Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juni 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ÆÆin E" Eirikur Lindenskov Internet: www.sosialurin.fo X Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: | Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro | Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraidsen ari, uppseting og prent: Sosialurin Bustadur: ] Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post Gsosialurin fo Margháttlig framferð formansskapsins Oddagrein Skattafría ferðaískoytið hjá tingmonnum hevur aftur verið uppi og vent í fjølmidlu- num. Hesaferð ikki generellu viðurskiftini, men viðurskiftini hjá ávísum tingmanni - Jóannes Eidesgaard, sum hóast hann hev- ur sýnt góðan vilja, ikki sleppur at gjalda tað aftur, sum løgtingsins formansskapur hevur lagt hann undir at fingið av órottum. Tað er sera logið, at løgtingsins formans- skapur kann leggja ein tingmann undir at hava fingið pengar av órottum - og so nokta at siga honum, hvussu nógvar pengar hann - ja, nærmast hevur stolið! Tað undraði mangan, tá tingmenn fyrr í ár hækkaðu løn sína við 10.000 krónum, at skattafría ferðaískoytið ikki var broytt sam- svarandi. Tingmenn uttan fyri Havnina fáa millum 25.000 og 90.000 krónur skattafrítt um árið. Tað eru hesar 90.000 árligu krónurnar, sum eisini Jóannes Eidesgaard hevur fingið. Formansskapurin hevur síðan gjørt av, at Jóannes Eidesgaard ikki hevur rætt til allan peningin, tí hann eigur hús og býr partvís í Havn. Eftir at onkur í formansskapinum, Finnbogi Ísakson, Eyðun Videro, Vilhelm Johanne- sen ella Edmund Joensen hevur likið hesar >loyniligu< upplýsingar til Dimmalætting, hevur formansskapurin gjørt av, at Jóannes Eidesgaard ikki eigur rætt til meira enn helmingin av skattafría ferðaískoytinum. Formansskapurin hevur eisini kannað aðrar tingmenn, men er komin til ta niðurstoðu, at tað bara er Jóannes Eidesgaard, sum hevur >snýtt< - men hann skal einki gjalda aftur! Eingin ivi er um, at henda almenna við- gerðin av Jóannes Eidesgaard hevur skatt umdemi hansara. Hann bað alment um at fáa at vita, hvussu nógvan pening hann hevur fingið ov nógv útgoldnan, so hann kundi gjalda peningin aftur. Men svarið frá formansskapinum var púra greitt: Jóannes Eidesgaard fær einki at vita og kann tí einki gjalda aftur. Hóast tað ikki verður sagt alment, so er tað alment kent, at skattafría ferðaískoyti hjá tingmonnum uttan fyri Havnina er ein kamu- flerað kompensjatóin fyri, at teir ikki missa só nógv av síni borgarligu løn, sum ting- menn, sum búgva í Havn. At hetta ikki varð broytt, nú lønarskipanin hjá tingmonnum varð endurskoðað, styrkir henda pástand. Skal okkara hoga ting verða tikið fyri fult, so má formansskapurin spæla við opnum kortum. Hevur Jóannes Eidesgaard fingið pengar av 6røttum, so eigur hann sjálvandi at rinda peningin aftur...! Sosialurin Viðmerking til kirkjustriðið Nú í eina tíð hevur nógv kjak og skriving verið, ums tríð innan kirkjugátt. Fólk taka stóðu eftir, hvórja uppfatan tey hava til hesi ymisku málini. Hvussu mong spyrja: »Hvat sigur Bíblian ?