fríggjadagur 18. juni 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 113 - 18. JUNI 1999
krýndur
HOGNI MOHR
Tað brestur fyri nev uppi í
Hoydølum…
I lyggja vestanlotinum i
Tórshavn, gjåramorgunin,
hin 17. juni, varð fyrsta
pisan klakt. Meðan Merkið
og stolta íslendska flaggið
longu = blaktradu fyri
tjóðardegi íslendinga við
skipasmiðjuna hjá íslendska
konsulinum, Poul Mohr,
bíðaðu ungdómarnir uppi í
Hoydølum enn eftir seinasta
próvtalinum hjá
studentunum.
Eitt korter til tíggju vóru
fyrstu fløggini heyjað, tí tå
kom Rólant í Skorðuni
umsíðir brosandi út úr
prévtøkuhølinum við einum
gyltum 10-tali fyri avrik
Janusar Brix Andreasen.
Fyrsti studenturin fekk eitt
ordans klemm frå fegna
læraranum, ið eisini slapp
at krýna hendan hárfagra
ungling.
Stillsinti Janus Brix
Andreasen var stak væl
Grundleggjari evangelisku-luthersku kirkjunnar, Martin
Luther, var próvtókuevni hjá fyrsta føroyska studentinum
Fyrsti
student-
Ein varði á lívsleiðini.
Faðirin ynskir soninum
tillukku við seinastu próv-
tókuni á Studentaskúla-
num í Hoydølum
nøgdur við prévtøkuna.
Seinasta lærugreinin var
átrúnaður. Ein prædika hjá
Martin Luther skuldi
endavendast, og hevði týski
reformisturin livað, hevði
hann neyvan havt nakað at
lastað Janusi, ið umframt at
vera kønur í átrúnaði, kann
vísa á sítt meðaltal, ið táttar
í 10...
Fyri fyrst fara Janus og
tey at hátíðarhalda dagin við
døgurda heima, men Janus
væntar, at hann og aðrar
klaktar pisur fara at sleppa
sær norður til Hósvíkar at
halda Sundalagsstevnu.
tíðindablaðið UU 5
NÆMINGUR TIL
TRYGGINGARFELAGID FØROYAR
Vilt tå arbeida vid tryggingum?
Kundi tå hugsað tær eina spennandi og fjølbroytta útbúgving innan trygging, so
hevur tú nú kjansin. Tryggingarfelagið Føroyar sekir eftir næmingum at byrja
1. august.
Vit kunnu bjóða:
Eina 2-åra útbúgving í tryggingaryrkinum, ið gevur hollan kunnleika um
tryggingar. Tú lærir um løgfrødina aftanfyri tryggingarnar og sleppur at royna
teg í eini stórari, spennandi og dynamiskari fyritøku.
Eina væl skipaða útbúgving, við bæði teoretiskum og praktiskum royndum.
Teoretiska útbúgvingin, sum fevnir um 8 serskeið í trygging, fer fram í
Danmark.
Vit vænta okkum:
at tú ert fryntlig/-ur og hevur góð samstarvsevni.
hevur students-, HF ella HH-prógv.
hevur góð analytisk evni.
2-åra útbúgvingin i tryggingaryrkinum gevur tær fleiri møguleikar. Samstundis
hevur tú eina grundútbúgving, sum tú kanst byggja tryggingarútbúgvingar á
hægri stigi omaná.
Vilt tú hava meira at vita um útbúgvingina, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við starvsfólkadeildina, á telefon 34 55 14
Send eina skrivliga umsókn, við avriti av prógvum og meguligum
viðmælum, innan 15.juli til:
Tryggingarfelagið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
F0-110 Tórshavn
TRYGGINGARFELAGIÐ
FØRSYAR
Saltangarå - Tel 44 81 90
Klaksvík - Tel 45 61 90
Miðvágur - Te 0
Kongabrúgvin
P.0.Box 329