leygardagur 19. juni 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Aayrjaarsmstjóri: Marknaðardeild:
} Jan Miller Jonhard Hammer
Dagbjort S. Hansen
Blaðstjóri:
Eiríkur Lindenskov Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo Aki Bertholdsen,
5 Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post Gsosialurin.fo
Serbiskir barbarar
Oddagrein
SOHVØRT Nato-deildir taka fult ræði í Ko-
sova verður ein ræðuleiki fyri og annar eftir
avdúkaður. llla viðfarnu líkini av túsundtals
sivilum kosovaalbanum, børnum, kvinnum og
tilkomnum liggja slødd allastaðni: úrslitið av
miðvísu og tilætladu utreinskanini av einum
heilum fólki. Tú stendur sum forsteinaður, tå tú
sær myndirnar í sjónvarpi og í blødum. Tú spyr
teg sjálvan, hvussu slíkir ræðuleikar kunnu fara
fram í Europa ár 1999. Tær kemur til hugs
ræðuleikarnar frá seinna heimsbardaga, tá ser-
stakliga jødiska fólkið var fyri somu lagnu. Tú
trúði ikki slíkt kundi endurtaka seg. Men hetta
er bert tí, at tú hevur ikki fylgt soguni. Sovorðið
er partur av søguni so langt aftur vit minnast.
Tað er partur av mannalívinum og tað gevur
eisini teimum, sum halda, at menniskjan í botni
er ónd, rætt.
MEN sjálvandi er tað ikki allur sannleikin. Og
tí eiga vit í hesi avdúkingartíð ikki at stempla
allar serbar sum barbarar. Tað vildi verið eins
barbariskt. Tí er tað so umráðandi at brúka vit
og skil og ikki bara kenslur, tá tað nú skal
ruddast upp. Og nettup hetta er uppgávan hjá
ST-dómstólinum, sum helst flestu okkara enn
geva lítlan ans. Men veruleikin er tann, at nettup
hesin altjóða dómstólur hevur kanska eina ta
mest týðandi uppgávuna í heimssamfelagnum
nú vit fara inn í eina nýggja old. Tað skal tí vera
okkara vón, at allar tjóðir stuðla undir hesum
dómstóli og geva honum tann status, sum hann
eigur at hava. Og her kann Kosova verða ein
byrjan.
TAÐ stutta av tí langa í hesum hópavrætt-
ingarmáli er, at teir seku mugu finnast. Og her
ikki minst teir persónar, sum hava staðið á odda
- frá politiherovasta í Pristina til forsætisráðharra
í Beograd. Eingin kosovaalbani, sum mist hevur
eitt ella fleiri av sínum næstu, kann liva við, at
tey, ið hava givið boðini um at myrða teirra
næstu og framt morðini, kunnu ganga frítt í
gøtunum i Beograd ella aðrastaðni í Jugoslavia.
Hesi mugu fyri ein dómstól. Men her hvílir so
sanniliga eisini ein stór ábyrgd á serbiska fólki-
num - at tað krevur sínar egnu leiðarar frá og
fyri ein rætt at standa til svars fyri ræðuligu
gerðir sínar. Nato ella heldur ST eigur nú at
fara undir eina upplýsingarherferð í Jugoslavia,
soleiðis at fólkið har fær at vita , hvat veruliga
er hent í Kosova, hvat teirra landsmenn hava
gjørt móti ósekum sivilum.
JUST her kemur eisini kirkjan inn í myndina.
Hon hevur sum er stóran týdning fyri serbiska
fólkið, og tí kemur tað væl við, nú tað ljóðar, at
kirkjuleiðarar í Serbia vilja hava Milosovic og
hansara stjórn frá. Kirkjan hevur ikki altíð kent
sína vitjanartíð, tá tað hevur rátt um at tala at
órættvísi og yvirgangsvirksemi frá oddamonn-
um í einum landi. Men nettup tá kirkjan í grund-
velli sínum stendur fyri kærleika og rættvísi,
átti hon at verið tað besta amboðið at komið
slíkum barbarum sum Milosovic og hansara
næstu til lívs. Og hvar er alheims kirkjan í
hesum! Atti ikki hon at givið ljóð og farið í
„hernað“ móti barbarstýrinum hjá Milosovic!
