týsdagur 15. juni 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Eu ÍÞAARSURÓ Uss Á ls
NR. 86 - 8. MAI 1999
2. deild: TB-GÍ 9-0 (4-0)
EMIL L. JACOBSEN
TB hevur verið heldur
trupult at rokn út í ár.
Teir hava tapt bæði í
Runavík og í Klaksvík,
men hinvegin hava teir
eisini vunnið stórt. Ein
av hesum stórsigrunum
kom leygardagin móti
GI. Á Sevmýri vunnu
tvøråmenn 9-0, og hóast
teir í løtuni eru sjey stig
aftanfyri oddaliðið FS
Vágar, skal TB als ikki
avskrivast í kappingini
um uppflyting til 1. deild,
haðani teir fluttu niður í
fjór. Óli Johannesen
spældi tveir góðar lands-
dystir og var eisini væl
fyri leygardagin. Hann
skeyt tvey mál, og tað
sama gjørdu Einar Pet-
ersen og Tórður Morten-
sen. Dan Mortensen,
Vagnur Nolsøe og Hall-
ur Christiansen skutu
hvør sitt.
Næsti dystur hjå TB
verður í Gundadali móti
teimum næstbestu hjá
HB. Gfskal royna at
reisa seg aftur, tå teir
skulu til Runavikar at
spæla móti NSÍ.
tíðindablaðið SOS!alnmrin
19
B-finalan í fjórgongd:
1. Jóanis i Hoygarðinum Oddur 4,9 stig
2. Heri D. Dahl Orri 4.5 stig
3./4. Rakul Heygså Frosti 4.4 stig
3./4. Leif Berg Stråkur 4.4 stig
A-finalan i fjórgongd:
1. Poli Joensen Stormur 5,2 stig
2. Leif Berg Vic 5,0 stig
3. Grækaris Joensen Bjalli 5,0 stig
4./5. Kristfrid D. Jacobsen Sámur 4,9 stig
4./5. Jóanis í Hoygarðinum Oddur 49 stig
B-finalan i Tølt:
1. Poli Joensen Hervar 4,8 stig
2. Jóanis í Hoygarðinum Oddur 4,7 stig
3. Kristfríð D. Jacobsen = Sámur 4,5 stig
4. Rakul Heygsá Frosti 4,2 stig
A-finalan i Tølt:
1. Leif Berg Vic 5,8 stig
2. Poli Joensen Stormur 5,8 stig
3. Kåri Nielsen Brenna 5,4 stig
4. Grækaris Joensen Bjalli 5,1 stig
Finalan i fimmgongd:
1. Jéanis i Hoygarðinum Sleipnir 3,6 stig
2. David Nordendal Funi 3,3 stig
Finalan i fjørgongd fyri ung:
1. Durita H. Sørensen Stigandi 48 stig
2. Téra Reinert Stråkur 4.7 stig
Sum sæst á úrslitunum vóru finalurnar sera spennandi og
javnar, har fleiri ross vóru jøvn í stigum, og tiskil var fleiri
ferðir neyðugt við umríðing.
Onnur gongulagskappingin á árinum var um vikuskiftið
5 #2
(Savnsmynd)
Fótbóltur: Á Skála spældu Skála og HB ein sera málríkan dyst, har seks
av teimum átta málunum komu í seinna hálvleiki. Tað endaði 4-4
2. deild: Skála-HB 4-4 (1-1)
SVEINUR TRÓNDARSON
Leygardagin var dystur á
Skála millum besta lið hjá
skálamonnum og næstbesta
lið hjá HB. Vertirnir eru júst
komnir upp í næstbestu
deildina og hava havt eitt
sindur torført við at fóta sær
teir fyrstu dystirnar.
Men fyri eini tíð síðani
eydnaðist tað teimum at fáa
fyrsta sigurin til høldar og
síðani tå eru fýra stig afturat
komin í posan — tað seinasta
kom í vikuskiftinum í dyst-
inum móti HB.
Tá fyrri hálvleikur var av,
sá ikki út til, at átta mál
skuldu koma í dystinum
áðrenn liðugt var. Skála-
menn vóru byrjaðir best,
móti HB-liðnum, sum er
mannað við nógvum goml-
um fyrstudeildarleikarum.
