týsdagur 15. juni 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10 tidindabladid SISU NR. 110 - 15. JUNI 1999
Jan Dalberg, lækni og granskari:
Osunnir livivanar ein orsøk til høga
tittleikan av krabbameini
— Alla staðni í verðini fellur títtleikin av krabbameini í maga og gørnum, uttan í Føroyum, har títtleikin er stórur bæði
hjá mannfólki og konufólki. Og tað hevur greitt nakað at gera við ósunnan mat og livivana, sigur Jan Dalberg, ið um
vikuskiftid helt fyrilestur um krabbameinssjúkur í Fóroyum
TURIÐ KJØLBRO oyingar altíð eru 10 ár
seinni enn onnur lond.
Tað eru nógv viðurskifti, ið
gera seg galdandi, tá ið nið-
urstødur skulu gerast burtur
úr granskingini innan ymsar
sjúkur. Sama er galdandi
innan krabbamein, ið er or-
søkin til fjórða hvort deyðs-
Foroyum
Fittleikin innan krabb-
langa og baktarmi
í Foroyum enn eitt
mark. Krabba
r mnan anda-
5 og
t r á sama stigi sum i
ark, men í Føroyum
esin títtleikin nógv
indi. Ofta hendir tað
sama í Føroyum sum í hin-
um Norðurlondunum, men
bara eitt sindur seinni. Eftir
kriggiå byrjaðu konufólk at
roykja og tað hevur greitt
eina ávirkan á vaksandi titt-
leikan av lungnakrabba eitt
nú.
— Vit eiga at gera fyri-
byrgjandi tiltøk, serliga ætl-
að ungfólki og skúlanæm-
ingum, og tað eru krabba-
meinsfeløgini = sjálvsagt
hugað fyri. Hinvegin síggja
vit, at fyribyrgjandi herferð-
ir ikki munað nóg væl, tí
vit kunnu staðfesta, at tey
ungu halda ikki uppat at
roykja hóast tey vita og fáa
sagt fleiri ferðir, at tað er
skaðiligt at roykja. Sum for-
eldur noyðast vit at vera ein
góð fyrimynd. Eisini polit-
ikarar, skúli og samfelag
sum heild eiga ein leiklut
hesum viðvíkjandi. Tí er tað
ein samlað strategi, sum má
leggjast, sigur Jan Dalberg,
lækni og granskari.
Heimsmet
Krabbamein í maga er nógv
— Føroyingar liva ógvuliga ósunt, eta feitan og saltan mat, og tað ávirkar ymisk slóg
av krabbameini. Í so máta eru vit ikki serliga tilvitað, sigur Jan Dalberg.
hægri millum føroyingar
enn millum danir, men títt-
leikin er uppaftur stórri í
Íslandi.
— Innan nógvar krabba-
meinssjúkur líkist føroyska
myndin meiri øðrum Norð-
urlondum enn Danmark.
Men innan krabbameins-
sjúkur millum menn er titt-
leikin hægri í Føroyum enn
í Danmark. Taka vit krabba-
mein í steinunum til dømis
hevur Danmark heimsins
hægsta títtleika og tað sær
út til, at vit liggja á sama
stigi, kanska hægri. Ein te-
ori í Danmark hesum við-
víkjandi er, at danskir menn
eru meiri ávirkaðir av horm-
onum enn aðrir norðbúgvar,
eitt nú av skaðakyktaeitri
sum verður brúkt í landbún-
aðinum. Vit hava ómetaliga
góðar møguleikar at kanna
hetta í Føroyum í mun til
onnur lond, tí vit hava onga
dálking sum so av verk-
smiðjum og øðrum. Í Før-
oyum er ógvuliga reint og
er talan um dálking er tað í
sjónum. Har hava vit møgu-
Mynd: Jens Kristian Vang
leika at samstarva við Fiski-
rannsóknarstovuna og
kanna fiskin, sigur Jan Dal-
berg, ið leggur afturat, at
krabbamein í steinunum tel-
ist millum tær krabbameins-
sjúkurnar, ið eru lættast at
lekja.
