Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eiríkur Lind Eg Internet: www.sosialurin.fo | Marknadardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjalbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Emil L. Jacobsen Rg ede Argavegur 25 Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 post Gsosialurin.fo Ræður um at hyggja frameftir + Oddagrein I hesum døgum vitjar ein av teimum kendastu dønunum i Føroyum. Talan er um ongan minni enn stórreiðaran og vinnulivsmannin Mærsk Mc- Kinney Møller, ið eigur ta risastóru AP Møller konsernina. Alment er talan um eina privata vitjan. Møller, sum er vorðin 84 ára gamal, vil innheinta nakað av tí hann hevur forsømt" í sínum langa lívi, nevniliga hetta at vitja onnur lond. Og nú stóðu so Føroyar fyri torni. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at Mærsk Mc-Kinney Møller setur fót sín á føroyska grund. TA hugsað verður um, hvussu stóran tydning AP Møller reiðaríið hevur havt fyri so mong heim i Foroyum, og eisini hvussu stóran týdning foroysku yvirmenninir hava havt fyri hetta reiðarí, so kann tað tykjast logið, at oddamaðurin í hesi fyritoku ongantíð hevur verið her áður. Men betri seint enn ongantíð, og skulu vit bjóða Mærsk Mc-Kinney Møller vælkomnan til Føroya. Føroyingar hava altíð dámt væl at verða róstir fyri sitt gestablidni, og har tað íkki verður gjørdur munur á høgum ella lágum - á stórkapitali og krabbagoggum. Okkum dámar væl at vísa fram okkara vakra land og at vísa fremmandum, at vit eiga eina livandi og serstaka mentan. Alt hetta fer vónandi eisini at standa einum tí storsta einstaka arbeiðsgevar- anum hjá foroyingum gjøgnum tíðirnar í boði. Ikki man tað vera av leið, at AP Moller telist millum teir arbeiðsgevarar, sum hava havt flest foroyingar í arbeiði. Tá er landskassin ikki tikin við. HÓAST Mærsk Mc-Kinney Møller er komin til Føroya sum ferðamaður, so kunnu vit bara gita, at stórfyritoka hansara eisini hevur eyguni eftir gongdini í Føroyum og her ikki minst á oljuøkinum. Alt annað vildi eisini verið logið, nú tá so nógvir foroyingar eisini eru í starvi í nettup oljupartinum hjá AP Møller. Neyvan verður nógv at frætta um framtíðar ætlanir hjá AP Meller í Foroyum undir hesi vitjan. Mærsk Mc-Kinney Møller er nevniliga fáorðaður maður. Tað mugu vit so virða, men tå tað er sagt, so eigur AP Møller samtakið og tess fólk at gera sær greitt, at Foroyar eru ikki Danmark. Føroyar eru eitt land, har mytur og gitingar hava góðan gróðrarbotn. Einasti máti at forða fyri slíkum er at vera minni afturlatin - meira opin. Tað skal tí verða okkara ráð til AP Møller fyritøkuna um at vera meira opin og spæla við opnum kortum, um henda fyritøka vil vera við í menningini av Før- oyum. Hetta hevði eisini tænt hennara egnu á- hugamálum. HÓAST fortíð er fortíð, so er tað ikki nakað duls- mál, at tað eisini hava verið hogg til eitt nú AP Møllerfyritøkuna frá politiskari síðu. Hetta sóu vit m.a. undir orðaskifitnum um syrgiliga bankamálið. VIT eiga at hyggja frameftir. Tí tænir tað ollum pørtum, bæði Føroyum og AP Møller, at tað verður spælt við opnum kortum og at framtíðar samstarv á eitt nú oljuøkinum verður at meta sum samstarv millum javnbjóðis partar, ið hava virðing fyri hvor eðrum. Tá hetta er sagt skal tað vera okkara vón, at vitjan