leygardagur 19. juni 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S0S'2/u7n
NR. 184 - 10. JUNI 1999
Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum:
Barnsburðargrunn-
urin verður loksins
veruleiki
- Endamálið við grunninum er, at allar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum eru á
jøvnum fóti, tá ið tær skulu í barnsburðarfarloyvi, sigur Finnbogi Arge, ið í
næstu tingsetu fer at leggja uppskot fyri tingið um stovnan av
barnsburðargrunni
TURIÐ KJØLBRO
ta valstríðnum
1U vid var
im barns
ev 'sað attur
2 | SE tykis
M floks
MK o ork. at
de evdugt, at ein slik
irkast skal fyri,
t barnsburðar
ur settur
partar á arbeiðsmarknaði
nnur verð
á stovn fyri allar
num
Síðani samgongan skriv
aði undir skjalið, ið hon skal
arbeiða út frá næstu árini,
hevur einki verið at hoyrt
til henda góða grunn, og
avvarðandi landsstýrismað-
ur ásannar, at hann hevur
ikki havt stundir til at ar-
beiða við málinum. Men nú
eru útlit til, at barnsburðar-
grunnurin verður veruleiki
um ikki so langa tíð. I rød-
uni, sum løgmaður fer at
halda fyri tingkvinnum og
monnum á Olavsøku, verð-
ur barnsburdargrunnurin
nevndur sum eitt av målu-
num, landsstýrið raðfestir
høgt. Finnbogi Arge, lands-
stýrismaður í arbeiðsmarkn-
aðar- og vinnumálum, hev
ur nevniliga gjørt av at
gja fyri tingið í næstu
setu uppskot um stovn
setan av barnsburdargrunni
At barnsburðargrunnur-
in nú verður veruleiki, er
greitt, men hvussu hann
verður háttaður og skipaður
løgfrødiliga og á annan hátt,
eru vit ikki komin til enn.
Endamálið við grunninum
er, at allar kvinnur á ar-
beiðsmarknaðinum eru á
jøvnum føti, tá ið tær skulu
í barnsburðarfarloyvi, sigur
Finnbogi Arge
Og tað er júst hetta, at
allar kvinnur og fyri so vítt
eisini menn, vera líka fyri
lógini, ið fer at gera allan
munin. Sum er er stórur
mismunur millum kvinnur-
nar á privata og almenna
arbeiðsmarknaðinum. Með-
an tær alment løntu fáa fulla
løn í farloyvistíðini, fáa tær
á privata arbeiðsmarknað
inum antin úr dagpeninga-
skipanini, ið er 80% av for-
vunnu inntøkuni seinastu
fáu vikurnar, ella sambært
funksjónerlógini, ið ásetur
hálva løn í samanlagt tveir
mánaðir og restina sum
dagpening.
Eyka byrða
- Tað besta er jú, at tað
hvorki ávirkar kvinnuna,
gerandisdagin ella arbeiðs-
plássið hjá viðkomandi neg-
ativt, tá ið ein fær eitt barn.
Tað er hetta, ein barnsburð-
argrunnur skal byrgja upp
fyri, og tað vit arbeiða fram
ímóti. Tí er gott við eini
skipan, sum tryggjar, at
hvorki virkir ella einstak-
lingar koma út í keðiligar
og óneyðugar støður orsak-
að av barnsferð. Spurning-
urin er so, hvussu skipanin
verður gjørt, og tå koma vit
inn á ein annan trupulleika.
Vit eiga at vera sera varin
við at áleggja virkjum og
persónum fleiri byrðar. Sum
nú er rinda vit oll til Ar-
beiðsloysistryggingina og
hetta gjaldið hava vit øll
vant okkum við at skula av
við. Í mínum sinni havi eg
hugsað mær, at tað sum
henda tryggingin minkar,
verður brúkt til henda
grunnin, sigur Finnbogi
Arge.
Vinnumálastýrið hevur
enn ikki gjørt nakrar fyri-
reikingar til stovnsetan av
barnsburðargrunni, men
hetta verður eftir øllum at
dóma í næstum.
