týsdagur 15. juni 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
110 -15. JUNI 1999
tíðindablaðið 8082)
Vunnu
aftur vid
tiggju
Fótbóltur: Hjá HB var talan um fyrsta dyst uttan Allan Mørkøre, sum var
teimum ein sera dyggyr stuðul í fjór. Og við tíggju monnum eydnaðist
HB at vinna 1-0 á IF
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað gongur av skriðuni hjá
IF fyri tíðina. Einki vil
eydnast og tað eydnast
teimum ikki at vinna hóast
mótstýðuliðið bert telur
tíggju mans.
Sunnudagin vóru meist-
ararnir úr HB á vitjan í
Fuglafirði og tá teir fóru aft-
ur til Havnar høvdu teir trý
stig við sær. Uppiborin vóru
tey eisini, skilja vit á øllum
brógdum, hóast dysturin
sum so einki var at reypa av.
HB trýsti mest
Eftir avsmurningin hjá ÍF
seinasta vikuskiftið móti
B71 heima á Sandi, kundi
ein trúð, at heimaliðið
hevði nakað at prógva. Um
ikki annað, so fyri sær sjálv-
um. Tí at tapa so nógv móti
einum øðrum liði, sum eis-
ini liggur í botninum, má
vaskast av aftur ongantíð
ov skjótt.
Kortini vóru tað meistar-
arnir úr HB, sum byrjaðu
dystin best. -
Teir trýstu ÍF teir fyrstu
tjúgu minuttirnar, tó uttan
rættiliga at gerast vanda-
miklir.
Meistararnir royndu við
longum sendingum at slíta
verjuna hjá IF sundur, men
tað eydnaðist ikki rættiliga.
Tað gjørdist ongantíð rætti-
liga vandamikið framman-
fyri IF-målinum.
Um tað var saknurin av
Allan Mørkøre sum gjørdi
tað er sjálvsagt óvist, men
tað er ein veruleiki, at hann
mangan var sera vandamik-
il við sínum skjótu >rykk-
um« fram eftir vøllinum.
Hans Fróði
spældi hondbólt
Tá eitt sindur meir enn
tjúgu minuttir vóru farnir
av fyrra hálvleiki mistu HB-
ararnir ein mann. Hans
Fróði Hansen, >stórmenni<
á landsliðnum fyri viku
síðani, fann út av, at tað er
stutt frá ovast til niðast í fót-
bólti, tá hann í eini myrkari
løtu, tók hondina til hjálpar.
Dómurin var náðileysur.
Reytt kort og so hevði HB
bert tíggju mans á vølli.
„ Tað sum hendi var, at ein
IF-ari sendi ein bólt høgt og
langt fram á vøllin. Símun
Eliasen var fyrstur á bóltin-
um, og sendi hann við høvd-
inum longur fram á vøllin,
har Hans Fróði og polski
framherjin hjá ÍF, Robert
Cieslewicz, kappaðust um
hann.
Hans Fróða ætlaði sær
helst at steðga bóltinum við
lærinum, men ólukkutíð
sprakk bólturin upp um, og
tá hann tók hondina til
hjálpar, helt dómarin, at nú
var nóg mikið. Dómarin
metti, at IF-leikarin hevði
mist ein góðan møguleika,
Magni á Lakjuni skeyt einasta málið í Fuglafirði sunnudagin, tá HB vann 1-0 á ÍF
(Savnsmynd)
og tí gav hann Hans Fróða
reyða kortið.
Tá teir nú vóru ein fleiri
átti IF at kunna lagt trýst á
HB, men tað eydnaðist bert
partvíst. HB-verjan megn-
aði at halda fuglfirðingar
»frå fatinum«, og í grundini
var tað bert ta einu ferðina,
at tað gjørdist eitt sindur
vandamikið frammanfyri
HB-málinum í fyrra hálv-
leiki.
Rúni Petersen fekk fatur
á einum leysum bólti í
brotsteignum hjá HB, men
av tí at hann var kroystur av
tveimum HB-leikarum fór
skotið við síðuna av málin-
um.
Fuglfirðingur sekti ÍF
Sum nevnt, so megnaðu
fuglfirðingar ikki at leggja
stórvegis trýst á HB-verj-
una eftir at Hans Fróði var
útvístur. HB-ararnir gjørdi
sítt, og miðjan gjørdi restina
sum skuldi til. Hinvegin
vóru havnarmenninir held-
ur ikki serliga vandamiklir
framman fyri IF-målinum,
og Erling hevur onkuntíð
havt meira at takast við enn
hann hevði í dag.
