fríggjadagur 18. juni 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 113 - 18. JUNI 1999
Avgerðin er fallin:
tíðindablaðið SO
Eiði er reinasta bygd í Føroyum
Dómsneyndin, sum funnið hevur fram til reinastu og best hildnu bygd í Føroy-
Best rokta bygd 1999
Clean and Green Award Winner
um i år, kunngjørdi úrslitið í Norðurlandahúsinum mikukvøldid. Úrslitið varð,
at Eiði er best rókta bygd í landinum
ORD OG MYNDIR:
EDVARD JOENSEN
Eiði er best røkta bygd í
Føroyum í 1999.
Tað var úrslitið, dóms-
nevndin kom til, eftir at
hava ferðast um landið og
mett um tær bygdir, sum
høvdu boðið seg fram til
hetta heitið.
Nummar tvey gjørdist
Æðuvík, og nummar trý er
Kvívik.
Gunnleyg Durhuus, sum
er formaður í démsnevnd-
ini, segði í grundgeving síni
fyri valinum, at:
Eiði skarar heilt týðuligt
framúr. Har er sera nossligt.
Eiði hevur í fleiri ár gjørt
eitt miðvíst arbeiði fyri at
røkja bygdina við miðvísari
planlegging.
Kloakkskipanin verður
førd út á streymasjógv
Alt órudd er burtur av
havnarlagnum.
Fara væl um søguligar
bygningar, varðveita gaml-
ar gø.ur rætt.
Skipa fyri ymsum tiltøk-
um fyri ferðavinnuna. Ho-
tell, tjaldingarpláss, gongu-
túrar niðan á Slættaratind
o.a. Fiskitúrar o.a.
Gunnleyg Durhuus legði
aftrat, at hon veit um fólk á
Eiði, sum hvønn dag ganga
og taka órudd upp.
Um Æðuvík, sum varð
nummar tvey, verður sagt í
ØR
1. v:RDISLØN
j Trix: SAND atti
— = A
grundgevingini:
Sera reint og ruddiligt.
Fríðka um í bygdini við
vegkantar 0.a.
Eru í gongd við at leggja
kloakkir út á sjógv.
Minnisvarði er settur upp,
teimum fyrstu niðursetu-
fólkunum til minnis.
Nummar trý gjørdist Kví-
vík. Um Kvívík verður sagt
í grundgevingini:
Vælskipað, vekur og
hugnalig bygd.
Væl røkt privathús og
garðar, traðir og havnarlag.
Søgulig virði verður væl
farið um.
Serstakt fyri allar tríggjar
bygdirnar, sum vórðu heiðr-
Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa handar Knúti Vesturdal (vm) kekkin
aðar er, at har er gjørt eitt
stórt arbeiði fyri at fáa eina
vælrøkta bygd. Bæði av
kommunalum myndugleik-
um og einstaklingum.
Umframt heidurin at vera
Føroya reinasta og best
hildna bygd, fekk Eiðis
Kommuna eisini ein kekk
áljóðandi 30.000 krónur frå
Føroya Sparikassa. Og eitt
vegskilti at seta oman fyri
by gdina. Skrivad å føroysk-
um og enskum. So eingin
skal vera í iva.
Tað var Knút Vesturdal,
formaður í Teknisku Nevnd,
sum tók í móti kekki og
blómutyssi. Umframt fær
Eiði eitt listaverk. Ein glas-
fugl á eini høgari stong, sum
Tróndur Patursson hevur
Eiðis bygdarráð við skelti-
num, sum vísir, at Eiði er
best rókta bygdin í
Fóroyum 1999
Mynd: Edvard Joensen
gjørt.
Eisini Æduvik og Kvivik
fingu vidurkenning.
Fyri Æðuvík tók Jákup
Lamhauge, býráðsformaður
Runavík, ímóti. Æðuvík
hoyrir til Runavíkar Komm-
unu.
Og Kvívík umboðaði
bygdarráðsformaðurin, Ari
Johannesen.
Hugnaløta í Havn
Avgerðin hjá dómsnevndini
varð kunngjørd á hugna-
løtu, sum Ferðaráð Føroya
skipaði fyri í Norðurlanda-
húsinum mikukveldið.
Fitt av fólki var saman-
komið í Klingruni. Sum
vera man vóru bygdarráðs-
limir frá teimum bygdum,
sum vóru við í kappingini,
møttir.
Tí talan var bert um bygd-
ir, sum høvdu boðið seg til.
Eingin býur ella býlingur
var við hesaferð, segði
Hjørdis Zachariassen, virk-
andi stjóri á Ferðaráðnum,
tá hon beyð vælkomin.
A skránni vóru annars
tónleikur og hugleiðingar
Fátækur lesnaður
Feirra millum, sum hildu
rødu í Norðurlandahúsi-
num, var eisini Eyðun Eltør,
landsstýrismaður i um-
hvørvismålum.
Hann segði, at hann fer
at seta ein arbeiðsbólk, sum
skal arbeiða vid føroyskum
umhvørvispolitikki.
Tað, sum er at lesa um
umhvørvispolitikk í Føroy-
um, segði Eyðun Eltør,
stendur í samgonguskjali-
num.
>Og tað er fátækur lesn-
aður<, segði hann.
So landsstýrismaðurin
vónaði, at kanska kunnu vit
Eiði - best rókta bygdin í Fóroyum 1999
um eini tvey ár siga, at vit
hava ein almennan um-
hvørvispolitikk
Hetta gevur åbyrgd
Hans Jákup i Kollsbyrgi,
bygdarráðsformaður á Eiði,
segði eftir handanina, at
hetta gevur ábyrgd
Og hann legði dent á, at
hetta má ikki vera nakað,
sum fær bygdarfólkið at
sovna. Nú má haldast á í
sama anda, segði hann
Og bygdarráðsformaðu-
rin á Eiði væntar, at hvort
mansbarn í bygdini fer at
gera sítt til, at til ber at fáa
reint vatn og sleppa av við
tað skitna, sum hann mál-
bar seg
Eitt ynski hevur hann
fram um onnur. Og tað er,
at eitt sindur meira verður
gjørt vid at ruskiløtini. Tí
tey flóta ikki yvir, hóast
bygdin er sera rein
»Men vit mugu minnast
til, at Eiði skal ikki verða
nøkur sovibygd. Har skal
livast og arbeiða
Hans Jákup í Kollsbyrgi
Tað hevur borið til at havt
vinnulív uttan at dálka. Og
tað man eisini fara at bera
til í framtíðini, heldur hann
Hans Jákup í Kollsbyrgi,
bygdarráðsformaður á Eiði,
viðgekk, at hann hevði ein
varhuga av, tá hann kom í
Norðurlandahúsið, at Eiði
var nakað frammalaga
Hann vónaði, at vera mill-
um tríggjar tær fremstu
bygdirnar. Men hann var
ovfarin av at vera nummar
ett.
»Og sera glaður
hann
Tá slík kapping var fyri
tveimum árum síðan, var
Sandavágur vald best røkta
bygdin. Nummar tvey var
Tjørnuvik , og Eiði var tå
nummar trý.
st<, segði
. Sigur