Mærsk Mc-Kinney Møller í Føroyum kann vera við til at knýta bond millum Foroyar og hesa donsku stórfyritokuna, tó at hon verður at arbeiða undir somu kappingartreytum sum øll onnur feløg. Men við tí renumé fyritøkan hevur bæði hvat viðvíkur professionalismu og kvaliteti annars, er einki at ivast í, at vit fara at síggja meira til hesa fyritoku í Foroyum í framtíðini. Sosialurin Viðmerking: Joanes og Liktenstein Um kunningarferdina hjå uttanlandsnevndini er stutt at siga, at hon eina mest er ikomin eftir stødugum å- heitanum frå Jóanesi Eid- esgaard. Ferðin gongur eftir upp- skoti frá umsitignini til Geneve og Liktenstein, og er tað umsitingin, sum ger skránna, sum vit í nevndini ikki kenna enn. Alment kent er, at Likt- enstein eins og Føroyar á demokratiskan hátt valdi sær fullveldið eftir kríggið. Teir fingu sína demokrat- isku skipan, sum teir eru væl nøgdir við, meðan vit fingu nakað heilt annað, sum allir flokkar í dag siga seg vera ónggdar við, og siga seg vilja broyta. Osemja er um hvussu, men bara tann ein flokkurin ræðist neyvari upplýsingar um, hvussu hetta kann ger- ast. Tað er Javnaðarflokk- urin. Hann setti seg við fótur í spenni ímóti, at vit skuldu fáa ta kunnandi hvítbókina. Líka so hart setti hann seg ímóti, at vit skuldu fáa ta samfelagsskipandi grund- lógina. Loksins gongur formaður javnaðarfloksins berserkar- gongd um, at dreymaferð hansara skuldi endað í Likt- enstein, har kunnað verður um gongdina hjá einum ungum fullveldi, sum bæði so og so gjørdist eitt av Ev- ropas rikasta. Alment kent er, at Javn- aðarflokkurin ræðist allar upplýsingar um framtíðar- stóðu Føroya, samstundis sum hann ikki er førur fyri at siga føroyingum, hvussu Føroyar eftir hansara tykki skulu skipast stjórnarliga. Tað er onkur í alheims høpi ókend sjálvstýrisskipan á jøvnum føti við danir, sum danir skula tyggja, svølgja og rinda fyri í samráðingum við Jóannes Eidesgaard, - siga teir. Sjálvandi kann hann velja Liktenstein frá, og fara til Lolland Falster í staðin fyri. Sum skúlalærari man hann kennast við og fegnast um, at vit vanliga í stødd og slag hava verið samanborin við henda danska landslutin. Afturkomnir eru vit tað klókari, sum Jóanes er býtt- ari, og honum eitt hóskiligt íkast til tjakið hjá Javnað- arflokkinum um framtíðar- støðu Føroya. Har vit aðrir alla tíðina hava valt mest møguligu opnu og erligu kunning um framtid okkara, hevur Javnadarflokkurin lika so ofta valt ein for- dummandi politikk. Eftir hansara ætlan skal jú einki spyrjast burturúr sjålvstyrisremingum føroy- inga. Tær eru og skula bara misbrúkast til at vinna sær vald vid; og tað er gingið hampuliga væl higartil — bæði burturi og heima. Hergeir Nielsen Skattaok samgongunnar Tað er farið at lýsna fyri framman fíggjarliga og meira arbeiði er her á landi. Stramma fíggjarliga stýr- ingin seinastu árini hevur beint skútuna á rætta kós. Men tíverri merkir skatt- gjaldarin enn stramma kvorkratakið og tunga okið. Hóast flestu arbeiða nógv, er at kalla onki eftir, tá ið skattir og avgjøld eru latin. Tó at samgongan hevur tikið fleiri hundrað milliónir ov nógv inn frá skattgjald- aranum, og landskassin somuleiðis hevur fingið 900 milliónir í endurgjaldi fyri bankabjargingina — sum skattgjaldarin hevur goldið, ja, so eru als ongar ætlanir hjá