— Tad, sum er rættiliga
keðiligt, er, at alla staðni í
verðini fellur títtleikin av
krabbameini í maga og
gørnum, uttan í Føroyum,
har títtleikin er stórur bæði
hjá mannfólki og konufólki.
Ein teori kann vera, at før-
Hesar krabbameinssjukur-
nar hava nakað við livivanar
og nýtímans samfelagið at
gera. Vit eta feitari og saltari
mat enn onnur, tað kann
vera ein grund til títtleikan,
men ikki til, hví títtleikin
ikki minkar. Vistfrødiliga
rákið í Danmark og aðra
staðni, ið hevur ført við sær,
at fólk eta meiri vistfrødi-
liga frukt og grønmeti, er
greitt ein frågreiding til
minkandi títtleikan har, um-
framt reinførid í vatninum.
Vistfrødiliga råkid er ikki
rættiliga rinið við her.
— Vit vita, at summar bak-
teriur í vatninum kunnu elva
til krabbamein í maganum
og tær bakteriurnar hava vit
kannað í Føroyum í fjør,
men úrslitið av hesum
kanningum vísir, at tittleikin
av hesum ávum ikki er
hægri enn aðrastaðni.
Fiskur fyribyrgjandi
Títtleikin av krabbameini í
langanum í Føroyum er lítil
og er væl lægri enn í Íslandi,
Svøriki og Noregi. Tað er
trupult at siga, um tað at vit
eta nógv fisk er orsøkin, tí
íslendingar eta jú eisini
nógv fisk og har er tittleikin
eitt sindur hægri. Tað ein-
asta, vit kunnu vísa á heilt
vist, sum er fyribyrgjandi,
er fiskaolja. Hinvegin liva
føroyingar ógvuliga ósunt
og tað ávirkar ymisk sløg
av krabbameini. Vit sita
nógv í bili sjálvt um talan
er um stuttar teinar. Frá
1959 til 1986 vaks talið á
bilum tveir til 390 bilar fyri
hvørji túsund fólk, og so
høgt er tað onga aðra staðni.
Fyri 50 árum síðani vóru
kvinnur og menn ógvuliga
virkin fysiskt í mun til í dag.
nú alt er nytimansgjørt.
Nógv hava sitandi arbeiði
og íðka ikki motión. Í so
máta eru vit ikki serliga til-
vitað, sigur Jan Dalberg.
Sum skilst spæla nóg
viðurskifti inn, tá ið orsøkir
skulu finnast fyri títtleikan
av sjúkum. Tá ið so nógv
brigdi spæla inn, hvussu
verður myndin tá eftirfar-
andi?
— Hetta er ikki annað enn
ábendingar, og út frá ábend-
ingum fara vit víðari. Og
har koma vit inn á skráset-
ing, ið er mítt hjartabarn.
Hava vit onga skráseting.
koma vit ongan veg.
Við sviðusoð
Føroyskir = krabbameins-
sjúklingar eru nær tengdir
at danska heilsuverkinum,
tá ið tað snýr seg um strálu-
viðgerð. Men í mun til danir
eru føroyingar í eini betri
stóðu, tá ið tað snýr seg um
at koma undir skurð og at
fáa kemoviðgerð, tí bíði-
tíðin er so at siga eingin.
— Føroyingar mugu bíða
líka leingi sum danir eftir
stráluviðgerð. Frá tí fólk eru
skurðviðgjørd skulu í mesta
lagi tvær vikur ganga, áðr-
enn tey sleppa í stráluvið-
gerð, men sum er ganga í
minsta lagi tveir mánaðir,
og tað er alt ov leingi. Og
tað er orsakað av sparingum
í danska heilsuverkinum.
Sjálv viðgerðin er góð, men
tað munar lítið, um fólk ikki
sleppa í viðgerð, sigur Jan
Dalberg.
Deyðstíttleikin hjá døn-
um við krabbameini er 20%
hægri í mun til í Svøriki og
Noregi.
