Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið S0S'2 Eftir ætlan skal ein nýggjur bygningur byggjast afturat landsjúkrahúsinum, samstundis sum verandi sjúkrahús skal umbyggast. Arbeiðið skal vera liðugt við árslok 2006 og prísurin verður góðar 208 milliónir krónur Gongur tað sum bygginevndin ætlar, kemur Lanssjúkrahúsið at síggja soleiðis út við árslok år 2006 JOHN JOHANNESSEN Ein nýggjur bygningur á 5.000 fermetrar skal byggj- ast afturat Landssjúkrahúsi- num og verandi høvuds- bygningur skal umbyggjast. Hetta er høvudsinnihaldid í einari byggiætlan, ið varð løgd fram fyri áhugaðum løgtingslimum á kunnandi fundi i veitsluhøll Lands- sjúkrahússins mikudagin. Helena Dam å Neystabø, landstyriskvinna f almanna- og heilsumålum, helt fyrsu framløguna å fundinum, og segði hon, at ein av orsøk- unum til, at kunnandi fund- ur varð hildin fyri løgtings- limum er, at ætlanin ikki skal detta niðurfyri aftur, sum so nógvar aðrar ætlanir í Á ; k um víðkan av Landssjúkra- húsinum. Hon nam eitt sindur við søguna hjá sjúkr- ahúsinum og segði, at síðani grundarsteinurin til Alexan- drines Hospital varð lagdur tann 23. juni í 1921 hava ætlanir fleiri ferðir verið frammi um at byggja sjúkr- ahúsið út. Hesar førdu til, at Landssjúkrahúsið, ið vit kenna í dag, varð liðugt í 1972, men skjótt var hetta eisini ov lítið, og síðani hava aftur fleiri ætlanir ver- ið frammi um útbygging av Landssjúkrahúsinum, uttan at tær hava vunnið frama. Men Landssjúkrahúsið hev- ur alt ov vånaligar umstød- ur. Ti vónar hon, at hendan byggiætlanin, sum nú er løgd fram, fær góða undir- , Í tóku frá játtandi myndug- leikunum. Byggiuppskotið er longu gókent av stýrinum fyri Landsjúkrahúsið av ráð- gevandi arkitekta- og verk- frødingavirki og eisini hev- ur bygginevndin fingið góð- kenning frá landsstýris- kvinnuni í almanna- og heilsumálum at fara undir útgrevstur og planering av byggiøkinum. Fleiri orsøkir Orsøkirnar til, at neyðugt er at víðka um Landssjúkra- húsið eru fleiri. Tøkniliga menningin og vitanarstøðið innan heilsurøkt gera, at krøvini til sjúkrahús alsamt broytast. Á Landssjúkra- húsinum er stødan tann, at Ikki vóru teir mangir, men teir løgtingslimirnir, ið møttu til kunnandi fundin, vóru sera áhugaðir í byggiuppskotinum Mynd: Jens Kristian Vang hølini hvorki nøkta tørvin til håtøkniligan diagnostik ella viðgerð, samstundis sum umstødurnar hjá inn- løgdum sjúklingum heldur ikki lúka krøv til hóskandi hóli. A viðgerandi økinum eru nýggju viðgerðarhættirnir, ið eru grundaðir á ymsa nú- tímans tøkni vornir mangir. Nýggir = skurðviðgerðar- hættir og nútímans tøknilig útgerð krevja stórri skurð- stovurúm umframt onnur hjárúm. Tí heldur byggi- nevndin, at tað er púra greitt, at tað, sum í dag verður nevnt operatións- gongin, eigur at víðkast munandi. Eisini heldur byggi- nevndin, at røktarøkid á I 5 Partur av bygginevndini fyri Landssjúkrahúsið Malan NR. 113 - 18. JUNI 1999 Landsjúkrahúsið dag- førast fyri 209 millionir Landssjúkrahúsinum krevur munandi åbøtur. Hildið verður ikki, at tað er nøkt- andi fyri ávísar bólkar av sjúklingum at liggja á stov- um uttan atgongd til egið ves og bað. — Nútíðar krøvini til eitt sjúkrahús