« Hvat er kirkjan, og hvat skal hon meina og standa fyri? Eg havi altíð verið so gl aður fyri Kristusjáttan Pæturs í Matt. 16.18. Har sigur Jesus vid Pætur: »Men eg sigi tær eisini; Tu ert Pætur (tad merkir: ein klett ur), og á hesum kleiti vil eg grunda kirkju mína, og hel- heims portur skulu ikki fáa vald á henni« Ymiskt er, hvussu menn týða hetta ørindid, men út frå Pæt. 2,4-6 síggja vit, at kletturin er Kristus, og at tey trúgvandi eru steinar (klettar) bygdir oman á klettin, Kristus Hvat eyðkennir klettin? Hann verður standandi old eftir old, sjálvt um tað >brýtur í bæði borð<. Kirkj- an skal verða ein tílíkur fast- ur, álítandi klettur inn í eina og hvørja tíð. Hon skal boða tann gamla lívgevandi bíb- ilska boðskapin, um synd og náði. lóg og evangelium. (Hon skal verja um hjúna- lagið, børnini og stríðast fyri, at Guðs góði vilji verð- ur fylgdur). Hon skal ikki verða ein >tongul í brimi< sum slong- ist higar og hagar, alt eftir hvussu fleirtalið í fólkinum meinar, ella hvussu teir leið- andi í samfelagnum og í kirkjuni nú einaferð meina. Ein hevur sagt: >Tann kirkja, sum ger hjúnalag við tíðarandan, verður skjótt einkja!< Skelkandi spurningar Eftir at hava lisið teir 7 spurningarnar, sum bispur »testar« nýggjar prestar við, samb. Dimmu 19. mai, eri eg skelkaður og sorgar- bundin. Ja, eg má siga, at eg stúri fyri okkara gomlu kirkju, um hasir spurning- arnir skulu verða rættisnór- ur fyri komandi prestar. Bara tað, at bispur, sum hægsti kirkjuligi myndug- leiki, kemur sær at seta hatta á prent, er skelkandi. Eg spyrji sorgarbundin: Lesur hann ikki Bíbliuna? Er hon ikki rættisnórur fyri boðan, lív og levnað innan kirkjugátt? Við atliti til spurning- arnar eru vit fleiri, sum tí spyrja: - Hvat er tað fyri prestar, biskupurin ynskir? Hvat er tað fyri kirkju, hann ynskir? - Hví skulu teir prestar, sum í samvitsku síni eru bundnir til Bíbliuna, og sum hava tað 1900 ára gomlu kirkjuligu áskoðanina, ikki fáa loyvi til tað, (men helst blakast út)? - Hevur kirkjan tikið feil øll hesi 1900 árini? - Tulka hesir prestar bibli- una skeivt, so sigið teimum og okkum øðrum í álvara, hvussu hon so skal skiljast Bispar, prestar, vit trú boðarar og onnur leiðandi hava sera stóra ábyrgd. Sak- in er tann, at taka vit ikki bibliuna í álvara, so taka vit heldur ikki menniskju í ålv- ara. Taka vit ikki syndina í álvara, so taka vit heldur ikki Jesus í álvara. Tá verð- ur krossurin gjørdur til eitt bert eiti, og tað andaliga virksemi verður ein sjón- leikur. Tá kunnu vit blíva sum læknin ið vanrøkir sjúkling- in, so at hann doyr, >og blóðið verður kraft av okk- ara hond< samb. Ezek. 3,17-19. (1 hesum sambandi er tað skelkandi at lesa Hósea kap. 4). Fyrigeving uttan uppgerð Í samband við áðurneyndu spurningar kom eg at hugsa um orðini hjá D. Bonhøffer: >Tann bíliga náðin er kirkj- unar størsti vandi!<. Skulu prestarnir fylgja spurning- unum, so óttist eg fyri, at orðini hjá Bonhøffer ganga út. Er kristinnavnið, krist- indómurin, ja sjálv náðin ikki á útsolu (bílig), sum boðað verður fyrigeving uttan uppgerð? Jesus segði við fleiri av teimum, sum hann hevði fyrigivið og hjálpt: >Far avstað, synda ikki longur!