týsdagur 15. juni 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið S0S512/ VIN
nmårn
110 -15. JUNI 1999
Kappsigling á Eystanstevnu
1. Miðgerð Arngrím Petersen, Emil Petersen Kollafjørður
2. Litlibåtur Gunnbjørn Joensen, Árni Hansen Hósvík
3. Vinur Oli Mikkelsen, Kári M. og Petur M. Tórshavn
4. Leivur Jóhannes Johannesen, Jónálvur J. Kollafjørður
5. Thyra Svenn Berg, Jógvan Mørkøre Strendur
6. Gjáarbátur Janus Petersen, Eldbjørn Joensen Kollafjørður
7. Ternan Kristian Hansen
8. Hoyvíksbáturin Jóhan Simonsen og Eyðun Hoyvík
9. Solitaire Andras Andreassen, Sørin Pram Sørensen Tórshavn
10. Olivia Joan Jacob Andreasen Kollafjørður
11. Búgvin Per og Jónsvein Mikkelsen Toftir
12. Guðrið Allan Poulsen Saltangará
13. Svanur Pauli Justinussen, Remi Hansen Skála
14. Asta Martin Petersen Kvívík
Tilsamans 24 bátar startaðu suðuri á Raktanga umleið klokkan 13.30. 14 bátar komu um
mållinjuna í Runavík millum klokkan 14.30 og 15.00. Tað var bert eitt lítið lot. Triggir
teir fremstu fingu virðislónir, og nummar eitt fekk eisini ferðasteyp. Felagið SEGLID
skipaði fyri.
Egill eigur fleiri hat-trick
Fótbóltur: Íslendingurin Egill Steintórsson skeyt tríggjar ferðir hat-trick,
tá hann í 1989 spældi við VB. Og einaferð í 1991 skeyt hann eisini trý mál
í sama dysti
EMIL L. JACOBSEN
Tað hevur vakt eitt sindur
av ansi, at vit herfyri skriv-
aðu, at brasilski áleyparin
hjá B68, Marcelo Marco-
lino, kanska var tann fyrsti
útlendski spælarin, ið hevur
skotið hat-trick í einum 1.
deildardysti í Føroyum (tað
gjørdi hann fyri trimum vik-
um síðani móti IF).
Síðani tá hevur ein lesari
gjørt vart við, at onglend-
ingurin Peter Frain, sum
spældi við NSI miðskeiðis í
åttatiårunum, skeyt eitt hat-
trick móti B68 í 1987, tå NSÍ
vann 3-0.
Nú hava vit so frætt úr
Vági, at eisini har er ein
maður, sum ikki er av før-
oyskari ætt, og sum fleiri
ferðir hevur skotið trý mál í
sama dysti í føroysku 1.
deild.
Talan er sjålvandi um
Egill Steintórsson — islend-
ingurin, sum hevur verið i
Føroyum í nógv, og sum
hevur spælt vid bædi TB —
sum hann bleiv føroya-
meistari við í 1987 — og VB.
Egill gjørdi nógv um seg
sum málskjútti í seinnu
helvt av 80-unum og nakað
inn í 90-ini.
Serliga i 1989 var hann
vandamikil, og tað árið
gjórdi hann ikki færri enn
trý hat-trick í somu kapp-
ing!
VB vann tað árið 4-0 á
HB í Gundadali, og Egill
Steintórsson skeyt trý av
málunum hjá vágbingum.
Sama árið var B36 í Vági og
tapti 0-4. Her gjørdi Egill
ikki mætari enn at skjóta øll
fýra málini. Og tá VB vann
3-0 á LÍF í Leirvík, var tað
aftur Egill Steintórsson,
sum átti øll málini!
Tvey ár seinni, í 1991,
gjórdi Egill eitt hat-trick
afturat, tá VB var í Miðvági
og vann 3-2 á MB.
Tað er eisini væl møgu-
ligt, at Egill Steintórsson
skeyt okkurt hat-trick fyri
TB, sum hann spældi við í
1986 og 1987, men vit vita
ikki, hvørjum dysti hetta
hevur verið í.
Tað er tað kanska onkur
annar lesari, ið veit at siga
okkum.
I øllum fórum kunnu vit
staðfesta, at Egill Steintórs-
son hevur skotið fleiri hat-
trick í føroysku 1. deild.
Vandamikli islendingurin,
sum nú hevur verið so leingi
i Føroyum, at hann í fót-
båltshøpi er at rokna sum
føroyingur, spælir framveg-
is. Hann er venjari hjå TB i
2. deild, og har hevur hann
higartil i år skotid tvey
mål…
Egill Steintórsson (v.m.), her avmyndadur saman vid Jan Allani Miiller umleið 1990,
man vera mest skorandi útlendski åleypari nakrantid i Føroyum
Í
g
3
i