Nettup tá kirkjan hevur so góða undirtøku í
fólkinum - og hon stendur fyri uppýsing og
kærleika og rættvísi - kann hon hava so stóra
ávirkan á eitt samfelag sum tað jugoslaviska.
Eftir okkara tykki eiga ST og heimskirkjan at
taka yvir, har Nato slepti - fyri at geva teimum
nidurpindu og terroriseraðu kosovaalbanunum
frið í sálina. Tað fáa teir bert, um serbisku
hópdrópsmenninir fáa tann dóm teir eiga.
Sosialurin
Viðmerking: |
Hugleidingar um
leiðslubygnaðin
Ongin er í ivad um, at nýggj-
ur leiðslubygnaður á Lands-
sjúkrahúsinum er bráneyðug-
ur. Tað er tó stór ósemja um,
hvussu hesin skal skipast, og
hver ið skal hava avgerðar-
rættin. = Sjúkrahúsleiðarin
hevur meldað út, hvussu
hann heldur, ein hóskandi
bygnaður eigur at síggja út.
Sjúkrasystrarnar krevja líka-
stillaða umboðan í eini felags
leiðslu myndað av yvirsjúkr-
asystir og yvirlækna, og hótta
annars við arbeiðssteðgi og
hépuppsøgnum. Í slíkum føri
gerast sjúklingarnir gíslar, og
verða nýttir sum jarnbrot fyri
at røkka fakfelagspolitiskum
seráhugamálum til egnan
bólk. Einstakir politikarir eru
somikið ósmædnir, at teir
gera sær dælt av støduni og
royna at scora nøkur bilig
politisk points av hesi 6-
semju, uttan fyrilit fyri,
hvussu sjúkrahúsið kann ger-
ast vælvirkandi.
Sjúkrahúsið skal
veita heilsutænastu
Landssjúkrahúsið skal veita
heilsutænastu til fólki innan
teir fíggjarligu karmarnir,
sum politiski myndugleikin
hevur ásett, á einum stødi,
sum skal kunna samanberast
við lond uttan um okkum.
Hetta virksemi skal fara fram
í tøttum samstarvi millum
ymiskar starvsfólkabólkar,
undir skipaðum vidurskift-
um.
Trupulleikin stendst av, at
tey óskipaðu viðurskiftini á
Landssjúkrahúsinum igjøgn-
um fleiri ár hava elvt til eitt
fakfelagspolitiskt maktstríð,
sum krevur arbeiðsorku, sum
annars skuldi verið nýtt til
heilsufremjandi endamál, við
misnøgd og væntandi áræði.
Og stødan bert versnar. Fæst
ikki rættlag á hesum sum
skjótast, er spurningurin, um
vit framyvir skulu vænta at
hava nakað nøktandi sjúkra-
hús.
Sjúkrahúsið enn einaferð
politisk kastibløka
Leidsla er eitt ambod/ar-
beidst6l hjå arbeidsgevara-
num fyri at reka virksemið
eftir teimum endamálsorð-
ingum, sum til eina og hverja
tíð eru galdandi, innan teir
avsettu karmarnir. Tað er
burtur við at ímynda sær, at
avgerðir hjá almennu mynd-
ugleikum, um organisatión
og leiðslu innan sjúkrahús-
verkið, skulu byggja á avtalir
millum einstøk fakfeløg á ar-
beiðsmarknaðinum. Við at
leiðsla er ein fyrisitingarlig-
ur arbeiðsreiðsskapur hjá ar-
beiðsgevaranum (leiðara-
num), átti hann at havt av-
gerðarrættin um, eftir hvørj-
um leisti hann ynskir eina
slíka at verða. Hevur hann
ikki henda avgerðarrættin,
eru hansara møguleikar at
virka ógvuliga skerdir.
