leygardagur 19. juni 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 114 - 19. JUNI 1999
tíðindablaðið 505 >. 7
25
Stórur møguleiki er fyri, at íslendska landsliðið
fer at spæla á Torsvølli 18. august
FCK gav avboð til vígslu-
dystin á Tørsvølli, men nú
er greitt, at vígsludysturin
verður ikki minni áhuga-
verdur. Eingin føroyingur
verður á m6tstødulidnum
hjá landsliðnum, men vitj-
andi liðið verður eitt betri
fótbóltslið, enn tað, sum
upprunaliga skuldi koma.
Mikukvøldid vunnu Ják-
up Mikkelsen og teir í Her-
følge á AaB, sum framman-
undan hevði vunnið danska
meistaraheitið, og nú er
greitt, at tá donsku meistar-
arnir eftir summarfrítíðina
fara at fyrireika seg til stríð-
ið í europeisku meistara-
kappingini og til nýggju
superligu kappingina, sum
tað verður farið undir 26.
juli, so verður ein tann
fyrsta uppgávan móti Ják-
upi Mikkelsen og hansara
liði.
Fríggjakvoldið 9. juli skal
AaB spæla vigsludyst å
Tórsvelli móti føroyska
landsliðnum. Donsku gest-
imir koma til Føroya
fríggjamorgunin, og teir
fara av aftur landinum leyg-
armorgunin. 30 fólk vera í
danska ferðalagnum.
Tað er grunnurin Tórs-
vøllur, sum hevur bjóðað
danska meistaraliðnum
henda vegin, og avtalan
kom uppá pláss hóskvoldið.
Poul Michelsen, formað-
ur í Torsvølli, var á grasvøll-
inum, tá hann fekk boðini
úr Aalborg, og hann roknar
við, at áhugin verður stórur
fyri at vera til staðar, tá
fyrsti = dysturin verður
spældur:
— Vøllurin verður klárur
9. juli, og vit rokna við, at
áhugin millum áskoðarar-
nar verður so mikið stórur,
at tað fer at verða fullsett. Tí
hava vit gjørt av, at at-
gongumerkini skulu seljast í
forsølu, sigur Poul Michel-
sen, sum fegnast um, at teir
í Aalborg vita um úrslitini
hjá føroyska landsliðnum
og hava givið til kennar, at
teir koma henda vegin við
besta liðnum og fara at
leggja alla orku í at vinna.
Ísland henda vegin
Tað er grunnurin Tørsvøll-
ur, sum eigur Gystin móti
AaB, og ein avtala um fíggj-
arligu viðurskiftini í sam-
bandi við dystin er gjørd
millum grunnin og Fót-
bóltssambandið.
Allan Simonsen hevur
givið til kennar, at tað hevdi
komið væl við, um ein
landsdystur kom á skránna
eina ferð í august, og tað er
nógv, sum bendir á, at hetta
fer at eydnast.
Fótbóltssambandið hev-
ur fleiri ferðir mint is-
lendska fótbóltssambandið,
KSÍ, á, at teir so at siga
skylda tvær vitjanir í Føroy-
um (teir hava ikki spælt
landsdyst í Føroyum síðani
8. august í 1990), og nú sær
e-mail: emila'sosialurin.fo
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
152
Tórsvellur verður vigdur 9. juli, tå danska meistaraliðið AaB spælir móti føroyska landsliðnum
tað út til, at onnur vitjanin
verður mikudagin 18. au-
gust. Íslendingar høvdu av-
talað venjingardyst á heim-
avølli móti Malta henda
dagin, men nú er ásett, at
Malta skal vitja i Kroatia
leygardagin 21. august. Tað
hevur verið upp á tal, at um
dysturin í Kroatia gjørdist
veruleiki, so fóru teir á Mal-
ta at avlysa vitjanina í Is-
landi, og um hetta fór at
laga seg soleiðis, so var ætl-
anin, at íslendingar skuldu
koma henda vegin.
Tá vit tosaðu við FSF eft-
ir dógurða í gjár, var avtalan
við íslendingar ikki staðfest,
men vit frætta meiri um
hetta í blaðnum týsdagin.
