Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juni 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið 5082 Fótbóltur: GÍ hevði sínar møguleikar, men B36 dugdi nógv betur at útnytta sínar kjansir. Gøtu- menn fara at minnast dystin fyri tilburðin, tá Magni Jacobsen varð rikin av vølli fyri at royna at »filma« seg til eitt brotsspark EMiL L. JACOBSEN Tað var neyvan væntað, at munurin í málum skuldi vera so stórur, tá B36 og GÍ møttust í Gundadali. Liðini lógu undan dystinum jøvn á 13 stigum, og roknað varð við. at hetta fór at blíva heilt spennandi Tað bleiv tað ikki. B36 fekk tvey mál fyrstu tjúgu minuttirnar, og tá so ein gøtumadur varð rikin av vølli tiggju minuttir seinni og B36 beint eftir tað økti upp i 3-0, var einki eftir at spæla um. Tað sást eisini aftur á seinna hálvleiki, sum var sera lítið undirhaldandi og ikki stóð mát við fyrra hålvleik, sum hevði betri spæl og fleiri målmøguleik- ar Nógv hevur verið tosað um álopið hjá GI, sum ikki er nóg hvast, og sunnudagin sóu vit aftur, hvussu stóran týdning tað hevur at hava menn á liðnum, sum duga at raka málið GI hevði tvey heilt góð tilboð, áðrenn B36 fekk hol i, men í hvørgum fórinum rakti maðurin í gulum mál- 10. Jákup á Borg var smá- skaddur, men tyktist sera væl upplagdur, og tað var hann, sum legði fyri við málskjótingini, tá dyst- irin tiggju minuttir gamal B36 var í es var álopi men tað til, at møguleikin var spiltur. Men Gl-verjan var ikki nog avgjørd, tå bólturin så Ul skuldi fåast burtur, og so slapp Jåkup at høgga til hann inni i brotsteiginum. Tiggju minuttir seinni varð aftur mål. Ein gøtu- maður var ikki nóg ansin, og Ossur Hansen, sum sær út til at vera fallin til i B36, bleiv leysur nakað úti í vinstra borði. Hann royndi seg, og so var 2-0. B36 hevði tamarhald å, men GI var langt frå sligið. Tå hålvur timi var spæld- ur, hendi so tað, sum í øllum fórum gøtufélk fara at minnast dystin best fyri. Magni Jacobsen, sum hesaferð byrjaði inni í álop- inum saman við Henning Jarnskor, meðan Sámal Jo- ensen var fluttur longri aft- ur at ansa eftir Tomislav Sivic, bleiv leysur við B36- målverjanum Janos Timar. Ungarski málmaðurin tveitti seg fyri føturnar á Magna, sum prikaði bóltin framvið honum, men ikki slapp sjálvur. GI vildi hava brotsspark, og hjálpardómarin hevði eisini flaggið á lofti, men Oddmar Andreasen var ikki samdur. Endin varð, at Magni Jacobsen fekk gula kortið fyri >film<, og eftir- sum hann longu fyrr í dyst- inum var komin í bókina hjá dómaranum, merkti tað reytt kort til unga GÍ-áleyp- aran. Bert tveir minuttir seinni fór Bjarni Prior upp við handaru stong og setti høvdid undir eitt horna- spark, og so var 3-0 í staðin fyri 2-1. Hevði Glfingið brotssparkið, sum fyri teim- um flestu var sólaklárt, og gøtumenn væntandi høvdu minkað til 1-2, samstundis sum B36-målverjin so helst eisini hevði fingið reyða kortið, er ivasamt hvussu leikur heyði gingið. Soleiðis bleiv tað ikki, gøtumenn vóru frustrerað- ir. og tað var ikki altíð so vakurt frå hvørgum av lið- unum. Serliga GI-lidskipar- in var heppin ikki at fáa somu lagnu sum navnin, tá hann traðkaði á ein liggj- andi B36-ara. B36 svaraði aftur, og rest- ina av hálvleikinum var tað mest ein spurningurin, um dómarin fór at megna at halda skil á. John Petersen átti kortini at havt skorað, tá hann bleiv púra leysur við Sunvardi, men drálaði ov leingi við at skjóta, og so lúrdi GI-målverjin hann av. Linligt i seinna hålvleiki Seinni hålvleikur bleiv, sum útvarpið so rámandi lýsti tað, ein >„oyðimarkar- gonga< av teimum heilt stóru. Glhevði ikki fólkið til veruliga at leggja trýst á, og teir í B36 tóktust nøgdir við støðuna, sum hon var. Tað bleiv kortini til eitt mál afturat, tá Jákup á Borg spældi John Petersen leysan frammanfyri málinum, og