týsdagur 15. juni 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
110 -15. JUNI 1999
tíðindablaðið S0312/7T
Tað gongur sum væntað
e-mail: emilasosialurin.fo
Fótbóltur: Tey trý stóru feløgini leggja sjógv ímillum seg og hini liðini, meðan tey trý eysturoyarliðini GÍ, B68 og NSÍ
liggja í miðjuni. Botnurin verður í løtuni mannaður av B71, VB, ÍF og Sumba. Av øllum hesum er tað bert óvæntað, at
VB liggur so niðarlaga
EMIL L. JACOBSEN
Ringasti landsliðsrúsurin hevur
lagt seg — fyri fyrst — og lands-
kappingin gongur nú sína gongd
fram til summarsteðgin, sum
verður um tvær vikur.
Av tí, at landsliðið fekk so góð
úrslit hesaferð, var tað væntandi,
at hetta 7. umfarið í 1. deild fór at
gerast eitt slag av einum >anti-
klimaksi<. Tey trý oddaliðini
vunnu gll, men sigrarnir hjá KÍ og
HB móti botnliðum vóru teprir,
og hóast B36 vann 4-0 á GÍ, var
spælið ikki nakað at reypa av.
Toppurin
Tey trý liðini, sum nú liggja ovast
við 16 stigum í part, hava øll víst
veikleikar, og øll hava tey tapt fyrr
í ár.
Føroyameistararnir úr HB
mugu metast sum favorittar til at
fara i summarfri å fremsta plåssin-
um, ti teir hava teir »lættastu«
dystirnar eftir. Komandi sunnu-
dag fåa teir vitjan av B68, og so
enda teir fyrru helvt á Sandi móti
B71.
Ein tann størsti veikleikin hjá
HB má vera, at 1. deildarhópurin
ikki er serliga breiður. Og hann er
minkaður enn meira, eftir at Allan
Mørkøre fór til Íslands, og haraft-
urat verður Hans Fróði Hansen
leikbannaður móti B68 eftir
reyða kortið í Fuglafirði.
Men HB eigur at vera ov sterkt
fyri B68, sum kortini hevur fingið
gongd á við trimum sigrum upp í
slag.
B36 hevur torførastu skránna,
tað sum eftir er av fyrru hálvu.
Árstalsfelagið hevur ikki tapt
landskappingardyst i Klaksvík
síðani í 1991, tá teir so at siga
mistu FM-heitið til KÍ, men hag-
tølini kunnu ikki vinna nøkrum
liði nakað. B36 endar fyrru helvt
við heimadysti móti NSÍ, sum teir
hava vunnið tvær ferðir í Gunda-
dali í steypakappingini. Men NSÍ
vann á HB í Gundadali, so har
kann alt henda. ,
Triðja oddaliðið KÍ fær vitjan av
B36, áðrenn leiðin gongur til
Fuglafirðar, har klaksvikingar
seinastu árini ikki hava trivist væl.
KÍ hevur á heimavglli bert sett
stig til móti HB, meðan teir á úti-
velli hava tapt í Gøtu, men vunnið
á Sandi og í Sumba.
Tað er mest sannlíkt, at HB fer í
summarfri sum oddalið, og hvor
verður nummar tvey, verður nógv
lættari at siga eftir dystin í Klaks-
vík sunnudagin.
Miðjan
Eysturoyggin eigur í løtuni miðj-
una av landskappingini. GÍ og
B68 hava 13 stig, meðan NSÍ hev-
ur 12. Runavíkingar hava tó bert
tapt einaferð (í Klaksvík), meðan
gøtu- og toftamenn tvær ferðir
eru farnir av vøllinum vid ongum.
Tað hevur havt stóran týdning
fyri B68, at brasilsku menninir eru
komnir fyri seg, og hóast Marcelo
ikki var millum málskjúttarnar
hesaferð, fær hann stórri og stórri
týdning í álopinum hjá B68, sum
hevur vunnið tríggjar ferðir á rað.
Teir skulu í Gundadal at spæla
móti HB, og so kemur GÍ á
Svangaskarð. Tveir truplir dystir,
men ikki tvær Omøguligar upp-
gávur. Tað er skjótt langt síðani, at
B68 hevur verið millum oddalið-
ini, men við eitt sindur av hepni
kunnu teir fara í summarfrí við
góðari samvitsku.
