fríggjadagur 7. januar 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 7. januar 2005
15 kendir persónar úr
Danmark, Svøríki og Noreg
fara í 14 sjónvarpskvøld at
stríðast um heitið sum besti
kendi Robinson í Norðan-
londum.
Hvørt land hevur fimm
luttakarar, og skulu hesi
stríðast bæði við og ímóti
hvørjum øðrum í eini røð
av Robinson dystum. Sum
vant, so endar hvør dagur
við, at ein luttakari skal
sendast heim við atkvøðu-
greiðslu. Hetta verður gjørt
á tann hátt, at tað liðið, sum
tapir fyri hinum báðum
londunum, skal á Oyggja-
ráðnum atkvøða um, hvør
av teirra egnu luttakarum
skal sendast heim.
Høvuðsvinningurin
í
kappingini er ein hálv
millión, og verður tað bara
endaligi vinnarin, sum fær
ágóðan av hesum.
Danski verturin í send-
ingini er Mikkel Beha
Erichsen.
Ísbjarnir, stórsligið lands-
lag og dramatiskar ferðir.
Temaleygardagurin hesa-
ferð snýr seg um tríggjar
tímar við spennandi uppliv-
ingum.
Frá lívinum hjá Ísbjarn-
um á innlandsísinum til
ómenniskjansliga
dystin
hjá pólfararunum í teirra
stríði fyri at náa málinum,
sjálvasta Norðurpólinum.
Byrjað verður við eini
sending um fyrstu roynd-
ina, sum nakran tíð varð
gjørd at koma tvørtur um
innlandsísin í Grønlandi í
bili. Danski Lasse Rung-
holm og íslendski Arngrím-
ur Hermansson vóru teir,
sum gjørdu royndina, sum
ikki var heilt vandaleys.
Síðani verður hugt at ís-
bjørnini. Stóri kongurin í
oydna arktiska landslag-
num. Hvussu ber tað til, at
eitt somikið stórt djór kann
fáa nóg mikið av føi í ein-
um somikið oydnum lands-
lagi.
Tað eru bert fáar vikur
lidnar, síðani 39 ára gamla
Bettina Aller vann seg fram
á Norðurpólin. Ríki arving-
urin stríddi seg yvir 1.000
kilometrar yvir frysta havið
uttan nakra hjálp frá hvørki
hundum ella kavascoot-
arum. Bara skí hevði hon at
líta á, og við hesum vann
hon fram á mál í einum av
stóru dreymum hennara.
At enda verður hugt eftir,
hvussu leikur fór, tá menn
av fyrstan tíð vildu vinna á
stóra íshavinum.
Fridtjof Nansen og Ro-
bert Peary stríddust um
heitið, men hetta tóktist
ikki nóg mikið. Allur heim-
urin fylgdi við stríði teirra,
og 6. apríl í 1909 kundi
Peary skrivað í dagbók
sína: »Norðpólurin – lok-
sins«. Men alt var ikki av
fyri tað. Í Keypmannahavn
trein Frederick Cook fram
og segði, at hann í veru-
leikanum var tann, ið var
fyrstur á pólin.
Robinson – Landsdystur
Luttakararnir:
Danmark:
Frederik Fetterlein, tennisspælari
Saseline Sørensen, fyrrv. sangari í SOAP
Anne Larsen, kókibókahøvundur
Asbjørn Riis, wrestlari
Warny Mandrup, sjónleikari
Svøríki:
Frank Anderson, wrestlari
Mårten Andersson, útvarpsvertur
Denise Lopez, sangarinna
Tilde Fröling, sjónleikarakvinna
Peter Wahlbeck, skemtari og sjónleikari
Noreg:
Jan Simonsen, politikari
Janne Rønningen, skemtari
Ole Klementsen, nevaleikari
Lene Elise Bergum, sjónleikarakvinna
Gry Jannicke Jarlum,sangarinna og rithøvundur
Danska liðið í kappingini: Saseline Sørensen, Asbjørn Riis, Frederik Fetterlein, Warny Mandrup og Anne
Larsen.
Kvøldið við skíggjan
18.30 Temaleygardagur: Hægsta norður
18.33 Tvørtur um innlandsísin – Ice Cap 225
19.25 Ísbjarnanna land
20.15 Ein dani á Norðurpólinum (1)
20.20 Peary ella Cook? – Dysturin í Norðurpólin
20.35 Kapprenningin til Norðurpólin
21.20 Ein dani á Norðurpólinum (2)
21.30 Deadline
TV3 mánadagin 10. jan. kl. 19.00
DR2 leygardagin kl. 18.30
Temaleygardagur
– Hægsta norður
Stolti kongurin í arktiska økinum, ísbjørnin, er sjálvandi eisini partur av temaleygardegnum á
DR2