Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 5 - 8. januar 2005 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rakel er rithøvundur. Fyrst og fremst rithøvundur. Dagliga starvast hon á jarðfrøðisavninum, men rithøvundur er hennara heiti. Hennara hugburður til lívið er ævintýrkendur, og ger hon alt fyri, at gerandisdagurin verður so litríkur sum møguligt. – Tað er ógvuliga tilvitað, at eg royni at gerandisdagurin ikki verður gráur og keðiligur. Men nøkur ting eru altso torfør at gera ótrúlig. Ein tannlæknaroking er torfør at gera ótrúlig, sigur Rakel Helmsdal. – Tingini mugu ikki gerast ov jørðnær. At keypa inn er ov jørðnært . Men tíverri, so er tað nakað ein noyðist at gera við jøvnum millumbilum. Ongantíð vaksin Rakel er mest kend fyri at hava skrivað barnabøkurnar um Hugo. Nýggjasta bókin á listanum er »Nei, segði lítla skrímsl«, sum hon hevur skrivað saman við tveimum øðrum høvundum. – Eg havi mest skrivað barna- bøkur, tí tað fellur mær lætt at skriva søgur fyri børnum. Eg eri helst ongantíð blivin ordiliga vaksin, sigur hon og flennur. Hon leggur tó afturat, at hon kundi væl hugsað sær at skrivað meira til vaksin, men tað krevur nógva tíð, sum er ring at finna. – Ein góð barnabók er ein, sum ikki er við tí fyri eygað at skriva eina barnabók. Tað vil siga, at høvundurin hevur ikki sett seg niður og sagt, at nú fari eg at skriva eina bók til tann og tann aldursbólkin. Barnabókarit- høvundar hava nógv av barni í sær sjálvum og hava ikki gloymt tað fantastiska við at vera barn. Sjálv hevur Rakel tvey børn. Tey eru 10 og tvey ár. Og hjá teimum fær hon eisini nógvan íblástur til bøkurnar. – Eg fái íblástur, meðan eg skrivi. Tað er ikki soleiðis, at eg seti meg niður at bíða til Heilagi Andin kemur yvir meg. Íblást- urin kemur, meðan eg arbeiði, greiðir rithøvundurin frá. Vantandi virðing Livikorini fyri rithøvundar í Før- oyum eru smálig. Tað fær eisini Rakel at snerkja eitt sindur. – Tað er so órættvíst, at korini skulu vera so vánalig. At vera rithøvundur verður ikki virt sum alt annað arbeiði, og tað átti tað at verið. Av tí at korini eru so ring, so noyðist ein eisini at hava eitt arbeiði við síðuna av, sigur hon. Í sama andadrátti leggur hon afturat, at bæði forløg, prentsmiðjur og bókhandlarar, ið fáa fasta løn av bókunum, rit- høvundarnir skriva, men ikki høvundarnir. Hon metir sjálv, at hon er í eini hepnari støðu, tí møguleikin fyri at taka frí fyri at skriva er har. Sum er nú, hevur hon valt at fara niður í løn og tískil fáa meira tíð til at skriva. Harafturat hevur Rakel búð í Fraklandi í fimm ár, har hon skrivaði fulla tíð, og er hetta tíðarskeið, sum hon er ótrúliga glað fyri. – Eg fekk møguleika at skriva fulla tíð, og tað hevur havt stóra ávirkan á meg. Eg havi onki ímóti »hobby« skriving, men tá gert tú so lítið við tað, at tað er sjáldan, at ein kemur inn á kjarn- an av øllum tí, sum tú veruliga vilt siga. At uppliva franska mentanar- lívið var eisini ein ótrúligur uppliving. Rakel heldur, at fronsk mentan og mentalitetur hóskar væl saman við tí før- oyska, sjálvt um tey ikki líkjast. Men at flyta heimaftur var eisini gott. – Føroyar eru eitt lítið sam- felag, og tað gevur nakrar møgu- leikar, sum onnur størri lond ikki hava. Eg haldi, at í Føroyum kanst tú altíð gera tað, tú vilt, sigur hon. – Eg sigi ikki, at tað ikki er hart arbeiði, men um tú veruliga vilt, so kanst tú. Tær nýtist ikki tey somu