Finnbogi Arge, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðar-
og vinnumálum, fer nú undir fyrireikingar til stovnsetan
av barnsburðargrunni
Barnsburðar-
grunnur ikki dýrur
Mett verður, at ein barnsburðargrunnur kostar umleið 41 mill. krónur um ár-
ið, og tað svarar til, at hvør arbeiðsgevari og -takari rindar 0,6% av lønini í
grunnin um mánaðin
TURIÐ KJØLBRO
Barnsburðargrunnur er eitt
mál, Javnstóðuneyndin hev-
ur arbeitt nógv við, og nú
kvinnuráðstevna var herfyri
í Norðurlandahúsinum fyri
kvinnur í útnorðri, var
grunnurin aftur á dags-
skránni.
Javnstødunevndin hevur
gjørt nakrar framrokningar,
ið geva ábendingar um,
hvussu nógv ein barnsburð-
argrunnur fer at kosta ar-
beiðstakarum og arbeiðs-
gevarum. Tølini, nevndin
hevur brúkt í útrokningu-
num, eru frá 1997 og útveg-
að frá Hagstovu Føroya.
Tilsamans vóru tríggjar
milliardir krónur útgoldnar
í lónum í 1997. Talið á løn-
takarum var 24.367. Hetta
árið vórðu 650 børn fødd í
Føroyum. Hvussu nógvar
Kirsten Brix, limur
í Javnstødunevndini
av mammunum hjá hesum
børnum eru úti á arbeiðs-
marknaðinum, er ilt at meta
um, men neyndin hevur
mett tær til 550, ið eru fulla
tíð til arbeiðis. Hesar hava
krav uppá barnsburðarfar-
loyvi í 24 vikur.
MiOdallønin i 1997 var
12.500 krónur um mánaðin,
15.400 krónur hjá monnum
og 9.700 krónur hjá kvinn-
um. Siga vit, at 550 før-
oyskar kvinnur hava krav
uppá 12.500 krónur um
mánaðin í seks mánaðir,
tosa vit um 41.250.000
krónur, sum ein barnsburð-
argrunnur kostar um árið,
væl at merkja um talið á
føddum børnum svarar til
talið í 1997.
Hesar góðu 41 milliónir-
nar skulu síðani býtast við
talið av løntakarum, og tað
gevur 1,3%, sum skulu
gjaldast í ein barnsburðar-
grunn. Og býta arbeiðstak-
arar og arbeiðsgevarar hetta
ímillum sín, verður talan
um 0,65 % í part.
- Fyrivarni skal takast við
hesum útrokningunum,
men tey geva kortini eina
ábending, sigur Kirsten
Brix, limur í Javnstødu-
nevndini.
Lítil munur
Sum er verða nógvir pengar
goldnir um skattin til barns-
burðarfarloyvi, og tí verður
ikki talan um so ógvuliga
stóran mun, sum skal rind-
ast afturat, tá ið grunnurin
verður veruleiki.
Ur dagpeningaskipanini
vórðu í 1997 goldnar góðar
16 mill. krónur til kvinnur,
ið eru hálva og fulla tíð á
arbeiðsmarknaðinum. Tey
alment løntu fáa sum er
fulla løn í farloyvistíðini,
men hvat hetta kostar, ber
ikki til at meta um. Um-
framt rinda allir stovnar, utt-
an mun til kynsbýtið á
stovnunum, 0,8% í ein
grunn til avloysarar. Hetta
svarar til 8 mill. krónur um
árið. Kvinnur, ið starvast
innan peningastovnarnar og
tryggingina, fáa á sama hátt
sum tær alment løntu, fulla
løn i farloyvistidini. Sum
skilst fåa hesi arbeidsplåss-
ini beinleiðis fyrimun, tá ið
ein = barnsburðargrunnur
verður settur á stovn.
- Vit tosa um eina meir-
útreiðslu á uml. 9 mill.
krónur um árið, sum hesin
grunnurin fer at kosta.
- Til stuttleika kann eg
nevna, at ein sum arbeiðir í
40 år til eina løn, sum er
12.500 krónur um mánaðin,
ið jú er midallønin í Føroy-
um, og rindar 0,6% av løn-
ini í ein barnsburðargrunn,
bert rindar 38.000 krónur alt
arbeiðslívið til henda
grunnin. Hetta verður vunn-
ið fleiri ferðir inn aftur, um
viðkomandi fer í barnsburð-
arfarloyvi, sigur Kirsten
Brix.