fríggjadagur 7. januar 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2005
25
frá, og tað lýsir av honum, at
hann er sannførdur, at hann
hevur tikið ta røttu avgerðina.
Ov mikið at gera
Brøðurnir Restorff fara ikki at
liggja á latu síðuni nú, fyri tað
um teir nú ikki longur eru í
hotelvirkseminum.
MC hevur átikið sær ymsar
uppgávur umframt at hann hevði
fleiri, áðrenn hotellið varð selt.
Hann hevur altíð fingist nógv
við tónleik, og tað millum annað
hevur hann eisini gjørt, síðani
hann tók seg úr hotellinum fyri
einum knappum ári síðani. Hann
hevur eisini átikið sær uppgávur
sum forstandari til ymisk
tónleikalig tiltøk og hevur
sendingar á Lindini.
– Man má royna at finna sær
annað at gera, tí hóast mær
dámar væl at syngja fyri fólki, so
er tað mangan sjálvboðið arbeiði,
og tað mettar jú ikki nakran,
sigur 54 ára gamli MC.
Johan, sum er 65 ára gamal,
sigur, at hann gleðir seg at fáa
meira tíð saman við konuni. Tey
bæði hava onga summarfrítíð
havt, so tað verður eitt tað fyrsta,
sum liggur fyri framman. Ein
ferð saman við konuni, har tey
bara kunnu kopla úr og njóta
tilveruna. So eiga tey eisini
ommu- og abbabørn bæði í
Føroyum og í Danmark.
Johan sigur, at ein av abba-
synunum er í ferð við at gerast
professionellur fótbóltspælari í
Onglandi. Christian Restorff
Mouritsen eitur hann.
– So nú fara vit frá hotelvirk-
seminum yvir í fótbóltin. Eg havi
sagt við hann, at hann skal nýta
Restorff, tá hann vinnur, og
Mouritsen tá hann tapir, sigur
Johan, og báðir flenna teir í kíki.
Eisini dámar Johan sera væl at
vera á floti. Flennandi greiðir
hann frá, at hann hevur fingið
sær ein krók upp á bilin til
jolluna.
– So fólk mugu ikki gerast ov
bilsin, um tey brádliga síggja
meg í Tjørnuvík ella undir
Leitinum í Hvannasundi á floti í
jollu. Eg og konan bæði, sigur
hann skemtiliga, men álvarin
hoyrist eisini aftan fyri róligu
røddina.
Hann heldur fram, at sonurin,
Martin, sum arbeiddi á hotellin-
um saman við MC og Johan
eisini hevur onkrar spennandi
ætlanir fyri framman, sum hann
ætlar sær at stuðla honum við
heilum hjarta.
– Eg sigi onki, um hvat tað er,
sigur hann og MC leggur afturat,
at sjálvt ikki hann veit, hvat er í
umbúnað.
Martin, sum er yngri sonur
Johan´s, hevur verið heima í trý
ár, og hann hevur arbeitt sum
tænari og restauratiónschefur á
kendum matstovum í Keyp-
mannahavn.
– Martin hevur verið við til at
lyft støðið á matstovuni á Hafnia
seinastu árini. Og tað at MC
gjørdist mettur á Hafnia, kom
okkum dátt við, tí Martin hevði
sæð fram til nøkur góð ár saman
við okkum, har hann so kundi
tikið meira og meira yvir. Tá MC
ikki tók av okkara tilboði,
gjørdist veruleikin tann, at vit
skuldu geva hægri boð, og tá
hevði Martin fingið eina tyngri
uppgávu. Fyrst at loysa ættar-
liðsskifti hjá MC og seinni eisini
mítt, greiðir Johan frá.
Fyrsta floks hotel
Støðið á hotel Hafnia hevur altíð
verið høgt. Brøðurnir hava altíð
lagt seg eftir at hava alt í góðum
standi. Kømurni hava verið
viðlíkahildin og ístandgjørd við
jøvnum millumbilum. Innbúgv
er útskift, so skjótt sum teir
mettu, at tað var við at gerast ov
gamalt. Sumt av innbúgvinum,
sum hevur staðið á Hafnia,
stendur á øðrum gistingarhúsum
í Føroyum í dag. Hetta síggja teir
báðir als ikki, sum at teir vóru ov
skjótir at selja. Heldur tvørtur-
ímóti.
– Vit vildu halda eitt ávíst
støði til okkara viðskiftafólk, so
tey altíð fingu tað, sum tey
rindaðu fyri. Og tað hevur eisini
víst seg at vera rætt, tí vit høvdu
nógvar stamkundar, sigur Johan.
Ta seinastu tíðina á hotellinum
hava brøðurnir nýtt til at ístand-
gera restauratiónina umframt
annað. Summi hava skýrt tað
hálvavegna ørt, tí hotellið jú var
selt. Men Johan greiðir frá, at
avgerðin um at gera hesa nýgerð
varð tikin fyri einum ári síðani,
og tí skuldi tað gerast.
Stóran samfelagstýdning
Johan Restorff leggur nøkur
sannleikans orð á borðið, meðan
prátið gongur lystiliga.
– Um tú fert inn í Havnina í
dag, so kanst tú vera nærum alt
fyri uttan. Men ikki hotel Hafnia
og hotel Føroyar. Tað er bara ein
spurningur, um landið hevur
hugsað um, hvat fyri týdning
Hafnia hevur havt fyri sam-
felagið. Hotellið hevur verið eitt
móttøkuapparat fyri landið og
hýst bæði kongaligum og øðrum
gestum. Vit hava eisini sett stóra
æru í tað og roynt at hildið
støðið. Hetta er ikki reyp ella
nakað, men bara fakta, sigur
hann.
Og hann heldur fram, at tað er
eitt vælsignilsi hjá honum og
bróðrinum, at teir, nú teir sleppa
endanum, kunnu avlevera nýggju
eigarunum eina góða og trygga
forrætning.
– Tað er eitt vælsignilsi, at tað
ikki er av tvingsli vit selja, sigur
hann.
Báðir siga teir at enda, at teir
hava so nógvum menniskjum so
nógv at takka fyri. Einum
trúgvum vinar og kundaskara.
Konum og familjuni, sum øll
hesi árini hava víst tolsemi og
forstáilsi fyri, at teir ofta
noyddust at arbeiða nógv og
longi. Serliga tey fyrstu árini.
Hotel Hafnia fer ikki í søguna.
Nýtt fólk er komið í staðið hjá
MC og Johan. Teir eru sera
vælnøgdir við nýggju stjórarnar,
tí tær kenna hvønn krók í
hotellinum, og halda teir, at
nýggju eigararnir ikki kundu
havt valt betri egnað fólk.
ma í mans stað
MC og Johan Restorff
avmyndaðir saman við
nýggju stjórunum á hotel
Hafnia, Ása Johnsdóttir og
Birna Gaard
Mynd: Jens K. Vang