fríggjadagur 7. januar 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 5 - 8. januar 2005
TINGHELLUDEBATTIN
Gordon Ejdesgaard
Undir yvirskriftini: "Sorl í
Suðuroy" skrivar Sosialurin 7.
januar um støðuna innan fiski-
vinnuna í Suðuroynni. 89
suðuroyingar afurat hava mist
arbeiði. Nevnt verður at virkini í
Vági og Hvalba hava givið so
stórt hall, at Fiskavirking ikki
kann reka flakavirkið í Hvalba
og saltfiskavirkið í Vági víðari. Ì
sjónvarpinum sama kvøld varð
nevnt, at hvalbingar óiva hvørki
høvdu kapital ella vitan á nóg
høgum støði til henda raksur.
Her er sostatt tørvur á peningi og
management.
Tað er so at vísa seg sum ein
afturvendandi trupulleiki inna
høvuðsvinnu okkara: peningur
og management. Ein kann
spyrja: " hvussu ber tað yvirhøv-
ur til at ein fiskivinnutjóð kann
vera til undir hesum umstøð-
um?". Her skal vera nomið við
nakrar av høvuðstrupulleikunum
í hesum talvi. Eru tað t.d. finnur-
nar sum taka tær stóru avgerð-
irnar, meðan officerarnir sita
hendur í favn? Ella kanska sita
officerarnir og ofra nakrar finnur
av strategiskum orsøkum.
Kjarnin er jú at vinna, tá saman-
um kemur. Og her eiga vit at
síggja soleiðis at talvborðinum:
Øðrumegin situr Fiskavirking og
hinumegin kappingarneytin í
útlandinum.
So hvør man orsøkin vera til at
leikurin- 89 suðuroyingar eru
arbeiðsleysir- knappliga var
leiktur?
Her skulu vit hyggja eitt sindur
at búskaparligu fortreytunum fyri
virkisrakstri og avleiðingunum
av hesum.
Dømi er gjørt so einfalt sum
gjørligt, so ikki er neyðugt at
vera búskaparfrøðingur fyri at
skilja tað.
Talan er um eitt flakavirki,
sum eisini selur framleiðslu sína.
Søluprísurin fyri kg er kr. 30.
Framleiðslukostnaðurin sum er
keypsprísurfyri kr. 20 pr. kg og
arbeiðsløn kr. 5 pr. kg.Vit síggja
burtur frá øðrum kostnaði í
hesum sambandi ( talan kundi
verið um t.d. streym, reingerð,
arbeiðsklæðir og tílíkt). Gera vit
upp hava vit:
Søluprísur
kr. 30
- Keypsprísur
kr. 20
- Arbeiðsløn
kr. 5
Avlop
kr. 5
Her hava vit eitt dømi um, at
tað loysir seg at hava eina fram-
leiðslu. Avlop er.
Men nú skulu bæði bókhald-
arin, skrivstovufólki og stjórin
eisini hava løn. So her skulu
nógv kilo keypast, framleiðast og
seljast áðrenn alt er goldið.
Henda trupulleika latið eg liggja
til eina aðru ferð. Men øll skilja
óiva, at eitt virki skal hava eina
leiðslu. Aftur til omanfyri
standandi roknistykki.
Í útgangsstøðuni sær hetta ljóst
út. Men hvat nú um fiskimaðurin
knappliga skal hava 25 kr.og ikki
20 kr. fyri kg? So hevur virki
einki avlop. Og virki má tískil
lata aftur (Hvalba?) Ella at
arbeiðslønin hækkar, so er
avlopið kanska ov lítið. Og vit
lata aftur. Hinvegin kunnu vit
geva leiðsluni bóltin: syrgið fyri
at fáa ein hægri søluprís! So
verður avlopið størri.
Vit hava tríggjar partar, sum
allir berjast um meirvirði: fiski-
mannin, arbeiðsfólki á flakavirk-
inum og leiðsluna. Men letur tað
seg t.d. gera " at sejre ad helvede
til?", soleiðis at skilja, at tað er "
høga" arbeiðslønin, sum ikki er
til at vika, sum ger, at virki letur
aftur? Ella er tað kanska fiski-
maðurin, sum fær so høgan prís,
at tey "fátæku" fiskavirkini ikki
fáa hendur á fiskinum?