Sama fólkið
Allan Simonsen hevur út-
tikið somu spælarar til dyst-
in móti AaB, sum vóru í
hópinum móti Skotlandi og
Bosnia. Í komandi viku fer
hann at geva tveimum ella
trimum spælarum afturat
boð.
Óli Johannesen, verjuálit
á landsliðnum, fegnast um
spennandi vitjanina úr Aal-
borg, og hann vónar, at allir
landsliðsmenninir fara at
venja, sjálvt um føroysku
kappingarnar — burtursæð
frá steypafinaluni millum
B36 og KI — fara at halda
frí, tá næstkomandi viku-
skifti er farið afturum.
terji/jh
Frits og Peter hava
ábyrgdina í Sumba
Fótbóltur: Málverjin hjá sumbingum vardi mánakvgldið málið hjá NSÍ unglingunum
Í morgin ferðast sumbingar
longu leiðina norður til
Runavíkar, har teir skulu
gera enn eina roynd at
sleppa av við nullið á stóðu-
talvuni. Vit skrivaðu í síðstu
viku, at Birgir Jørgensen
hevði lagt frá sær sum venj-
ari, og at hann eisini var giv-
in sum spælari. Tað er rætt,
at Birgir ikki er venjari,
men Birgir spælir framvegis
við sumbingum.
Venjaraspurningin hava
teir loyst innanhýsis i
Sumba. Danin Peter Jørg-
ensen, sum spælir við, hevur
staðið fyri venjingini hesar
báðu vikurnar, og afturat
sær hevur hann Frits Poul-
sen, sum onkuntíð fyrr hev-
ur tikið sær av venjingini, og
sum nú hevur ábyrgdina í
dystunum.
Marlon Kjærbo er farin
úr Sumba og til TB, men
annars frætta vit úr Sumba,
at teir eru so væl fyri við
fólki, sum teir kunnu vera.
Páll Magnar Kjærbæk og
Hans Jákup Thomsen, sum
búgva í Havnini, fáa nú
venjingina saman við 2.
deild hjá HB.
Sumba málverjin í NSÍ
Tað er ikki bara rætt, tá vit
siga, at sumbingar í morgin
fara longu leiðina norður til
Runavíkar. Tí 18 ára gamli
Annfinn Thomsen, málverj-
in hjá Sumba, býr í Runa-
vík, og hann venur við NSI,
har hann er annar av mál-
verjunum í unglingadeildini
(mánakvgldið vardi hann
málið, tá NSÍ unglingarnir
vunnu 3-0 í Gøtu).
Hjá NSÍ eru allir spælar-
arnir tøkir til dystin í morg-
in, og Trygvi Mortensen,
venjarin hjá NSI, rósar
Sumba málverjanum, sum
ofta venur saman við bæði
1. og 2. deild, fyri at vera
ídnan og nærlagdan. Men
hann ásannar samstundis, at
tað kann vera ein fyrimun-
ur fyri hansara menn, at teir
kenna málverjan hjá mót-
stødumonnunum so mikið
væl.
Hetta er nakað, sum teir í
Sumba eru vitandi um, og
tað kann væl vera, at Ann-
finn Thomsen fer at sita á
beinkinum í morgin. Tað
mesta av árinum hevur
hann verið einsamallur
málverji hjá Sumba (Rúni
Lisberg er fyri stuttum fyri
aðru ferð skorin í knænum),
men nú hevur Fróði Mort-
ensen verið heima í nakrar
vikur. Fróði hevur nógvar
royndir — m.a. vardi hann
málið, tá Sumba í 1990 flutti
upp — hava teir í vikuni
hugsað um at givið honum
møguleikan í morgin, men
hetta var ikki avgjørt, tá vit
tosaðu suður
NSI og Sumba hittust
tvær ferðir í innleiðandi
umfarinum í steypakapp-
ingini. Í vánaligum líkind-
um í Runavík vann NSI 5-3,
og á Krossinum vunnu teir
2-1. jh