Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

n tíðindablaðið SOS'2ILTIN NR. 123 - 16. JUNI 1999 Heimurin í hagtølum og evnum Heimurin i hagtølum og evnum Føroya Skúlabókagrunnur Um dagarnar kom út bókin »Heim- urin í hagtólum og evnum«, sum Fóroya Skúlabókagrunnur hevur givið út SVEINUR TRÓNDARSON Bókin >Heimurin í hag- tólum og evnum«, sum Heðin Hammer og Zak- aris Svabo Hansen hava týtt og tillagað til før- oyskt, er komin út. Bókin er ætlað til brúks á miðnáms og hægri skúl- unum i Føroyum og hon viðger nógv evni, sum fyrr ikki eru viðgjørd >á føroyskum«. Sum verða man gerst henda bókin bert ein part- ur í frálæruni í neyndu skúlunum, og tað er eisini tað, sum ætlanin við henni. Hon er ætlað at birta upp undir viðgerð av mongum eynum í landa- læru, livfrødi, samfelags- læru og ødrum lærugrein- um vid Við tí uppbygningi, sum bókin hevur, so er einki at ivast i, at hon er væl- egnað til júst tað enda- málið sum høvundarnir hava við henni. Bókin er uppbygt í høv- udsevnir og millum evn- ini, sum verða vidgjørd eru: Jørðin, fólkið í heimin- um, íbúgvafréði og lívs- kor, uttanríkishandil og búskapur, fyri bara at nevna nøkur fá. Bókin, er eins og heitið, þýtt í partar, sum snúgva seg um evni og hagtøl. Ein hópur av talvum er við í bókini, og talvurnar viðgera evnini, sum nevnd eru omanfyri. Hagtølini eru sera vítt- fevnandi og útfrá tí ber eisini til at skipa arbeiði við bókini til at umfata eitt einstakt land, eitt ávíst øki ella einum ávísum evni. Taltilfarið, sum er grundarlagið undir bókini er fingið til vega frá teim- um einstøku londunum. Hagtølini úr idnadar- londunum er Ogvuliga nå- greiniligt, men tad er stórri óvissa um tølini úr menningarlondunum. Øll tøl eru vidgjørd og samansett av serfrøding- um í ST, soleiðis at tey siga tað sama. Júst henda viðgerðin hevur tó við sær, at tað nýggjasta til- farið, sum er í bókini er um trý ára gamalt. Bókin er gjørd i Føroyum øll sum hon er. Umframt høvundarnar hevur Høgni Debes Jo- ensen, landslækni eisini skrivað eitt brot í bókini. Ingi Joensen hevur gjørt kápumyndina og Einars Prent hevur prentað bók- ina, sum er 183 blaðsíður til støddar og kostar 180 krónur. Jorgen slaktarin, í Miklagarði, handar Sólrun Jacobæus, leiðara á Barnaheiminum kekkin upp á 4.800 krónur Í seinastu viku grillaði slaktarin í Miklagarið á parkeringsøkinum uttan fyri SMS. Veðrið var sera gott og newsealenska oksa-og lambskjøtid, sum varð grill- að, smakkaði sera gott. Fólk tóku sera væl undir við til- takinum, sigur Jørgin úr Miklagarið. Tilsamans var selt fyri 4800 kr. Barnaheimið fekk penganar Peningurin sum kom inn fór til børnini á Barnaheimi Føroya. Fyrrapartin í gjár fekk SólrunJacobæus, leið- ari av barnaheiminum, handaðan kekkin frá Jørgin. Sólrun var sera glað fyri at tað vóru fólk, sum hugsaðu um børnini, sum búgva á Barnaheiminum. Pening- urin kemur væl við, vit fara í summar ein túr til Danland i Søndervig við børninum at ferðast. Vit ætla at brúka peningin til ein túr í Lego- land. Tað vænti eg at børn- ini verða sera glað fyri sigur Sólrun. Føroyingar grilla nógv At gera mat uttandura hevur ikki verið so vanligt hjá føroyingum. Men hetta er broytt tey seinastu árini sigur Jørgin. Tá eg kom til Føroyar fyri 22 árum siðani var tað eingin sum grillaði uttandura. Men tað er broytt sera nógv síðani tá. Tá veðr- ið er gott, so grillað føringar nógv, sigur Jørgin og nevnir t. d seinasta leygardag, tá Væleydnað Grill- tiltak hjá Miklagarði veðrið var serstakliga gott. Tá vóru ongar pilsur, búffar og kol eftir í Miklagarði. Men tað eru vit fyrireikaðir uppá nú, sigur Jørgin. Hvønn morgum eg komi til arbeiðis, hyggi eg eftir hvussu veðrið er, so vit eru fyrireikaðir um tað verður ein góður grilldagur. Tað er ikki so lætt at meta um veðr- ið i Føroyum, ofta er veð- urlagið sera skiftandi sigur Jørgin at enda. Skúlin a Leiti a vitjan Seinasta fríggjadag vitjaði skúlin á Leiti á Sostalinum. Næstan allir næm- ingarnir í skúlanum vóru við. Tey á Leiti ganga í skúla har til og við fimta flokk og síðani fara tey til Vágs. Við næmingunum á Leiti vóru lærararnir, Martin Karl Olsen og Hansy Kjærbæk. Skúlaflokkurin av Leiti, avmyndaður uttan fyri Søsialin