Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juni 1999síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

26 tíðindablaðið SO 512 UTN NR. 114 - 19. JUNI 1999 Martin Nugent tvey hat-trick í 80-unum Fótbóltur: Besta tíðarskeiðið hjá LÍF var í 80-unum, og tað var ikki minst takkað verið bretanum Martin Nugent, sum tvær ferðir skeyt hat-trick fyri leirvíkingar EMIL L. JACOBSEN Frá góðum fólki í Leirvík hava vit nú fingið enn eina fráboðan um ein útlendsk- an fótbóltsspælara, sum hevur skotið hat-trick í før- oysku 1. deild. LÍF var í »velmaktini« í 80-unum, og ein stóran heiður fyri hetta átti bretin Martin Nugent, sum spældi við leirvíkingum árini frá 1983 til og við 1989. LIF vann 2. deild i 1981 og spældi í 1982 fyri fyrstu ferð nakrantíð í 1. deild. Teir hildu sær uppi hetta fyrsta árið í bestu deildini, og árið eftir kom Martin Nugent so til Leirvíkar. Hann var Oførur fótbólts- spælari, og enn í dag eru flein sum halda, at tað framvegis ikki hevur verið nakar betri útlendingur í føroyskum fótbólti. Tað var góður styrkur hjá teimum grónu úr Leirvík, og árið eftir, tann 9. septem- ber í 1984. vann LÍF 4-1 á HB í Gundadali. Nugent skevt oll fýra málini, og tað fekk eitt av bløðunum at rópa hann »Gull-Martin«. LÍF var á odda 4-0, til Tummas Oli Mortensen í 88. minutti minkaði til 1-4. Umleið eitt ár seinni, tann 24. august i 1985, vann LÍF i Leirvík ikki minni enn 5-0 á KI. Berg Vatnhamar skoraði til 1-0, Martin Nu- gent økti til 2-0 og 3-0, Ola Jákup Joensen skoraði til 4- .0, áðrenn Martin sjálvur setti punktum við sínum triðja máli og ti fimta hjá LÍF. Annars spældu tveir klaksvíkingar við LÍF hetta árið: Kurt Mørkøre og Oddbjørn Joensen. Tá =graslikisvøllurin í Klaksvík varð vígdur á nordoyastevnu í 1988, vann LÍF 4-1 á KÍ. Ta ferðina skeyt Martin Nugent tvey mál. LÍF stóð seg væl mið- skeiðis í 80-unum, og eina árið endaðu teir á fjórða plássi, sum er besta enda- støda, felagið hevur havt. Í 1986 komu teir eisini i final- una um ísafjarðarsúluna, men taptu 1-2 móti NSI, eft- ir at teir eitt skifti høvdu verið framman fyri 1-0. Í 1989 flutti LÍF niður í 2. deild, Martin Nugent fór av landinum aftur, og fótbólt- urin bleiv ongantíð tann sami í Leirvík. LÍF spældi aftur í 1. deild í 1993, men steðgurin var stuttur, og síð- ani hava leirvíkingar verið í 2. deild. Fleiri ferðir hava teir verið nær við at flutt upp aftur, og í fjør taptu teir samanlagt 2-3 móti Sumba í dystunum um upp- og nið- urflyting. TIMBURMEISTARI LF. 44757 = „A 2 >, 5 | | 6,6 Of. jf» NORDSETUR Í 80-unum var 1. deildarfótbóltur gerandiskostur í Leirvik Dystir og dómarar 1. deild: HB-B68 Birgir Sondum VB-B71 KÍ-B36 NSÍ-Sumba 2. deild: NSÍ-GÍ HB-TB Royn-Skála Oddmar Andreasen Petur Erhard Kjærbo Bergur Magnussen Regin Egholm Árni Vang Arni Gunnarsson -KÍ Jákup M. Kjeld LÍF-FS Vágar Sjúrður Norðbúð 3. deild: HB-Bó8 Zoran Mancic John Klein Ólavur Weihe Árni Vang Suni Johansen galið EMIL L. JACOBSEN Vit hava nevnt tað fleiri ferðir, og nú nevna vit tað eina ferð afturat: VB man vera liðið, sum hevur verið