Her er hóskandi at koma
við einari rættleiding til
Kristian Magnussen, fyrrver-
andi heilsumálaráðharra, tá
hann sigur, at viðgerð og røkt
hava størsta beinleiðis týdn-
ing fyri brúkarin (hvar hann
so enn hevur tað frá); hann
kennir møduliga onkran
sannleika um sjúklingin, sum
sjúklingurin ikki sjálvur veit
um. Undirritaði (og neyvan
heldur nakar av mínum sam-
starvsfelagum) hevur ongan-
tíð møtt einum sjúklingi, sum
ynskir seg innlagdan á
sjúkrahús fyri at fáa røkt.
Sjúklingurin ynskir fyrst og
fremst, at vit seta í verk hósk-
andi kanningar, fyri at finna
út av, hvat honum bagir, og
síðani at veita ta viðgerð, sum
kanningarúrslitið tilskilar.
Hetta eru kjarnutænastirnar á
einum somatiskum sjúkra-
húsi, og ongin setur spurn-
aðartekin við tiltaksrættin hjá
serlæknunum í hesum.
Møguligir
leidslustrukturar
Arbeidsgevarin hevur í høv-
udsheitum tveir leiðslustrukt-
urar at velja í:
1: Felags leiðsla myndað
av umboðum frá ymiskum
starvsfólkabólkum.
Við hesum vali verður á-
sannað, at Landssjúkrahúsið
skal rekast eftir fakfelagspol-
itiskum sjónarmiðjum/áhug-
amálum, og harvið verður
sjálv stríðskjarnan staðfest. Í
slíkum føri er ikki rætt, at
seráhugamál hjá bert einstøk-
um starvsfólkabólki (tað eru
nevniliga aðrir starvsfólka-
bólkar enn sjúkrasystrar og
yvirlæknar) verða tikin til eft-
irtektar, men at allir starvs-
fólkabólkar verða havdir í
huga. Tað ber ikki til at skilja
í millum tey ymisku fakfel-
øgini, sum soleiðis eiga som-
uleiðis rættindir at mynda
leiðsluna. Almennar gransk-
ingar av sjúkrahúsleiðslu í
ávikavist Danmark og Noregi
hava samsvarandi sum niðu-
rstødu, at tær frámæla slíkan
leiðslustruktur. Í Íslandi hev-
ur felags leiðsla verið lógar-
fest síðani 1976, eisini her er
stór misnøgd. Yvirlæknarnir
fara ikki at luttaka í slíkari
leiðslu.
2. Einstreingja leiðsla.
Henda er rakstrarliga sæð
tann greiðasta.
Nidurstøda:
Leidslan må skipast å slikan
hátt, at starvsfólkini ótarnað
fáa loyvi at útinna tað virk-
semið, tey ætlandi eiga at
gera. Leiðslustruktururin má
undir ongum umstødum
verða skipaður soleiðis, at ar-
beiðsplássið gerst ein fak-
felagspolitiskur stríðsvgllur.
Fakfelagspolitikkur hoyrir
ikki heima á arbeiðsplássi-
num, har skal fakligt virk-
Jóhan Petur Davidsen
semi fara fram.
Sjúkrahúsleiðarin hevur,
eftir drúgt orðaskifti við
starvsfólk á Landssjúkrahús-
inum, og serkunnleika og
myndugleikar í útlondum,
lagt fram eitt uppskot um sína
meting, hvussu ein hóskandi
leiðslu eigur at síggja út. Sum
starvsfólkabólkur kann ein so
bert taka støðu til, um ein
ynskir at luttaka ella ikki,
ongin hevur nakað krav upp
á leiðsluna.