< Luther hevur sagt: „Eitt menniskja kann detta á sjógvin, men tað kann ikki liva í sjónum< T.v.s. ein kristin kann tíverri falla í synd, men hann kann ikki liva og innrætta seg í synd- ini, tí so doyr hann andaliga. Hann fellur frá trúnni og harvið úr náðini, og kemur inn undir Guðs vreiði. Kirkjuráðini størri ábyrgd Kirkjuráðini hava altíð havt stóra ábyrgd, men nú er hon blivin uppaftur stórri. Tey hava jú ábyrgd fyri at velja bíbliutrúgvar prest- ar, sum í samvitsku síni eru bundnir til Guðs orð, og at prestalyftinum, og sum í kærleika og við myndug- leika tora at siga: >Skrivað stendur!<... og >So sigur Harrin!« Hetta skulu tey hava dirvi at gera, sjålvt tá ið verðsligi ella kirkjuligi myndugleikin helst vildi >sálda< viðkom- andi frá. Mong siga, at stríð og klandur tómir kirkjurnar og forðar fyri veking. Men 'savnsmynd hvor stríðist? Eru tað bara teir fáu prestarnir, sum nú av øðrum hava fingið heiti >missiónsprestar<? Stríðist bispur, og tey, ið hugsa sum hann, ikki eisini? Jú, so sanniliga! Tað prógva m.a. teir 7 spurningarnir. Tað er bara hver sítt stríð. Stríðið hevur sín prís, rætt er tað, men her vil eg minna á Ole Hallesby's orð: »Kirkjusøg- an prógvar, at vekingin hev- ur ongantíð liðið undir stríði fyri tí heilnæmu læruni!« Meginparturin av Føroya fólki hoyrir til fólkakirkj- una. Ti vil tað, sum hendir i kirkjuni, óivað við tíðini eisini hava sína ávirkan á fríkirkjurnar. Ynskja vit Guðs ríkis framgongd í Føroyum, og tað ynskja Vit, so mugu vit biðja um veking. Vit mugu eisini biðja fyri bispi, prest- um, trúboðarum og øllum okkum, sum boða Guðs orðið; at vit mugu boða Guðs fulla ráð, samstundis sum vit biðja um mátt og vísdóm til at stríða trúarinn- ar góða stríð. Teir sjey spurningarnir eru soljóðandi: 1) Vidurkennir tú kvinnu: sum prestar, og at tær efti: galdandi lóg fyri kirkju okk ara eiga somu rættindi sum einhvør annar (mannligur) prestur? 2) Kanst tå samstarva vid kvinnuligan prest bæði utt an og innan kirkjugátt? 3) Kanst tú víga eitt par. har annað ella bæði eru frá skild? 4) Kanst tú samstarva við fráskildan prest, bæði uttan og innan kirkjugátt? 5) Kanst tú samstarva við fráskildan prest, ið er giftur aftur, bæði uttan og innan kirkjugátt? 6) Vitl tú nokta at doypa børn hjá foreldrum, ið liva saman uttan at vera gift ella vigd? 7) Vilt tå nokta félkum, ið liva saman uttan at vera gift ella vígd, at koma til altarborðið? Guð signi mítt fødiland Føroyar! Ætlaði ikki at skriva, men kenni meg noyddan. Við sorgblídni Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, Nes lesarabrøv —[——————&— |——m——88|88 Børn - barnagarðar I dagspressen er en under- søgelse af børns ophold i daginstitutioner blevet off- entliggjort. Undersøgelsen er foretaget af de kommu- nale myndigheder i Dan- mark. Hvad kan den så bruges til? Set fra mit synspunkt ikke andet end at give forældrene (mødrene) endnu dårligere samvittighed, end de har i forvejen, ved at lade deres børn blive passet uden for hjemmet. Kvinderne bliver opford- ret til at deltage mere aktivt i politik, søge flere ledende stillinger både i det offent- lige - og det private erhverv. Det er også udmærket. Med hvad med børnene? De skal jo passes!! Undersøgelsen kan bru- ges fornuftigt, ved at sørge for, at de fysiske rammer for børnene i institutionerne bliver bedre, og at der ud- dannes et godt personale til at tage sig af dem. I sidste ende er det et politisk/sam- fundsmæssigt spørgsmål om prioritering. Venlig hilsen Doris Rasmussen Trongisvågur