Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 114 - 19. JUNI 1999 tíðindablaðið S Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstødunevndini: Barnsburðargrunnur merkir ongin lønar- missur - Onki løgid er i, at arbeiðsgevarar hveppa seg vid at seta kvinnur i barn- fórum aldri. Tá barnsburðargrunnurin er komin, nýtist arbeiðsgevarin ikki at hugsa um kvinnur sum útreiðslu fyri arbeiðsplássið, og tá fær hann eisini stórri áhuga fyri at gera betri setanarsáttmálar, sigur Turið Debes Hentze TURIÐ KJØLBRO Hóast barnsburðargrunnur í samgonguskjalinum stend- ur undir familjumál, verður tað landsstýrismaðurin í ar- beiðsmarknaðar- og vinnu- málum, ið fær uppgávuna at seta í verk ein barnsburð- argrunn. Men av tí, at neyð- ugt verður samstundis at gera broytingar í dagpen- ingaskipanini, fær lands- styriskvinnan í almanna- og heilsumálum, eisini ein leiklut hesum viðvíkjandi. Yvir skattin rinda vit oll tað, sum tey alment løntu fáa í barnsburðarfarloyvis- tíðini og tað er full løn, um- framt 8 mill. krónur, sum fer í grunn til avloysarar fyri hesi. Á privata arbeiðs- marknaðinum fáa bert starvsfólkini í peninga- stovnunum og á trygging- arfyritøkunum fulla løn vegna barnferð. Øll hini mugu dúva uppá dagpen- ingaskipanina. - Tær flestu fáa veiting sambært funksjónerlógini, sum er hålv løn samanlagt í tveir månadir, og sidani dagpengar restina av tíðini, ið er 80% av eini arbeiðs- mannalgn. Hetta merkir ein stórur lønarmissur hjá teim allar flestu. Tær, sum ar- beiða á flakavirkum, eru upp aftur verri fyri, tí har verður upphæddin 80% av tí, tær hava forvunnið sein- astu fimm vikurnar. Og hev- ur lítið og einki arbeiði ver- ið, sigur tað seg sjálvt, at tær fáa nærum einki, sigur Turið Debes Hentze, for- kvinna í Javnstóðunevndini. Vælvild Arbeiðsgevarin kann um hann vil rinda arbeiðstak- aranum munin millum tað, kvinnan í farloyvi fær úr dagpening saskipanini og lønina, hann letur henni. - Hetta verður bert prakt- iserad, um arbeidsgevarin heldur tað er synd, at kvinn- an fer niður í løn. Men eg kenni ikki til nógv dómi, har hetta verður gjørt. Tað er dýrt hjá teim privatu ar- beiðsplássunum, tá ið kvinnur fara í barnferð, tí tey hava ongan grunn sum tey almennu ar! beidsplåssini til at rinda av loysarar fyri. ; Danmark er tað soleiðis, privatu arbeiðsplássini, ið rinda kvinnum fulla løn í barnferð, fáa rætt til dag- peningin, kvinnan annars hevdi fingið, og tískil fáa tey ráð til at seta avloysarar, sigur Turið Debes Hentze. Størri javnseting av kynunum Við einum barnsburðar- grunni leggur tað almenna lunnar undir at bóta korini hjá kvinnum á arbeiðs- marknaðinum, og áhugin hjá arbeiðsgevaranum at gera betri setanarsáttmálar Lønarmismunurin verður burtur Barnsburðargrunnurin er neyðugur, um trygg arbeiðsvið- urskifti og sømiligir setanarsáttmálar skulu veitast øllum kvinnum á arbeiðsmarknaðinum TURIÐ KJØLBRO Ein barnsburðargrunnur er ein grunnur, sum peningur stóðugt verður goldin í, og sum peningur bert kann gjaldast úr sambært enda- málinum, ið er at rinda løn í barnsburðarfarloyvistíðini, og at tryggja arbeiðsgevar- anum, at hesin ikki orsakað av farloyvinum skal rinda tvær lønir - eina til hana, sum er í farloyvi og eina til avloysaran. Barnsburðar- grunnurin