sambondini, sum uttan- lands. Tað eru nógv ting, ið eru keðilig við at vera smá, men tað eru sanniliga eisini nógv góð ting. Sambært Rakel vantar før- oyski mentanarpallurin at verða tikin í álvara. Fólk halda fram- vegis, at arbeiða við mentan er eitt frítíðararbeiði. – Um vanlig fólk høvdu tikið mentanina í álvara, so kanska politikararnir eisini høvdu gjørt tað. Fólk skulu síggja virða tað sum eitt arbeiði í sær sjálvum, tí tað er tað. Og tað krevur nógva tíð. Ongin vil liva uttan list, tí so verður gerandisdagurin gráur. Men tað verður bara góðtikið, at tað er soleiðis, sum tað er í dag. Ultimativa listin Umframt at vera rithøvundur hevur Rakel fingist nógv við sjónleik. Hon hevur sjálv spælt við, og harafturat hevur hon eisini skrivað leik, instruerað, gjørt búnar, sett ljós, pallar og alt annað, ið sjónleiki til hoyrir. – Fyri meg er sjónleikur tann ultimativa listin. Har hevur tú allar listirnar við tær. Orð, mynd- ir, ljóð og ikki minst tíðarkensl- una. Ein góður sjónleikur er so nógvar ferðir betri enn nakar góður filmur, slær Rakel fast. Men sjónleikur er fyri Rakel ov hart arbeiði, tí tað krevur so nógva tíð. So á tann hátt heldur hon, at fingist við sjónleik eina, hevði ikki verið ein møguleiki fyri seg. – Eg síggi upp til fólk, sum bara fáast við sjónleik, tí tað er so strævið. Ávegis skriving Ella kreativ skriving, sum skeið- ið á kvøldskúlanum, verður kallað. Rakel hevur í nakrar vetrar undirvíst í kreativari skriving. Hetta er ein øðrvísi skrivingarháttur, og har hevur hon hitt nógvum skrivandi føroyingum. – Tað er altíð spennandi at síggja, hvussu fólk taka ímóti tí, sum vit gera. Øll hava nakað listarligt í sær, um tey tíma at menna tað. Øll duga at skriva, um tey vilja, heldur hon. Áhugan fyri bókmentum og skriving takkar Rakel foreldrun- um fyri. Teirra hugburður til bókmentir hevur smittað hana, Rakel og ótrúliga tannlæknarokningin – Tingini mugu ikki gerast ov jørðnær. Pengatrupulleikar eru ov jørðnærir. At keypa inn tað sama. Tannlæknarokningar eisini. Tað er ógvuliga ringt at gera eina tannlæknarokning ótrúliga, sigur Rakel Helmsdal, rithøvundur Ein góð barnabók er ikki skrivað við tí fyri eygað at skriva eina barnabók ” Kvinnugreinar At føroyskar kvinnur eru áhugaverdar er ongin loyna. Og allar eru tær á hvør sín hátt við til at lita okkara samfelag. Sum kunnugt er 8. mars teirra dagur, og tí fara vit, í hesum fyrsta vikuskiftisblaði í árinum undir eina greinarøð, har vit tosa við føroyskar kvinnur um teirra tankar, arbeiði, ynski, hugleiðinar og annað, sum gevur meining - alt eftir, hvønn tosað verður við. Ætlanin við greinunum er bert at lýsa nakrar ymiskar kvinnur, ið allar liva í einum lítlum samfelagi, nevniliga í Føroyum. At talan bert verður um kvinnur er orsakað av kvinnudegnum, sum virkar sum ein náttúrlig endastøð fyri prátini í hesum umfari. Hevði tað verið altjóða mannfólkadagur 8. mars, so kundi valið saktans fallið á eina greinarøð við føroyskum monnum, men fyribils fer tað at bíða til eina aðru ferð. ... Navn: Rakel Helmsdal Fødd: 25.09.1966 á Tårnby Præstegård á Amager Børn: Tvey, Gwenaël, 10 og Felisia, 2 Starv: Rithøvundur. Starvast annars á Jarðfrøðisavninum. Kend fyri: Er mest kend fyri Hugo bøkurnar. Harafturat er hon saman við Hedvig Wester- lund kend sum prjektleiðari av »Ung í Føroyum« Blá bók Um vanlig fólk høvdu tikið mentanina í álvara, so kanska politikararnir eisini høvdu gjørt tað ”