í einum bleytum boga lyfti hann upp um Sunvard og í málið 4-0 endaði dysturin, og sostatt varðveitti B36 odda- sessin, meðan GI dragnaði eitt sindur í samlaðu kapp- ingini. Munurin á liðunum var ikki fýra mál, men B36 hevur fleiri streingir at spæla uppá og eitt hvassari álop enn GI, sum misti ein part av góða málmuninum eftir 7-2 sigurin á Sumba. B36 hevur skotið 24 mál í sjey landskappingardyst- um, og málmunurin ger eis- ini, at teir eru nøsina frammanfyri Klog HB. Næsta sunnudag skal B36 til Klaksvíkar, og tað er oddadystur. GI fær longu mikukvøld- ið vitjan av grannunum úr IF, sum ongantíð hava vunnið landskappingardyst i Gøtu. Orsøkin til, at dyst- urin verður mikukvoldið er, at Glskal til Bosnia at spæla Intertoto-dyst. Talan er um liðið NK Jedinstvo, sum spælir í bosnisku 3. deild. So tað er kanska ikki at leið at vóna, at GÍ fer at fáa okkurt burturúr hesum báðum dystunum, nú lands- liðið stóð seg so væl móti Bosnia! B36-GI 4-0 (3-0) 1-0: Jákup á Borg 11 2-0: Ossur Hansen 19 3-0: Bjarni Prior 32 4-0: John Petersen 75 B36: Janos Timar — Pól Thorsteinsson, = Arnbjørn Danielsen, Ninoslav Milan- kovic — Bjarni Prior, Jan Guttesen, Djóni N. Joensen, Øssur Hansen — Tomislav Sivic — Jákup á Borg, John Petersen GÍ: Sunvard Joensen — Bar- tal Eliassen, Alvi Justinus- sen, Jóan Petur Olsen — Rúni Justinussen, Pauli NR. 110 - 15. JUNI 1999 Bjarni Prior hevur júst lagt B36 á odda 3-0, og so er dysturin í roynd og veru avgjørdur. Tveir minuttir frammanundan vildi GI hava brotsspark, men fekk i stadin ein mann riknan av vølli Mynd: Álvur Haraldsen A Jarnskor, Magni Jarnskor, — Magni Jacobsen, Henning Sámal Joensen, Súni Olsen Jarnskor. Dómararnir góvu ikki heilt so nógv gul kort í hesum úmfarinum — bert tolv, sum er eitt sindur undir miðal. Men afturfyri vóru óvanliga nógv reyð kort víst í 7. umfari. Ikki færri enn fimm spælarar vórðu riknir av vellinum, og tríggir teirra (Hans Fróði Hansen úr HB, Dan Djurhuus úr VB og Øssur Jacobsen úr B68) — fingu beinleiðis reytt kort, meðan hinir báðir, gøtumadurin Magni Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus úr B71, høvdu fingið eitt gult frammanundan. Hvørki i fjør ella áður í ár hava dómararnir brúkt reyða litin so ofta. Bæði í 6. og 10. umfari í kappingini í 1998 vórðu fýra spælarar útvístir, og hetta var tað størsta talið av reyðum kortum í einum einstókum umfari. Fjúrtan reyð kort hava dómarar víst leikarum, síðan kappingin 1999 byrjaði, í teimum 35 dystunum higartil, ella næstan i tridjahvørjum dysti. Hetta svarar nøkulunda til ta støduna, ið var í fjør (28 reyð kort í 90 dystum). Eftir at Gf-arin Henning Jarnskor varð útskiftur í dystinum ímóti B36, eru tað bert tveir leikarar eftir, ið hava spælt alla tíðina í øllum landskappingardystunum í fjór og í ár. Báðir eru málmenn — vágbingurin Bjarni Johansen og liðfelagin hjá Henningi, Sunvard Joensen. Dysturin Sumba-KÍ minti sera nógv um uppgerðina millum tey somu feløgini á Krossinum í tí síðsta umfarinum í kappingini 1998. Akkurát sum í fjør, vórðu eingi mál skorað í 1. hálvleiki, og so fingu klaksvíkingar leiðsluna, sum teir megnaðu at halda til endans, hóast nógy mál frá báðum síðunum. Í fjór endaði tað 5-2 til KÍ, hesaferð vunnu norðoyingar við trimum málum ímóti tveimum bjá sumbingum. Og málskjúttarnir vóru enntá teir somu í báðum dystinum. Tann 3. oktober 1998 fekk Kurt Mørkøre trý mål og Rógvi Jacobsen tvey, meðan Birgir Jørgensen og Eiríkur Joensen skoraðu fyri Sumba. Sunnudagin fekk tann besti málskjúttin í kappingini higartil, Kurt Mørkøre, tvey mál, og Rógvi Jacobsen eitt. Aftur hesaferð skoraði Birgir Jørgensen eitt av málunum hjá sumbingum, men tað var ikki Eiríkur Joensen, men innskifti René Thomsen, sum spældi sín fyrsta dyst í ár, ið fekk hitt. ie