núverandi samgongu at lækka skattin — hoyra vit. Spurningurin er, hví landskassin á slíkan hátt ár eftir ár skal eyðræna arbeið- andi føroyingin óneyðugt? Hóast tað stóð illa til fíggjarliga, megnaðu Sam- bandsflokkurin og hansara samgongufelagar, at lækka skattirnar fleiri ferðir undir seinastu samgongu. Tað skulu teir hava tøkk fyri. Tíverri er nú vent í holuni hesum viðvíkjandi. Einstakar fólkafloksrødd- ir harmast um, at ongin skattalætti verður givin. Men tað tykjast bert vera lótir, tí fólkaflokkurin kann fremja ein skattalætta - um teir vilja. Føroyingar hava altíð vit- að, at Landskassin er ein rættuliga ótættur peninga- kassi. Nógvur peningur í hesum kassa, er ongin trygd hjá borgaranum. Peningurin er nógv trygg- ast i lummanum hjá skatt- gjaldaranum. Hví skal landskassin leggja í lødur, fleiri hundratals milliónir hvort ár? Landskassin eigur ikki at taka meiri pening frá lands- ins borgarum enn neyðugt! Samgongunar boðskapur í løtuni til føroyingin er hes- in: Halt fram at arbeiða og stridast, so Landskassin vinnur pening í yvirflóð. So kann arbeiðandi før- oyingurin skifta útslitna bil- in út — uppá lán. Somuleiðis viðlíkahalda húsið — uppá lán. Landskassin er nevniliga farin avstað við vinningi- num, ið heyði kunnað gjørt, at føroyingurin kundi gjørt neyðugu útskiftingarnar og viðlíkahaldini — kontant. Hvussu leingi skulu vit knógva undir óneyðugum skattaoki, ið avspeglast av einum landskassayvirskotið uppá nógvar hundratals milliónir hvert år? Vónandi ikki leingi. Tað er neyðugt, at skatt- urin verður lækkaður! Vinarliga Marjus Dam, løgtingsmadur JESUS'99-stevnan heldur åfram Í vår, 15.-21. februar, skip- aði ein tvørkirkjulig ung- démsnevnd fyri ungdóms- ráðstevnuni JESUS 99. Endamáli við JESUS'99 er at ung úr teimum ymisku trúðarbólkunum, í felag, brenna fyri at boða gleði- boðskapin um Jesus, út til onnur ung. Á metunum og seminari- num sum vóru, upplivdu bæði ung og eldri Jesu sign- ing á ymiskan hátt. Tað hevði við sær, at fyrsta JESUS'99-metið var leygardagin tann 1. Maj í Hoyvikar Skúla, har ung greiddu frá tí tey høvdu uppliva á stevnuni. Leygarkvøldid kl. 20 í Rhema á Hálsi verður aftur høvid at hoyra vitnisburðar frá stevnuni, sang og úti- setar vitna eisini. Ungdómar úr gllum fríkirkjum verða við. Aftaná metið verður hugnaløta í Frelsunarherði- num í Térsgøtu, har um- framt kaffi og køkur verða at fáa, verður roynt spenn- andi lovsangs-maraton-jam. Øll eru vælkomin, bæði ung og eldri. Sjá lýsing í blaðnum. Hundrað føroyskir ungdómar til Íslands Í sambandi við at Reykjavík verður evropiskur mentanarbýur år 2000, verður skipað fyri stórari ungd6msstevnu har í juni ár 2000 Í sambandi við at Reykja- vík verður evropiskur mentanarbýur ár 2000, verður skipað fyri stórari ungdémsstyevnu, sum verður í Reykjavík 21. - 28. juni ár 2000. Ætlanin er, at umleið 4000 ungdómar í aldrinum 14 - 30 ár úr gllum norð- urlondunum skulu luttaka á stevnuni. Á skránni verður m. a.: + sjónleikur, dansur , sangur o. a. * ein dagur í Reykjavík, eftir egnari skrá * vera við at seta tré niður ítróttardagur, har øll kunnu luttaka Føroya Ungdómsráð hevur átikið sær at standa fyri føroysku luttøkuni á ung- démsstevnuni »Kultur á Ungom«, sog er ætlanin at millum 50 og 150 ung- démar år Føroyum skulu verða við.