umfata eisini møguleikan hjé einum sjúk- lingi at fáa gjørt alt sama dag. Tað vil siga, at sjúkl- ingurin kemur inn á morgni, verður vidjørdur og fer síð- ani avstað aftur út á kvoldið, uttan at hava verið gjøgnum eina vanliga innlegging, sum summi vilja uppfata sum órímuliga tíðarspillu, serliga um tey eru ung ella eru í vinnu, siga umboðini í bygginevndini, og vísa á, at tað tískil er neyðugt við ein- ari deild til ambulanta við- gerð. Bygginevndin helur, at um bygt verður afturat Landssjúkrahúsinum og verandi = Landssjúkrahús verður umbygt, so er møg- uleiki fyri at reka tað á skynsamari hátt. Sum nú er, gera trongu hølisvidurskift- ini, at ikki ber til at hava ein skynsaman rakstur. Liðugt í 2006 Eftir ætlan skulu bæði út- og umbyggingar av Lands- sjúkrahúsinum vera lidnar um árslok ár 2006. Tíðar- ætlanin er løgd soleiðis til rættis, at nýbygningurin verður liðugur við árslok 2004 meðan umbyggingin av verandi bygningum held- ur fram og verður liðug um árslok 2006. Tilsamans eru 208, 6 milliónir settar av til bæði um- og útbygging. Í hesari útrokningini er meirvirðis- gjald íroknað, hóast talan er um, at almenn projekt skulu sleppa undan meirvirðis- gjaldi. Í fløguætlanini hevur bygginevndin sett 5,4 mill- iónir av í 1998 til útbygging og samanbygging. Fyri 1999 eru 10 milliónir settar av til útbygging og saman- bygging, meðan 8 eru settar av til umbygging av verandi Landssjúkrahúsi. Ar 2000 er skotið upp at seta 30 mill- ionir av til út- og saman- bygging, ár 2001 40 milli- ónir til sama endamál og ár 2002 45 milliónir til sama endamál. Ar 2003 er ætl- anin at seta 23,2 milliónir av til út- og samanbygging og 4 milliónir til umbygg- ing. Nú skuldi útbyggingin verið liðug, og tískil fevnir ílóguætlanin frá árinum 2004 til 2006 bert um um- bygging av verandi Lands- sjúkrahúsi. ár 2004 er ætl- anin at seta 20 milliónir av til hetta endamál, í 2005 14 milliónir og at enda 9 mill- iónir í 2006. Kundi verið sterri Jákup Mørkøre, sjúkrahús- leiðari, er formaður í bygg- inevndini. Hann sigur, at projektið kundi verið væl stórri, um ynskini frá øllum starvsfólkabólkum á sjúkrahúsinum vóru gingin á meti. Men hann heldur, at loysnin, tey nevndin hevur funnið fram til, er ein hósk- andi loysn, ið eingin av starvsfólkabólkunum er í- móti, hóast tey kundu ynskt sær betri umstødur. — Vit hava gjørt byggiætl- anina í neyvum samstarvi við ymisku starvsfólkabólk- arnar. Vit hava havt fleiri fundir við ymsiku starvsfólkini, og úrslitið er ein prioritering, ið vit eru komin fram til, sigur Jákup Mørkøre. Hann sigur, at bygningurin skal vera fram- tíðartryggjaður í so stóran mun til ber, so møguleiki lættliga er fyri at flyta vegg- ir og annað, um tøkniliga menningin krevur tað. Arbeiðið fyri at fáa eina so hóskiliga byggiætlan sum møguligt hevur sam- bært Jåkupi Mørkøre verið stórt. Fundir hava verið ein- aferð um vikuna, ofta til seint út á kvøldarnar. Men hann heldur, at arbeiðið, ið gjørt er, er gott. Tað hava ferðirnar til Íslands og USA at skoða sjúkrahús sannført hann um. Egholm, deildarsjúkrasystir, Hans Petur Nielsen, yvirlækni, Pál Weihe, læknastjóri og Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari