Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 113 - 18. JUNI 1999 tíðindablaðið 13 Hósvik- ingur til reiðar Í Hósvík tykist semja vera um, at manningin á hósvíkingi er sera góð, og at hon er væl fyri til at gera um seg í 25 ára gamla seksmannafari- num, sum tríggir sjómenn í Hósvík tóku seg saman um at byggja Orð: Hógni Mohr Mynd: Jens Kr. Vang Tað hevur ikki altíð verið lætt at manna Hósvíking, men seinastu 3 árini hevur manningin verið at kalla hin sama. Teir eru 5, ið eru úr Hósvík, meðan uttanbygd- armenninir báðir í ár eru ávikavist kollfirðingur og víkarmaður. Teir vóru sera óhepnir á A Sundalagsstevnu ætla hósvíkingar sær at vísa hinum bátunum bakrongina... Nordoyarstevnu. Ikki tað at siga; róðurin vunnu teir. Men, tá teir vóru komnir á mál, útlúgvaðir, sum vera man, kravdu dómararnir umróður. Róðurin átti at verði steðgaður á túsund- metramálinum, har ein bát- ur varð fastur í einum enda, men so varð ikki. Orsøkin til, at neyðugt var við um- róðri, hevði harumframt onki við Hósvíking at gera. Ætlar tú at bygg? ; Ring tl okkara og hor Mæn eye 42 22 77] Tí halda summir hósvíking- ar tað vera forargiligt, at bátur teirra í umróðrinum gjørdist nummar try. I Hósvík tykist semja vera um, at manningin á hósvík- ingi er sera góð, og at hon er væl fyri til at gera um seg í 25 ára gamla seks- mannafarinum, sum tríggir sjómenn í Hósvík tóku seg saman um at byggja. Um sama mundið, Hósvíkingur varð bygdur, varð eisini grannabáturin, Kollfirðing- ur, smíðaður. Vilja hava 5-mannafar Fólk, Sosialurin hevur prát- að við, siga seg ikki vera heilt vis í, hvor teirra er eldri, men Torbjørm Sæbúð, formaður í Róðrafelagnum í Hósvík, heldur, at kjølurin á Hósvíkingi varð strektur fyrst, meðan Kollfirðingur var flotaður fyrst. Hósvík- ingar vænta tó hesuferð, at seksmannafar teirra fer at vera fyrst um málið á Sund- alagsstevnuni í heimbygd- ini. Tað tykist, sum at tørv- urin á einum nýggjum báti er stórur í Hósvík. Seks- mannafarsróðurin er ein hin strævnasti róðurin í før- oyskum kappróðri, og tí er hann ikki hitt besta boðið til teirra heilt ungu, ið fara fyrstu ferð í kappróðrarbát Hósvíkingar vilja hava sær eitt fimmmannafar Tað verður ikki eins torført at manna hetta nýggja far, tí børn tróta ikki í bygdini. Fleiri enn fjøruti børn eru undir skúlaaldur í Hósvík, og tí tykist fram- tíðin hjá tjóðítróttini bjørt í bygdini kanska Vit levera lyklaklár hús ella eftir ynski. Vit geva tilboð og senda