Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 114 - 19. JUNI 1999 tíðindablaðið Summartónar av bakkastokki I hesum døgum fer tiltakið Summartónar '99 av bakka- stokki . Hósdagin var fyrsta tiltakið í Summartónum '99 hildið í Atlantis Bio í Klaksvík summartonar JOHN JOHANNESSEN Summartónar er eitt aftur- vendandi tiltak, ið verður hildið kring landið á hvørj- um ári. Ætlanin við tiltaki- num er, at fólk kring alt landið skulu fáa høvi at hoyra dygdargóðan klass- iskan tónleik. Fyrsta tiltakið í Summar- tónum 99 var hildið í At- lantis Bio í Fi sein- asta hósdag. Á skránni var upplestur og fióltónleikur. var Páll Danielsen, ið las upp og Sámal Petersen og Guðný Brynhild Næs leiktu á fíól. Í gjár var sama tiltakið umborð á sluppini Høga- nesi, og í kvold klokkan 20 verður sama tiltakið hildið í gomlu Margarinfabrikkini í Havn Holmboe Eitt av stóru tiltøkunum í Summartónum "99 verður í Norðurlandahúsinum sunn- udagin. Tá fer Havnakórið at syngja løg, ið Vagn Holmboe hevur gjørt til yrk- ingar hjá mætum føroysku skaldunum, sum Chr. Matr- as, Janusi Djurhuus og Will- iami Heinesen. Sunnudagin sleppa skála- fólk eisini at hoyra summ- artónar. Tá fer Duo Atlant- ica at halda konsert í Skála skúla. Tey, ið manna Duo Atlantica eru Lene Jensen, ið leikar marimba, og Pauli í Sandagerði, ið leikar pi- ano. A skránni verða løg eftir Paula í Sandagerði sjálvan, Frederic Chopin, Jaques Offenbach, Gabriel Faurré, Darius Millhaud og Hanus G. Johansen. Larsen og Schimdt Månakvøldid klokkan 2( verður konsert í mtr uni, og eru tað Birgith Lyst- lund Larsen, sopranur, og Ole Reuss Schmidt, ið mill- um annað fara at framføra tríggjar kantatusatsir eftir Johann Sebastian Bach, 'aróefslands festival OK. Massical and” tíggjar kvøldarsangir eftir Weyse og Ingemannm, nakrar føroyskar sangir og eitt heilt nýtt tónleikaverk, ið er gjørt til Føroyaferdina. Birgith Lystlund Larsen og Ole Reuss Schimdt hava seinastu árini hildið nógvar konsertir ymsastaðni í Dan- mark. Birgith er hálvur før- oyingur. Mamma hennara er Hedvig Arge, ið flutti til Danmarkar fyri 45 árum síðani. Birgith kemur til Føroya við manninum og trimum døtrum. Hon er fødd í 1964, hevur nomið sær privata tónleikaundir- vising, og hevur hetta ført við sær, at hon hevur fingð tilboð um at luttaka í vok- albólkinum Ars Nova og eisini í útvarpskórinum í Keypmannahavn. Birgith Lystlund Larsen hevur eis- ini verið sololistur í ymisk- um stórum tónleikaverkum. Hon var við í einari stórari uppseting av Messial hjá Hándel í nýumvældu Christiansborg Slotskirke í 1977. Ole Reuss Schmidt er føddur í 1955. Han hevur útbúgving sum organistur frå Vestjysk Musikkonserv- atorium i Esbjerg. Millum aðarar var navnfræmi Peter Møller ein av lærarum hansara. Ole Reuss Schmidt hevur arbeitt vid fleiri greinum innan ténleikin. Millum annað hevur hann arbeitt nígv við urguleiki og ný- mótans kompositión. Í 1991 stovnaði hann kamar- kórið Euphonia, ið hevur havt bæði innan- og uttan- landsframførslur, sam- stundis, sum tad eisini hev- ur verið at hoyrt í Danmarsk Radio. Ole hevur sítt dag- liga yrki sum urguleikari í Korsvejskirken í Keyp- mannahavn. MFS- kalendarin komin Nýggi MFS-kalendarin, sum í fjór gjórdist eitt væleydnað og vælumtókt tiltak, er nú aftur at fáa JOHN JOHANNESSEN MFS-kalendarin, ið er fyri skúlaárið 1999 - 2000, er eins og undanfarin ár, ein av vælumtóktu Mayland kalendarunum. Ein dagur er á hvørjari síðu, og harafturat eru upplýsingar um MFS, Føroyahusid og Føroysku Ráðgevingina, lýsingar, tímatalva og annað at finna í kalendaranum. Meginfelag Feroyska Studenta hevur sent øllum limum sínum eitt eintak av kalendaranum. Hann var so mikið væl umtóktur í fjør, at MFS ikki ivadist í, at framleiða slíkar kalendarar aftur í ár. Ætlanin er, at MFS kalendarin skal vera eitt afturvendandi tiltak. Eisini skal hann gerast meira á- hugaverdur og umfatandi ár undan ári, verður sagt av MFS-skrivstovuni í Keyp- mannahavn. DD Atlantic Airways flygur tykkum beinleidis til Stavanger, sum liggur mitt i teirri stórslignu nåttåruni.… Stavanger er bæði ein søguligur og nutimans bvur, sum handilsbýur stendur hann heldur ikki aftanfyri aðrar býir av somu stødd, midbvurin hýsir fleiri hundrað handlum. Mentunarlivid er ríkt og fjøllbroytt, og um summarið seta fleiri spennandi festivalar sin dam á byin Ein VIKA í dupultkamari á Comfort Hotel Grand - Fyri hvønker Afturat prisinum k rðaavgjeld Fráferð úr Føroyum 23. & 30. juni 1999 LANGT VIKUSKIFTID I ABERDEEN Aberdeen kendur fyri sínar góðu handilsmøgulcikar, men eisini er býurin kendur sínar vøkru parkir og urtagarðar, søguligu bygningar og søvn… Gist verður á Patio Hotel, ið liggur nær midbynum og stutt frá Cordonas stuttleikaparkini. Hotellið er nytt og hevur nógvar itrivismøgulcikar t.d innandurasvimjihyl og boblubað Í dupultkamari á Patio Hotel HÓSDAG TIL MÅNADAG Fyri hvonn...Kr. 3. 415, - Afturat - Fráferð år Føroyum hvønn hósdag til 14/10/99. Zi — LANGT VIKUSKIFTID I LONDON Flogið verður um Aberdeen til London, milliónabýin har ongum nytist at keda seg … London er eitt mentanarligt mekka, viðagitin fyri sini leikhus, listasøvn og konserthøllir London er eisini handilsbýurin av ollum. Tað sum ikki fæst i London, fæst valla aðrasteðs í verðini Á dupultkamari við morgunmati HÓSDAG TIL MÅNADAG — — Fyri hvonn... Kr. 4. 566,- Afturat prísinum koma ferdaavgjøld Fráferð úr Føroyum hvønn hósdag til 14/10/99. Ut í heim við Atlantic Airways... Sí annars øll okkara góðu tilboð í blaðnum "Út í í heim" er óneyðugt at ferðast tusundtals kilometrar og standa í kvalandi heitum floghavnum og bíða í timavis fyri at fara út í verðina at ferðast Norðurlond og Bretland eru grannalagnum, og har er alt, sum ein ferðamaður yvirhevur kann droyma un Verðin er í grannalagnum og stendur við víðopnum føvningi og bíðar eftir tær Ferðirnar kunnu bíleggjast á ollum ferðaskrivstovum kring landið á Atlantic Airways Tel 333 900 - Fax 333 380