Givið er, at leiðslan veit sera
væl hvat keypsprísurin pr. kg
ikki skal fara upp um. Orsaka av
at m.a. arbeiðslønin er givin
frammnundan (sáttmálabundin).
So verður keypsprísurin ov
høgur á fiskamarknaðinum
verður einki keypt.
BINGO. Endamálið við Fiska-
virking er í eygsjón- vit steingja
har arbeiðslønin íalt er ov stór
fyri tað einstaka virki. Her hava
vit rationellan virkisbúskapar-
ligan hugsunarhátt. Ella um ein
vil: tann sterkasti hórar undan.
Ella skorið í papp:tey virkini
sum eru kapitalsterkast hóra
undan.
At arbeiðsmannafeløgini eru
greið yvir støðuna, er væl einki
at ivast í. Men her vikast ikki.
Arbeiðslønin er har hon er, so
má svíða sum svøllur. Kann tað
hugsast, at tess sterkari fakfeløg-
ini eru, størri eru líkindini fyri,
at virkini fara av knóranum?
Ein og hvør sær at hetta bert er
byrjanin til, at tann flyting vit
higartil hava sæð, fer at halda
fram. Serliga úr Suðuroynni. Og
hagtølini eru greið. Størstu
fráflytingina eigur Suðuroyggin.
Ein kann so siga, at kjakið um
bygdamenning hevur tørvað tað
mest týdningarmikla: hvussu fáa
vit vøkstur í útjaðaranum: við at
flyta eina almenna deild á bygd?
ella at varveita og útbyggja
fiskivinnuna á bygdunum?
Eingin vøkstur í útjaðaranum
kemur av at flyta nøkur almenn
arbeiðspláss á bygd. Men
seinasti seymur verður settur í, tá
almenna deildin flytur av bygd
til Havnar. Hetta liggur á
teknibrettinum í landsstýrinum.
Ein kann loyva sær at spyrja
um hetta at lata virkini aftur er
tilætlað sæð frá virkisleiðsluni.
Svarið er tað er tað ikki. Latið
verður ikki aftur fyri at lata aftur.
Grundgevingin er, at Fiskavirk-
ing sum partafelag ikki kann
loyva sær at reka eitt virki sum
gevur hall, kann eitt annað
virki geva meira vinning.
Gátuført? Ja, men búskaparligur
logikkur. Og so tað sum kanska
er mest torskilt: at Fiskavirking
letur eitt virki aftur hóast hetta
gevur vinning. Enn einaferð
gevur hetta meining, um tað at
lata virkið aftur gevur størri
vinning á einum øðrum virki. At
halda at vinningur er trygd fyri
framhaldandi rakstri er at vera
sera bláoygdur. Her hava vit júst
rakt seymin á høvdi! Gandaorðið
innan virkisbúskap: "gevinst-
maksimering". Frammanfyri-
standandi eigur at hava víst
lesaranum, at arbeiðsfólkið onga
trygd hevur. Heldur ikki um
virkið gevur vinning/ yvirskot.
So hevur eitt av endamálunum
við P/F Fiskavirking verið at
gera eitt partafelag, sum skal fáa
fiskivinnuna at geva vinning, so
eru vit á rættari kós. Og-
ábyrgdin av bygamenningini er
flutt til P/F Fiskavirking.
Politikkararnir kunnu tváa
hendurnar. Og fráflytingin heldur
fram. Fyrst og fremst úr
Suðuroynni. Tilætlað? Tja- tað
kann lesarin sjálvur "gita" sær
til.
"89 suðuroyingar afturat mist
arbeiði" var yvirskriftin á
blaðsíðu 5 í Sosialinum. Hagtøl,
tilvild, ella beiskur búskapur?
Havi sett nógvar spurningar í
hesi grein. Nakrir av teimum
føra óiva við sær aðrar spurn-
ingar. Í mínum hugaheimi føra
allir til sama spurning: Hvat vilja
vit? Her hava vit, eftir mínum
tykki, størsta trupulleikan,
nevniliga at leggja eina fram-
tíðarætlan/ politiska strategi vit
kunnu vera felags um. Her
kemur ein so inn á kvalitetin
innan politisku leiðslu okkara.
Men lat tað liggja til eina aðra
viðmerking.
Sorlið í Suðuroy