Tað kann NSÍ fyri sovitt eisini,
um teir vinna á Sumba næsta
sunnudag. Og tað eru ikki nógv, ið
rokna við ødrum enn, at NSÍ hev-
ur 15 stig við sær i Gundadal móti
B36. Har hava teir tapt 1-2 tvær
ferðir higartil í ár, men báðu ferð-
irnar hevur leikað javnt á.
GÍfekk ein undir vangan í
Gundadali | sunnudagin, men
munurin á vøllinum var ikki heilt
so stórur, sum úrslitið 4-0 sigur.
Gøtumenn hava tapt tvær ferðir í
ár, báðu ferðirnar í Havn, men so
eru teir dystirnir í øllum fórum
farnir aftur um bak, og nú ræður
um at hyggja frameftir hjá GÍ.
Dystin móti ÍF í annadkvøld eiga
teir at vinna, og um teir so eisini
fáa øll stigini á Svangaskarði í 9.
umfarinum, hava teir 19 stig, tá
lagt verður til brots aftur eftir
ólavsgku.
Botnurin
Lagið er einki serligt í Vági, har
vónirnar um heiðursmerki so gott
sum eru farnar. Fýra stig eftir sjey
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
Her vildu gøtumenn hava brots-
spark, tá Magni Jacobsen ætlaði
sær framvið Janos Timar, men
teir fingu ikki viðhald, og í staðin
endaði tað við, at Magni Jacob-
sen fekk reyða kortið!
Mynd: Álvur Haraldsen
teir fyrstu dystirnar er ov lítið hjá
VB, men teir hava teir »lættastu«
dystirnar eftir — heima móti B71
og úti móti Sumba. Hesi bæði lið-
ini liggja niðanfyri vágbingar, men
tað merkir ikki, at seks stig koma
av sær sjálvum. B71 hevur staðið
seg betur, enn tey flestu høvdu
roknað við, og dystirnir millum
VB og Sumba eru kendir fyri at
kunna fara báðar vegir.
B71 hevur tapt tepurt móti bæði
GÍ og KI, og teir eiga størsta sig-
urin higartil í 1.deild —6-0 móti IF.
Sandoyingar skulu nú til Vágs,
áðrenn leiðin gongur til Havnar at
spæla móti HB.
IF hevur verið rættiliga upp og
niður í spælinum, men mest niður.
Ósigurin móti HB var tann fimti á
rað, og góða byrjanin við javnleiki
í Runavík og sigri móti Sumba er
mestsum gloymd nú. Hyggja vit
eftir måtstødulidunum hjá ÍF
restina av fyrru helvt, sær tað
heldur einki serligt út. Fuglfirð-
ingar fáa sjáldan nakað serligt
burtur úr í Gøtu, hagar teir skulu í
annadkvøld, og teirra seinasti
dystur hesumegin summarsteðgin
er á heimavglli móti KÍ.
Og so er tað Sumba, sum enn
ikki er komið av nullinum. Mar-
ginalarnir hava ikki altíð verið við
sumbingum, og serliga í Fuglafirði
var tað svørt óeydna, sum gjørdi,
at teir einki fingu við sær suður
aftur. Sumba fær neyvan nakað
við sær úr Runavík heldur, men í
síðsta dystinum á Krossinum móti
VB kann alt henda.
Stórur spenningur
Trý lið eru í toppinum, men tað er
ikki so langt niður til trý tey
næstu, so í staðin fyri at tosa um
tríggjar partar av kappingini, er
tað kanska rættari at tosa um
tveir. Í ollum fórum sær tað fram-
vegis út til at gerast nógv meira
spennandi í ár, enn tað hevur ver-
ið seinastu árini, tå føroyameist-
araheitið er avgjørt áðrenn sein-
asta umfar av kappingini.
Inidara enda sær tað eisini
spennandi út, tí eingin ivi er um, at
sumbingar fyrr ella seinni fara at
fáa stig. VB skuldi eisini komið
longri upp, sum tíðin líður, og so
er spurningurin, hvat B71 og ÍF
fáa burturúr.