Skráseting er lykilin til sjúkurnar
— Endamálið við skråsetingini er at gagna fólkinum, og at skipa fyri fyribyrgjandi tiltókum. Vit koma ongan veg, so leingi vit onga
skráseting hava. Tað merkir, at vit hava einki yvirlit yvir, hvat hendir innan krabbameinssjúkur í Fóroyum, sigur Jan Dalberg
TURIÐ KJØLBRO
Fjórði hvor føroyingur doyr
av krabbameini, men hóast
føroyska heilsuverkið kenn-
ir henda veruleika, metir tað
seg ikki hava orku og ráð
til at skráseta tilburðirnir av
krabbameini. Og so leingi
eingin skráseting fer fram,
vita vit ikki, hvussu títtleik-
in innan ymsu krabba-
meinssjúkurnar er, hvussu
sjúkurnar ferðast, og um
sjúklingar fáa nóg góða og
røttu viðgerð.
— Hava vit onga skráset-
ing, koma vit ongan veg, og
tað merkir eisini, at vit hava
einki yvirlit yvir, hvat hend-
ir innan krabbameinssjúkur
í Føroyum. Fleiri sjúklingar
fáa nú viðgerð í Føroyum í
mun til fyrr, tá ið viðgerðin
fór fram í Danmark, men
sum er kunnu vit ikki
tryggja, at viðgerðin er á
sama stigi sum aðra staðni
ella á nóg góðum stigi, tá ið
eingin skráseting er. Tað er
avgjørt avgerandi fyri við-
gerðina í framtíðini og fyri
at tryggja at fólk fáa røttu
viðgerðina, at vit skipa eina
skráseting, sigur Jan Dal-
berg, lækni.
Jan Dalberg er lækni á
Ríkissjúkrahúsinum í Dan-
mark og hevur í nøkur ár
granskað krabbameinstil-
burðir í Føroyum. Hann
hevur nærlisið 60.000 sjúkr-
ajournalir fyri at gera eina
mynd av krabbameinstítt-
leikanum. Journalirnir
ganga aftur til 1960 og fram
til 1995. Síðani 1995 er
einki skrásett hóast lóg kom
í gildi miðskeiðis í áttati-
árunum, ið álegði læknum
skyldu til at skráseta allar
krabbameinstilburðir.
— Endamálið við skráset-
ingini er at gagna fólkinum,
og at skipa fyri fyribyrgj-
andi tiltókum. Av tí at eing-
in skráseting er, eru eingir
møguleikar fyri at rætta
nakað, mannagongir, við-
gerð og annað, eingin
gransking kann fara fram,
og tað ber ikki til at arbeiða
við fyribyrging, sigur Jan
Dalberg.
Pappírsrúgva
Hóast onga skráseting boða
sjúkrahúsini í Klaksvík og
í Suðuroy frá, hvørja ferð
ein tilburður av krabba-
meini verður staðfestur,
men hesar fráboðanirnar
enda í eini stórari pappírs-
rúgvu. Allir tilburðirnir av
krabbameini í árunum frá
1995 til dagin í dag liggja
tískil og bíða eftir at verða
tastaðir inn á teldu. Ætlanin
var fyri nøkrum árum síð-
ani, at ein telda skuldi
standa á eini starvsstovu á
Landssjúkrahúsinum, har
allir fráboðaðu tilburðirnir
vórðu skrásettir so við og
við, men henda ætlanin er
ongantíð vorðin til veru-
leika, hóast Jan Dalberg
ferð eftir ferð hevur heitt á
avvarðandi leiðslu um at fáa
hana í lag.
— Tað er heilt einfalt ein
spurningur um raðfesting, tí
dýrt er tað ikki. Einasta, ið
krevst er ein telda, og ein
skrivara, sum skrásetir til-
burðirnar uml. 2 tímar um
vikuna. Tað snýr seg um
umleið ein tilburð triðja
hvønn dag og tað tekur onga
tíð at tasta inn á teldu. Sjálvt
India og Afrika hava skrá-
seting av krabbameini. Eg
havi kortini góðar vónir um,
at tað fer at bera til. Tað
kann ikki annað, sigur Jan
Dalberg.