skal endurrinda arbeiðsgevaranum eykaút- reiðslurnar, sum standast av at gjalda løn til avloysara. Stødan í dag Tey alment løntu hava ein barnsburðargrunn. Á fíggj- arlógini er avsett játtan til barnsburðarendurgjald. Hetta er úrslit av avtalu millum tey alment løntu og arbeiðsgevaran Foroya Landsstýri, sum tryggjar kvinnuni, sum fer í barns- burðarfarloyvi fulla løn í seks mánaðir, og arbeiðs- gevaranum, at hesin uttan eykakostnað kann lóna ein- um barsilsvikari. Formligur grunnur er ikki stovnaður, men skipanin er tann sama - peningurin verður fluttur á eina felags konto, sum gjaldstovan umsitur. Fyrstu ferð grunnurin var sjålvstødugur postur á fíggj- arlógini var í 1996. Aðrenn hetta fingu tey alment løntu tó eisini løn undir barns- burðarfarloyvinum. Tá rindaði hvør stovnur sær ta upphædd, sum gjørdist neyðug. Hetta hevði við sær, at raksturin á stovnum við nógvum konufólkum var nógv tyngdur av eyka lønaritgjaldum orsakað av barnsburðarfarloyvum, og at peningur tí ikki var til barsilsvikarar. Við skipanini sum nú er, rinda allir stovnar av saml- aðu — lønutgjaldingunum 0,8% í barnsburðargrunnin, uttan mun til, hvussu nógv- ar kvinnur eru á lønarlistu- num. Hetta merkir eitt nú, at Vaktar- og Bjargingar- tænastan við fáum kvinnum í arbeiði nú ber sín part av barnsburðarútreiðslunum hjá eitt nú dagstovnunum við teimum nógvu kvinn- unum í barnførum aldri. A privata arbeiðsmarkn- aðinum er ongin skipaður barnsburðargrunnur. Tískil er talan um stóran mismun millum kvinnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sum er verða barnsburðarfar- loyvi og løn í farloyvinum skipað við avtalum, sáttmál- um ella lóg, og er ongin lóg galdandi, er avtalan millum arbeiðstakaran og -gevaran avgerandi. Størsti parturin av teim- um ófaklærdu hava onga avtalu um barnsburðarfar- loyvi yvirhøvur, og stødan er ikki stórt betri hjá teim- um faklærdu. Tær flestu faklærdu koma undir funk- sjónerlógina. verður stórri. Tað eru tiskil fyrst og fremst kvinnurnar, ið fáa gagn av, at ein barns- burðargrunnur verður settur á stovn. - Fyri allar kvinnurnar á arbeiðsmarknaðinum fer grunnurin at merkja, at tær fara ikki niður í løn, tá ið tær fara í barnsburðarfar- loyvi. Hetta fer at ávirka heilar familjur, og er fíggj- arliga grundarlagið i lagi, ber kanska lættari til at fåa longt barnsburðarfarloyvi til gagns fyri foreldur og barn. - Barnsburdargrunnurin merkir eisini eina størri javnseting av kynunum. Ar- beidsgevarin nytist, tå 10 grunnurin verdur veruleiki, ikki at hugsa um kvinnur sum útreiðslu fyri arbeids- LAGURSØLAN Turid Debes Hentze, forkvinna i Javnstødunevndini. Barnsburdargrunnurin hevur alla tid verid eitt tydning- armikid mål fyri Javnstødunevndina Mynd: Alvur Haraldsen plássið, tå ið hann setur hana í starv, sigur Turið De- bes Hentze hjá Sp/1 Viktor LAGURSØLAN av hondgjørdum Indiskum møblum er flutt úr hølunum hjá Postverkinum yvir í hølini hjá Feroya Termovirki, Sundsvegur 8, 100 Tórshavn Møguleiki er at stokka inn á gólvið millum kl. 8.00 og 17.00, ETA SSSA NSSS SSA OSTAR SA SDOSSOSOSSSS NAOTA SN NSSS NSSS OSSR SSRS AAA AR ella at ringja tlf. 218603 og fáa eina nærri avtalu TITUS MS IL: = or VIKTOR Eystara Bryggja Box 3267 Tlf. /fax 218603 - 318603 ————————————————————T——