Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juni 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOS NR. 110 - 15. JUNI 1999 ER ð F a Tað gongur væl hjá Marek Wierzbicki og teimum í KÍ. Teir eru millum oddaliðini og eru eisini í steypafinaluni EMIL L. JACOBSEN Klaksvikingar løgdu offen- sivt ut å Krossinum i Sumba sunnudagin. Teir byrjaðu við trimum áleyparum og so Arnoldi Joensen beint aftanfyri. Men hetta loysti seg ikki so væl, og tá góður hálvur tími var farin, broyttu teir til 5-3-2. Harley Bertholdsen og Heðin á Lakjuni, sum báðir byrjaðu í álopinum, blivu vongverj- ar, og so fór Arnold heilt fram afturat Kurt Mørkøre, sum enn eina ferð skuldi vísa seg at vera avgerandi munurin. Fyrri hålvleikur var rimi- liga javnur við møguleikum bådar vegir. Kurt Mørkøre hevði tveir stórar, men mis- brúkti báðu ferðirnar, og sumbingar lógu eisini fram- við. Báðu ferðirnar bleiv spælt innfyri úr høgru, men Stephen Boyle stóð væl pla- seraður báðu ferðirnar. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men tá klaksvík- ingar í seinna hálvleiki settu ferðina upp, kláraðu sum- bingar ikki so væl at fylgja við Rógvi Jacobsen fekk hol á, tá dysturin var ein tíma gamal. Jan Joensen stakk bóltin inn um verjuna fyri føturnar á Rógva, sum rak eitt sindur og endaði við at skora Stutt seinni lá bólturin aftur í málinum hjá Sumba. Klaksvíkingar fangaðu bóltin í verjuni hjá sum- bingum, og Arnold Joensen bleiv sendur avstað. Hann trillaði upp á tvørs til Kurt, sum bert skuldi seta sein- asta fótin á. Men teir á heimaliðnum fullu ikki í fått. René Thom- sen var við fyri fyrstu ferð í ár, tá hann stutt framman- undan varð skiftur inn. Klaksvíkingar tóku sær av løttum, og tað bleiv revsað, tá Nebosja Veljkovic spældi René Thomsen, sum skor- aði. Málið líktist nógv tí seinna hjá KI. Men gestirnir svaraðu aftur tveir minuttir seinni. Enn einaferð elvdi ein feil- avlevering frá sumbingum til, at Finn Baldvinsson kundi spæla Kurt Mørkøre leysan, so liðskiparin kundi skjóta sítt 9. mál í lands- kappingini í ár. Men sumbingar vóru ikki lidnir. Tað gingu bert tveir minuttir afturat, so hevði Birgir Jørgensen minkað til 3-2 eftir trunkaspæl. Eisini hann varð skiftur inn stutt frammanundan, so sigast má, at sumbingar vóru hepnir við útskiftingunum hesaferð! Men teir blivu enn eina- ferð ov stuttir og hava fram- vegis einki stig fingið, nú sjey umfør eru spæld. KI er eitt av trimum liðum við 16 stigum, og nú verður við spenningi sæð fram til topp- uppgerðina komandi sunn- udag, tá B36 kemur norður. Sumba-KÍ 2-3 (0-0) 0-1: Rógvi Jacobsen 60 0-2: Kurt Mørkøre 62 1-2: René Thomsen 82 1-3: Kurt Mørkøre 84 2-3: Birgir Jørgensen 86 Sumba: Anfinn Thomsen — Spasojé Biberdzic, Páll Magnar Kjærbæk, Dånjal Johan Joensen — Mortan úr Hørg, Sonne Kjærbo, Jan Poulsen, Eirikur Joensen, Peter Jørgensen, Nikola Bi- berdzic — Vebosja Veljkovic KI: Stephen Boyle — Marek Wierzbicki, Jan Andreas- sen, John Hansen — Andrzej Pacek, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen — Arnold Joensen — Harley Bertholdsen, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni Sumbingar eru framvegis stigaleysir í 1. deild (Savnsmynd) iKOsin sett uppeftir SE Fotboltur: Felagslidid í Vágum hevur sett beina kós móti fyrstu deild. Um vikuskiftið fingu teir sjeynda sigur á rað. EB/Streymur varð sent til hús við ein ósigri upp á 2-4 FS Vágar-EB/Str 4-2 (4-1) SVEINUR TRÓNDARSON Verður hetta lagið í Vágum, so verður ikki leingi til fel- agsliðið skal hava spæli- loyvi frá flogtorninum á