Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fyribils er ongin andi fyri, at Hósvík- arbvgd verður avtoft- He r er mynd a% stóru dagrøktini í Hósvík Ovasta rað frá vinstru: Marni, Dur- ita, Anita, Tóki, Sig- urð, Gudrun, Katrin, Anna, Turid og leiðar- in á dagrøktini, Krist- ina Nybo Annað rað rað frá vinstru: Durita, Kar- ina, Anna Kristina, Magnus og Pauli. tíðindablaðið Sarita. Triðja rað frá vinstru: Dagróktarmamman Dagny og Sóleyg, Aki, Fróði, Súsanna, Pól, Martin, Jonna, Rói og Tær tríggjar dagrókt- armammurnar vinstr- umegin: Ovast Gunn- leyg og niðriundir, Katrina og Alvilda NR. 113 - 18. JUNI 1999 og íslendingarnir, hyggur niðaneftir. Næstniðasta rað frá vinstru: Petra, Fríði, Teitur, Tummas, Bjørk Gisli og Invar. Uttast situr lítla Vinnie og Í niðasta raði, sita: Irdi undir Stefan, Birgit undir Pæturi og Boga og Ida undir Suna Barnagarð heldur enn dagrøkt I einum barnagarði hevði ikki verið líka lætt hjá børnum at dottið burturimillum í smædni, eins og tey hóvdu lært betur at tosa, vóru tey fleiri saman, hvønn dag, heldur Kristina Nybo, ið hevur høvudsåbyrgdina av småbørnunum í Hósvík, meðan foreldrini eru til arbeiðis Orð:Hogni Mohr Myndir: Jens Kr. Vang Sjey dagróktarmammur taka sær um dagarnar av teimum 40 børnunum, ið foreldrini hava latið teimum at ansa. Stóra bygdarhúsið í lítlu bygdini er karmur um partar av virkseminum hjá hesum mongu børnum. Hvønn óðinsdag fara børn og dagrøktarmammur i Bygdarhúsi at hava tað, ið á nåmsfrødimåli verður rópt. spælistova Hittast á hverjum degi Tað er nú kortini ikki so, at tað bert er á hesum degi, dagróktarmommurnar hitt- ast. Bygdin er lítil, so hóast tær hava børnini heima hjá sær sjálvum, hittast tær kortini meira ella minni til- vildarligt á hvørjum degi. Spælistovudagurin liggur hinvegin í fóstum karmi. Tann morgunin, tey øll hitt- ast har, verður avgjørt hvat gerast skal. Er veðrið til vildar, verður kanska farið oman í fjøruna at finna ym- iskt at líma á pappír og prýða við litum. Barnagarður betur Sosialurin spurdi dagrøkt- arleiðarinnuna, Kristinu Nybo, um ikki grundarlag hevði verið fyri einum barn- agarði, nú so nógv børn eru í bygdini. — Eg hevði sjálv ynskt, at vit høvdu barnagarð í bygd- ini. Eg haldi, at tað er sunn- ari fyri børnini at vera savn- að á einum stað, sigur hon, og leggur afturat, at í einum barnagarði hevði ikki verið líka lætt hjá børnum at dott- ið burturímillum í smædni, eins og tey høvdu lært betur at tosa, vóru tey fleiri sam- an, hvønn dag. Ov drúgvir dagar Dagstovnaleidari í Tórs- havn gjørdi herfyri vart við, at dagarnir á stovninum mangan vóru ov langir hjá børnunum. Hósvík er onki undantak í hesum høpi. Kristina Nybo fegnast um, at hesin trupuleikin er kom- in í brennidepilin. — Eg taki fult undir við leiðaranum á Lítla Skógi í Tórshavn. Hol er umsíðir farið á ein stóran svull, og einasti hátturin er kanska at skerja tímatalið hjá tí ein- staka barninum. Dagrøktin skal hjálpa foreldrunum við barnaansing, tí tey bæði noyðast út at klára dagin og vegin; hon er ikki til at av- lasta foreldrini, staðfestir leiðarin á dagrøktini í Hós- vík. Trupulleikin skal loysast Kristina Nybo heldur, at ar- beiðsgevarar kanska høvdu verið noyddir at lagað seg eftir umstødunum, varð tím- atalið á stovnunum sett niður á t.d. 35. Hinvegin hevði hetta kanska havt tað við sær, at kvinnurnar vórðu riknar heim aftur av arbeiðsmarknaðinum. — Best hevði verið, um vit kundu loyst henda trupul- leika við samskifti við for- eldrini, og tað vóni eg eisini, at vit kunnu, sigur Kristina Nybo at enda.