Tað vóru eisini skála-
menn, sum løgdu seg á odda
í dystinum við máli sum
Alexandur Johansen gjørdi.
Gleðin var tó stokkut, tí tað
gekk ikki so øgiliga long tíð
áðrenn HB fekk eitt brots-
spark. Hendingin minti ikki
sørt um tað sum hendi í
dystinum millum Føroyar
og Bosnia mikukvøldid í
seinastu viku. Ein leikari,
sum var á veg út úr brots-
teignum fekk eitt skump í
ryggin og fór um koll.
Dómarin dømdi brots-
spark og tað setti Jóannes
Jakobsen í netið til hálv-
leiksstøduna 1-1.
Vit hava skilt, at ikki allir
skålamenn vóru samdir við
dómaranum, men tað er nú
einaferð hann sum hevur
seinasta orðið.
Try mál í átta minuttir
Seinni hålvleikur var ikki
meiri enn byrjaður tá HB
legði seg framum. Rógvi
Joensen fekk møguleikan
og hann legði HB framum
2-1. Bert tveir minuttir
seinni var sami leikari aftur
á røttum stað til réttu tíð, og
hann økti um HB leiðsluna
til 3-1.
Nú var sjálvandi vandi
fyri, at skálamenn fóru at
missa fótafestið, men so var
ikki. Minuttin eftir var Bogi
Gregersen á blettinum og
minkaði um munin til 3-2.
Bogi Gregersen er ikki
ókendur sum málskjútti hjá
skálamonnum. Í fjór var
hann toppskjútti á liðnum,
meðan teir leiktu í tridju
deild.
Veteranurin fekk mál
Skála hevði nú aftur fingið
vónina um eitt líkinda úr-
slit. Teir trýstu tað teir
dugdu á HB-verjuna, og
tíggju minuttir eftir at Bogi
hevði minkað um munin,
var veteranurin á Skála-
liðnum Asbjórn Mikkelsen
á blettinum og javnaði til 3-
>.
Skála fekk horna og bólt-
urin varð sendur inn fyri.
Eingin HB-ari fekk fatur á
bóltinum, sum endaði hjá
Asbirni. Hann tamdi bóltin
við lærinum, og smekkaði
hann síðani í kassan. Stutt
frammanundan hevði As-
bjórn havt tvær naskar
royndir. Onnur fór beint
fram við málinum, meðan
hin — ein skallari — brast í
tvørstongina.
Hóast Asbjørn er 43 ára
gamal, so er hann framhald-
andi ein framúrskarandi
fótbóltsleikari. Higartil í ár
hevur hann ikki leikt so
nógv, men tað er eingin
loyna, at hann hevur góða
ávirkan á yngru leikararnar
á liðnum, og venjarin Artur
Johansen dylir heldur ikki
fyri, at hann er fegin um at
hava veteranin við á liðnum
aftur.
So nær við og tó
Skálamenn hildu fram at
trýsta, ti nú høvdu teir av
álvara fingið trúnna aftur
og seks minuttir seinni
bragdaði aftur. Bogi Greg-
ersen gjørdist enn einaferð
so leysur, at hann fekk skot
á bóltin, sum streyk í mál og
við eitt var Skála framman-
fyri 4-3, eftir at hava verið
aftanfyri 3-1 eina lítla løtu.
Men soleiðis skuldi tað
kortini ikki enda. Tá tíðin
Minst til ítróttarsosialin hvønn týsdag
var um at vera farin — tað
var í 89. minutti, kom Bern-
hard Petersen hjá HB at
standa so væl fyri at hann
setti bóltin í málið til javn-
leik 4-4, sum eisini gjørdist
endaliga úrslitið.
Gongur framá
Hóast teir vóru aftanfyri við
tveimum einu løtuna, so er
venjarin Artur Johansen
ikki heilt nøgdur við úrslit-
ið.
— Tað er keðiligt, tá mót-
stóðuliðið skorar í seinastu
løtu, men tað gerst ikki við.
Tað góða er so at vit hava
fingið fleiri leikarar við aft-
ur, sum antin hava verið
upptiknir av próvtgkum, av
hondbólti ella verið skadd-
ir. Hesir eru við at vera klár-
ir aftur, og tað sæst aftur á
spælinum, sigur Artur Jo-
hansen, venjari.