flogvøllinum heldur enn frá FSF, tí kósin teir hava sett, er beint uppeftir. Higartil í ár hevur felags- liðið í Vágum leikt sjey dystir og teir hava vunnið teir allar. Teir eru einsamall- ir í oddinum við 21 stigum. Fimm stig frammanfyri LÍF, sum hevur 16 stig, eisini fyri sjey dystir. Seinast FS Vágar tapti var í fimtanda umfari í fjør, tå teir taptu fyri KI, so tað eru tíggju umfør síðani liðið tapti ein heimadyst Gestirnir i Sandavági leygardagin vóru sunda- lagsmenn, sum við sínum felagsliðið skuldi royna at taka stig frá vågamonnum. Hesum komu teir illa frá, tí tá liðugt var vóru tað vága menn, sum vóru omaná við 4 málum móti tveimum. Avgjørt í fyrra hálvleiki Dysturin í Sandavági varð longu avgjørdur tá teir fyrstu 45 minuttirnir vóru leiktir. Í góðveðrinum, sum var um alt landið leygar- dagin, vísti tað skaðarakta FSVágar-liðið, at tað vóru teir, sum vildu hava sigurin og tá farið var til hálvleiks vóru teir frammanfyri 4-1. Tór Ingar Akselsen legði FSVágar framum 1-0 og Birgir Joensen økti løtu seinni. Vágaliðið hevði alt spælið og tað var ikki meir enn at EB/Streymur kom til nakran målmøguleika. Men sum so ofta tá annað liðið er so nógv við yvirlut- an, so gerast menn dølskir, og áðrenn nakar vardi skor- aði EB/Streymur uppá ein- asta målmøguleika teir høvdu í fyrra hálvleiki. Hetta vildi FSVágar ikki lata sær lynda, og teir tóku sær um reiggj og gjørdu tvey mál afturat. Báðu ferðirnar hevði John Johan- sen síðsta fótin á. Dovnaðu í hitanum Í seinna hálvleiki var lítið skil á spælinum. Albert Ari Thomassen sigur, at munur- in við steðgin saman við tí góða veðrinum helst hevði við sær, at menn gjørdust dovnir, og tí kom einki mál afturat til teir í seinna hálv- leiki Sundalagsmenn fingu kortini eitt mál afturat so- leiðis at dysturin endaði 4-2 til FSVágar og hóast spælið sum í seinna hálvleiki ikki var nakað at reypa av, so vóru trý stig fingið til høld- ar, og tey kunnu gerast dýrabar tá samanumkemur. — Men tað skal annað spæl til næsta vikuskiftið, um vit ætla okkum at vinna móti LÍF, sigur Albert Ari Thomassen. — Hóast leirvikingar hava tapt ein dyst og spælt ein javnan i år, so eru teir g60ir, og tað merkir, at vit skulu taka annað skinn um bak. Liðið hjá FSVágum leyg- ardagin var merkt av, at nógvir leikarar hava skaðar at dragast við. — Fleiri av teimum eldru leikarunum hava skaðar at dragast við í løtuni, og tí vóru fleiri unglingar við enn vanligt. Men teir eru góðir og raskir, so tað skal nokk fara at ganga. Vit skulu bara spæla betri enn vit gjørdu leygardagin, um vit ætla okkum at vinna móti LÍF, sigur Albert Ari Thomas- sen. Málið er fyrsta deild Albert Ari Thomassen dyl- ur ikki fyri, at í år skal tað verða at vágamenn aftur onga sær eitt fyrstudeild- arlið. Tað var um reppið at eydnast í fjór, og hevði gongdin fyrru kappingar- hálvu givið tveir sigrar fleiri enn hon gjørdi, so var fel- agsliðið kanska í fyrstu deild í ár. Tó er tað ivasamt um lið- 10 hevði megnað at hildi sær har uppi, og tí er ikki so nógv, sum bendir á, at leik- ararnir á felagsliðnum úr Vágum eru so keddir av, at fáa enn eitt ár í næstbestu deildini til at >stabilisera< liðið. — Men í ár er málið at vinna aðru deild. Tað er tað eingin sum helst ivi um, sig- ur Albert Ari Thomassen. Og gongur tað restina av árinum, sum tað ger fløtuni, so er einki at tosa um, tí í løtuni gongur tað líka væl, sum vatnið í ánni við síðuna av vellinum í Sandavági. Kósin er bara ein onnur. Vatnið í ánni hevur kós omaneftir. Kósin hjá felags- liðnum er uppeftir. Beint uppeftir.