Um politiski myndugleikin
enn eina ferð, í móti hvat ann-
ars er viðtikið um almennu
fyrisitingina, og í móti, hvat
serkunnleikin í fleiri fórum
hevur tilmælt, velur at ganga
irrationellum og illa grund-
aðum grundgevingum á møti,
í staðin fyri at lata rakstrar-
leiðarin gera sína meting á
einum rakstrarligum grund-
aðum stødi, setur ein sær
spurningin, um vit nakran tíð
kunna vænta at fáa til vega
eitt vælvirkandi sjúkrahús. Tá
er hinvegin væntandi, at tann
fakligi serkunnleikin leitar
sær aðra staðni, har skipaði
viðurskifti valda. :
Serlæknafelagið = hevur
meldað út greiða støðu hes-
um viðvíkjandi: okkari møg-
uligi leiklutur í einum leiðsl-
ubygnaði verður bert í eini
einstreingjaðari leiðslu.
Vinarligast
Jóhan Petur Davidsen
Formaður í Serlæknafelag
Føroya
Summarljomur i Vågum
Vágakórið er í rættiligum summarhýri, og sunnudagin 20. juni heldur kórið tvær konsertir í Vág-
um. Tann fyrra verður á Giljanesi og hin í Sørvågs kirkju
JOHN JOHANNESSEN
Glaðlyntar konsertir. Soleiðis
lýsa limirnir í Vágakórinum
sjálvir konsertirnar, ið kórið
fer at halda ávíkavist á Gilja-
nesi og i Sørvågi sunnudagin.
Tey siga, at øll skråin ber brå
av, at nú er summar og nú er
lytt og nú er gleði á fólki.
Tónleikurin verður fyrst og
fremst føroyskur summar-
sangur. Tað eru teir góðu
sangirnir hjá Waagstein, Høj-
gaard, Peturi Alberg og Knúti
Olsen, ið bera kórskránna,
men eisini verður nýggjari
kórsongur við. Nakrir sera
vakrir íslendskir, danskir,
svenskir og enskir sangir
verða eisini sungnir. Og tað
skal ikki undra nakran, um
onkur latínskur ella afrik-
anskur sangur eisini sníkir
seg ímillum, verður sagt úr
Vágum.
Íslandsferð
Gjøgnum veturin og várið
hevur Vágakórið fyrireikað
seg til eina konsertferð til Ís-
lands í summar. Farið verður
til Akranesar, ið er vinarbýur
Sørvågs. ,
Kórið var eisini á Íslands-
ferð í fjør. Tá varð vitjað á
Norðfirði, ið er vinarbýur
Sandavágs. Ferðin í fjør á
Eysturlandinum var sera væl-
eydnað, og kórlimirnir gleða
seg at vitja har vesturi á land-
inum í ár saman við kórleið-
ara teirra, Jonvør Joensen.
Leiðin verður sett móti Ís-
landi við Atlantsflog tann 29.
juni, og heimferðin verður
sunnudagin tann 4. juli, eisini
við Atlantsflog.
Kvinnukórið Ymur av Akr-
anesi vitjaði í Sørvågi fyri
nøkrum árum síðani, og er
tað fyrst og fremst hetta kór-
ið, ið verður vertur á Íslands-
ferðini hjá Vágakórinum hes-
aferð.
Tað frættist úr Vágum, at
vanligt er, at væl av fólki
plaga at lurta, tá Vágakórið
hevur konsertir. Tó er ikki
vanligt hjá kórinum at halda
konsertir hesa tíðina, nú sólin
stendur høgt á himli, men
limirnir í kórinum siga, at
spennadi verður at vita, um
fólk velja at seta seg inn at
lurta eftir summarsangum frá
Vágakórinum ella tey heldur
fara út at njóta náttúruna og
tann tónleik, har er.
Konsertin á Giljanesi verð-
ur sunnudagin klokkan 15,
meðan konsertin í Sørvågi
verður hildin í Sørvågs kirkju
sunnukvøldid klokkan 20.