic og Birgir Jørgensen fram í Sumba, men einans sum leikarar. ie