Og so brádliga hendi tað,
sum ikki mátti henda. HB
sendi ein bólt fram móti
brotsteignum hjá IF og har
hildu tveir IF-verjuleikarar,
at teir skuldu fara eftir bólt-
inum.
Sjáldan eitt gott hugskot,
men tað gjørdist bara so
mikið verri av tí at hvørgin
teirra fekk fatur á bóltinum,
sum endaði fyri føtrunum á
gamla IF-leikaranum,
Bárður Mortansson og teir
í HB vunnu í Fuglafirði,
hóast teir spældu stóran
part av dystinum við 10
monnum
(Savnsmynd)
Magna á Lakjuni, og hann
vísti onga náði fyri gomlu
lidfeløgum sínum.
Erling Joensen var komin
eitt sindur út úr málinum,
tað sá Magni, og hegnisliga
lyfti hann bóltin upp um
Erling og í tóma máli. Eitt
sera vakurt mál, verður sagt
úr Fuglafirði.
Oyðimarkargongd
Tað er eitt at siga um HB-
liðið. Teir hava lært, at tað
ber til at verja eina 1-0
leiðslu. Hóast tað ikki eydn-
aðist so væl móti KI í hálv-
finaluni í steypakappingini,
so liggur tað væl fyri hjá
HB-arunum kortini, tí teir
eru væl fyri.
Um tað var tað teir vildu
restina av dystinum er ikki
vist, men veruleikin er, at
restin av dystinum var ein
langur túrur í oydimørkini.
Rógvi Róin, sum spælir
við IF heldur ikki at tað er
so nógv at siga til úrslitið.
— Vit vóru ikki nóg góðir
til at leggja trýst á HB-verj-
una og tí fingu vit eingi mál.
Vit hava ein trupulleika at
fáa álopið at hanga saman
við restini av liðnum, og tá
so er, ber illa til at skjóta
mál, sigur hann.
Spurdur beinleiðis um
tað var eitt rættvíst úrslit
sigur Rógvi, at tað var tað
helst.
— Í besta føri kundu vit
havt fingið javnleik, men
sum heild haldi eg, at úr-
slitið var rættvíst.
Frægari moralur
hesaferð
Rógvi Róin sær tó fram-
gongd frá seinasta viku-
skiftið til hetta.
— Tá vit spældu á Sandi
seinasta vikuskiftið góvust
fleiri leikarar á hondum
langt áðrenn 90 minuttir
vóru farnir. Tað var gðrvísi í
dag. Vit bardust alla tíðina
fyri tí og hóast tað ikki var
nóg mikið til at geva okkum
stig hesaferð, so haldi eg
avgjørt at tað er tekin um
framgongd, sigur Rógvi Ró-
in.
Dysturin í Fuglafirði var
ikki ein av teimum, sum fer
at standa í søgub6kunum,
sum ein varði um góðan fót-
bólt. Í fyrra hálvleiki var
mest talan um ping-pong-
fótbólt, har langar og
óneyvar sendingar stóðu á
dagsskránni, og í seinna
hálvleiki hendi púrt einki.
Tað var oyðimarkargongd
úr enda í annan.
Hjá HB kann tað fyri so
vítt vera líka mikið. Teir
hildu tørn við KI og B36 í
oddinum av fyrstu deild, og
enntá við tíggju monnum.
Tað er nú heldur ikki fyrstu
ferð í ár. Fyri umleið einum
mánaði síðan vóru teir í
Sumba. og tá vunnu teir 3-0
eisini við tíggju monnum.
So royndirnar eru til tað,
hóast tað neyvan er skila-
góður taktikkur bert at
spæla við tíggju monnum.
ÍF-HB 0-1 (0-1)
0-1: Magni á Lakjuni 39
ÍF: Erling Joensen — Áslak-
ur Petersen, Tomasz Przy-
bylski, Torstein Joensen —
Høgni Hansen, Roy Róin,
Rógvi Róin, Símun Eliasen,
Eyðolvur Petersen, — Ro-
bert Cieslewicz, Rúni Pet-
ersen
HB: Bárður Johannesen —
Jóhannis Joensen, Hans á
Lag, Hans Fróði Hansen,
Jákup Eli Olsen — Magni á
Lakjuni, Hallur Danielsen,
Rúni Nolsøe, Jens Erik
Rasmussen — Andrew av
Fløtum, Súni Fríði Johanne-
sen