størsta vónbrotið í 1. deild higartil. Higartil er tað bert blivid til fýra stig — trý móti ÍF og eitt móti B36. Vág- bingar hava verið norðan fyri fýra ferðir og tapt hvgrjaferð. Sostatt eru øll stigini komin til høldar á heimavelli, har VB vanliga stendur seg væl, og tað fáa teir so aftur høvi til í morg- in. B71 vitjar á Eiðinum, og nú er kravið til VB aftur trý stig. Dan Djurhuus fekk reyða kortið í stevnudystin- um í Runavík og er tískil leikbannaður í morgin, og hartil er Tórður Holm eitt sindur ivasamur, tí hann hevur keikt fótin. Men tvøråmadurin verður vænt- andi við kortini. Tað verður Elian Hansen neyvan, tí hann er framvegis sjúkur. Fyrstu dystirnar í kapp- ingini var B71 liðið rættiliga plágað av skaðum. Síðani sá út til at ganga rætta vegin, og til dystin móti IF vóru allir menn tøkir fyri fyrstu ferð. Men so er gingið hin- vegin aftur, og B71 verður rættiliga skert í morgin. Størsti saknurin verður ivaleyst í málverjanum Wal- demar Nowicki. Móti B68 seinasta sunnudag fekk hann ein stoyt í nýrað, men spældi kortini allar 90 min- uttirnar. Aftaná dystin, sum B68 vann 2-0, endaði hann á sjúkrahúsinum, har hann hevur ligið síðani! B71 hevur ikki alt ov nógv fólk at taka av, og Fótbóltur: Sandoyingar hava verið óhepnir við skaðum í år, og nú er aftur | * Strálan (1 G.) | 2. Strak J. Hendrik Juul, sum fyrr hev- ur vart málið á besta B71 liðnum, er eisini skaddur. Væntandi stendur 3. deild- armálmaðurin Marner Tau- sen í búrinum í morgin. Rúni í Soylu gongur í skúla, men hevur nú fingið summarfrí, og hósdagin fór hann til skips. Hann verður ikki við í morgin og neyvan móti HB heldur. Hans Jørgen Djurhuus hevur leikbann eftir útvís- ingina á Svangaskarði, og Páll á Reynatúgvu fekk ein snudd í fótin undir venjing hóskvgldið. Men væntandi fer tjóðveldistingmaðurin hjá sandoyingum alíkavæl at røkja aftasta plássið á Eiðinum í morgin. í Hósvik 60 bátar hava meldað seg til FM kappróður- in í Hósvík í dag Tilsamans 60 bátsmanning- ar hava meldað til kappróð- urin á Sundalagsstevnuni, sum í ár er í Hósvík. Bátarnir skulu liggja í hesi raðfylgjuni (1 G. merk- ir eitt gult kort): 5-mannafer dreingir 1. Erla Kongsdóttir 2. Báran 3. Sílið 4. Blikur 5. Drekin 6. Kollur 7. Havfrúgvin (1 G.) 8. Tjaldrið 9. Royndin Fríða 10. Svanur 11. Junkarin 12. Dúgvan 13. Broddur 6-mannafer kvinnur 1. Sólmundur 2. Snopprikkur 3. Lómur 4. Jarnbardur 5. Gongurálvur 6. Riddarin 7. Hósvíkingur S-mannafør gentur 1. Tjaldrið 2. Dúgvan 3. Junkarin 4. Drekin (1 G.) 5. Royndin Fríða 6. Fípan Fagra (1 G.) 7. Ørnin (1 G.) 8. Kollur 9. Havfrúgvin 10. Sílið 11. Beinta (1 G.) 12. Báran 13. Súlan 14. Blikur (1 G.) 15. Svanur 16. Erla Kongsdóttir 17. Ternan 6-mannafør menn 1. Kollfirðingur 3. Sølmundur 4. Hósvíkingur 5. Hvessingur 6. Gongurálvur 7. Lómur 8. Snopprikkur 9. Fuglfirðingur 8-mannafør 1. Gullbrandur 2. Friggjarin 3. Vikarbåturin 4. Argjabåturin 5. Ørvur 6. Midvingur 7. Sjóriddarin 8. Nevið Reyða 9. Kvívíkingur 10-mannafer 1. Nólsoyingur 2. Havnarbáturin 3. Eysturoyingur 4. Vestmenningur 5. Suðuroyingur Í | DO